Suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma, sigur, at hann er skelkaður av teirri sera harðrendu framferðini, sum løgreglan brúkti ímóti mótmælandi námsarbeiðsmonnum í gjár. Løgreglumenninir skutu við skørpum, og tey almennu tíðindini siga, at meiri enn 30 námsarbeiðsmenn doyðu. Fakfeløgini siga, at 36 doyðu av skotunum frá løgregluni.
Jacob Zuma, forseti, sigur, at hann fer at bera so í bandi, at teir, sum høvdu ábyrgdina av hendingini, koma fyri rættin.
Løgreglan skeyt eftir námsarbeiðsmonnunum, tí teir sýttu fyri at fara burtur frá inngomngdini til eitt nám, sum heimsins triðstørsti platinframleiðari, Lomin, eigur. Fleiri túsund námsarbeiðsmenn hava verið í verkfalli í fleiri mánaðir, og ógvusligir samanbrestir hava verið millum limir í ymsum fakfeløgum.