Zlatan aftur ársins spælari í Svøríki

Tann 29 ára gamli, Zlatan Ibrahimovic hevur vunnið tann svenska gullbóltin, sum tekin um, at hann er ársins fótbóltspælari í Svøríki fimm ferðir tey seinastu seks árini.

 

Zlatan vann fyrstu ferð í 2005, í 2006 vann Fredrik Ljungberg heiðurin. Men seinastu fýra árini hevur malmøbúgvin, sum er av bosniskari og kroatiskari ætt gjørt slætt borð.

 

- Hvat kann ein siga, tá ein fyri fimtu ferð hevur vunnið gullbóltin? Hetta høvdu mong ikki trúð, tá eg royndarvandi við Malmø FF, sum 12 ára gamal drongur. Nú 17 ár seinni havi eg heilar fimm gullbóltar, og tveir sum sova har heima. Zlatan sipaði tá til børnini hjá sær, tá hann tók ímóti sínum fimta gullbólti.

 

Zlatan hevur verið meistari í trimum ymiskum londum við Ajax í Niðurlondum, Inter Milan í Italia og FC Barcelona í Spania.

 

Svenska fótbóltsambandið og miðlahúsið hjá Aftonbladet í Stockholm skipaðu fyri atkvøðugreiðsluni um ársins spælara í Svøríki.