Tað er rok í Valencia, eftir at Zlatan Ibrahimovic stutt fyri tíð fekk beinleiðis reytt kort í 2-1 sigrinum á Valencia, meðan Juventus vann 3-0 á Celtic í Skotlandi.
Tað mesta av spenninginum er longu farin úr aðru 1/8 finaluni í Champions League, meðan Valencia megnaði at bjarga spenninginum í dystinum móti PSG.
PSG gjørdi skjótt av í Valencia. Longu aftaná tíggju minuttir rak Ezequiel Lavezzi seg leysan í brotsteiginum og meddaði bóltin í málið. Stutt fyri hálvleik økti Javier Pastore eftir innlegg úr høgru.
Í seinastu minuttinum av dystinum minkaði Adil Rami um munin, og stutt seinni fekk Zlatan Ibrahimovic beinleiðis reytt kort fyri at koma ov seint í eina talking og raka mótstøðumannin á skinnabeini.
Eftir dystin var rok í spælaratunnelini. TV3 sigur seg vita, at serliga Carlos Ancelotti, venjari hjá PSG, var í øðini inn á dómaran.
Á Celtic Park vann italska oddaliðið, Juventus, 3-0. Celtic fekk eina marru byrjan, tá verjan ikki megnaði at rudda ein langan bólt vekk. Tað endaði við, at Alessandro Matri gjørdist leysur og skoraði.
Í seinna hálvleiki royndi Celtic at trýsta, men blivu tvær ferðir revsaðir í hinum endanum. Fyrst var tað Claudio Marchisio í økti til 2-0 og løtu seinni øtki Mirko Vucinic til 3-0.
Champions League:
Valencia PSG 1-2
Celtic Juventus 0-3