Zelenskyj vil hava samskifti við Xi um ukrainskt friðaruppskot

Ukraina hevur boðið Kina at verða partur í at seta í verk uppskot hjá Ukraina um frið, sigur forsetin.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskiy, sum í dag tosaði við japanska forsætisráðharran Fumio Kishida í Kyiv, vil hava samskifti við Kina um ukrainska friðaruppskotið. Japanski stjórnarleiðarin vitjaði Kyiv, meðan kinesiski leiðarin, Xi Jinping, var í Moskva hjá Putin. - Foto: Staff/Reuters

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, bjóðar Kina til samskifti um ukrainska uppskotið til eina friðarloysn við Russland.

Uppskotið hevur við sær, at Russland tekur seg aftur í øllum pørtum av Ukraina –  eisini Krim hálvoynni. Hetta hevur Russland útilokað, men Zelenskyj vil fegin kjakast við Kina um uppskotið.

– Vit hava boðið Kina at gerast partur av at seta uppskotið til frið í verk. Vit hava sent uppskotið gjøgnum allar møguligar kanalir. Vit bjóða til samskifti, og vit bíða eftir svarið, stendur í boðunum frá Zelenskyj um útspælið í dag. 

– Vit hava fingið onkrar ábendingar, men fyribils er einki ítøkiligt, sigur hann.

Fleiri miðlar hava seinastu dagarnar skrivað, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevði ætlanir um eina telefonsamrøðu við Zelenskyj. Men tað er avsannað í Kreml í dag, tá kinesiski leiðarin førdi tingingar við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Xi Jinping kom á almenna vitjan í Moskva í gjár. Vitjanin byrjaði tríggjar dagar eftir, at altjóða revsidómstóluinr ICC sendi út handtøkuboð upp á Putin fyri krígsbrotsgerðir framdar í Ukraina.

– Kinesiska ríkisvitjanin meira enn ber brá av, at Kina ikki heldur, at Russland eigur at haldast til svars fyri ræðuleikarnar, sum russisku deildirnar fremja í Ukraina, hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sagt.

Blinken hevur ávarað um, at diplomatiið hjá Kina í sambandi við Ukraina kann vera reinur samráðingarteknikkur frá russiskari síðu.

Friðaruppskotið hjá Kina, sum er í 12 punktum, tekur ikki atlit til tað ukrainska kravið um, at allir russiskir hermenn skulu takast úr landinum.

/ritzau/AFP

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskiy, sum í dag tosaði við japanska forsætisráðharran Fumio Kishida í Kyiv, vil hava samskifti við Kina um ukrainska friðaruppskotið. Japanski stjórnarleiðarin vitjaði Kyiv, meðan kinesiski leiðarin, Xi Jinping, var í Moskva hjá Putin. - Foto: Staff/Reuters