Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kemur til Reykjavíkar í morgin at verða gestarøðari á norðurlandaráðsfundi, har evnið er friður og trygd í Arktis.
Stór trygdartiltøk verða í Reykjavík, tá ukrainski forsetin lendir í morgin. Umframt at vera gestarøðari, fer Zelenskyj eisini at hitta norðurlendskar forsætisráðharrar.
Íalendsku myndugleikarnir hava seinastu mánaðirnar havt úr at gera við at syrgja fyri trygdini í samband við fundirnar í Reykjavík.
Tá tað so eisini gjørdist greitt, at ukrainski forsetin verður við á fundinum, hevur verið neyðugt hjá íslendsku løgregluni og myndugleikunum at tikið eitt eyka tak.
Íslendska ávísin - www.visir.is - veit at siga, at longu frá í dag at rokna verða gøtur í pørtum av íslendska høvuðsstaðnum stongdar, samstundis sum forboð er sett fyri dronuflúgving í ávísum økjum.
Sagt verður, at umleið 300 løgreglufólk skulu syrgja fyri trygdini í samband við fundirnar í Norðurlandaráðnum.
Íslendski løgregluovastin, Karl Steinar Valsson, sigur við www.visir.is, at fólk fara at síggja vápnaða løgreglu í gøtunum í Reykjavík, meðan fundirnir eru í Norðurlandaráðum.