Tað var óvanliga strangt í Føroya Rætti nú seinnapartin, tá ein ungur maður var framstillaður í grundlógaravhoyri. Ákærin kravdi hurðarnar lætnar aftur longu undan, at skuldsetingin var lisin upp, og tað [...] tað er rættiliga óvanligt. Ákærin grundgav fyri afturlatingini, at tala var um eina slíka mongd av narkotika, at talan heilt víst var um víðari sølu í Danmark, Føroyum og einum triðja landi, sum kanska kann [...] narkotika, annað enn at hon var stór. Hann kravdi dupult afturlætnar hurðar, og hesum gekk dómarin við til. Verjin segði seg vera ímóti afturlætnum hurðum, tí at talan var um eina játtanarsak, men dómarin
ein bátur var steðgaður upp út fyri Nólsoynna og hevði tørv á hjálp. - Bátur var steðgaður upp beint eystanfyri Stongina og rak móti landi. Tað var ikki soleiðis, at lív var í vanda, men vandi var fyri, at [...] annar bátur var komin til hjálpar. - Ein annar bátur var nærhendis og kom til hjálpar, setti ein enda á og sleipaði uppsteðgaða bátin til Havnar. So Rescue Lív fekk boð um, at tað kortini ikki var neyðugt
Føroya í morgun var longa, góð 37 tons tilsamans. Mest var av longu 2, 22,5 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 18,17 krónur fyri kilo. Næst størsta nøgdin var toskur. Mest var av toski 2, 8,2 tons [...] fyri kilo. Umleið 16 tons var av brosmu, mest av brosmu 3 og brosmu 2, og her var miðalprísurin 8,24 krónur fyri kilo. Aðrar nøgdir á søluni í morgun vóru hýsa og liri, men her var bert talan um nøkur fá
Politistøðin í Havn fráboðan um ein bil sum var stolin við Bygdarhúsið í Kollafirði. Førarin av bilinum var farin inn í bygdarhúsið, men tá viðkomandi kom út aftur, var bilurin horvin. Boðað varð beinanvegin [...] hennara í gongd, og var farin avstað við honum. Lykilin stóð í bilinum. Tíbetur fyri hana var bilurin funnin aftur løtu seinni og heldur ikki so langt frá staðnum, hagani hann var horvin. Hann stóð tá [...] tá parkeraður í Líðini teir kalla. Hann var í roynd og veru uppsteðgaður, ikki orsakað av mangul uppá brennievni, men tí okkurt var áfatt við koblingini. Enn er gerningsmaðurin ikki handtikin.
Síðsta vikuskiftið var bygdarstevna í Hvalba. Í góðveðrinum var mangt á skránni. Leygardagin 1. maj var fólkafundur og fitt av fólki var komið saman. Maud Næs flutti bar røðu og kirkjukórið Ljómur úr Vági [...] Vági sang, eins og annar tónleikur var at hoyra og yrkingar vóru lisnar upp. Ítróttur var eisini á skránni og mong, serliga tey yngru, stuttleikaðu sær við at royna seg á ravmagnstarvinum - sonevnd ro [...] rodeo-ríðing. Inni í Roynhøllini var skipað fyri ymiskum. Har fekst kaffi og køkur og eisini var høvi at stytta sær stundir við tombola og líknandi. Á kvøldi leikti vestmannabólkurin Moonshots til dans.
heimavølli. Dysturin var móti Al Ain úr Sameindu Arabisku Emirríkjunum. Al Ain vann 1-0 á heimavølli, og tá Al-Nassr aftaná vanliga leiktíð var á odda 3-2 var samlaða støðan javnleikur 3-3. Tí var neyðugt við longdari [...] leiktíð. Tveir minuttir áðrenn longda leiktíðin var lokin javnaði Cristiano Ronaldo við einum brotssparki til støðuna 4-3 til Al-Nassr - 4-4 samanlagt - og so var neyðugt við brotssparkskapping. Av teimum fýra [...] fýra brotssparksskjúttunum hjá Al-Nassr var tað bara Cristiano Ronaldo, ið megnaði at skora. Al Ain skoraði upp á trý av trimum brotsspørkum, og so var ikki neyðugt hjá teimum at skjóta fleiri aftaná
Sørvági. Triðelst var Poul Nolsøe, kallaður Nølli, sum var giftur við Thurid Thomsen. Fjórð í røðini var Kitty, sum giftist við G.C.A.F. Falsner og búsettist í Keypmannahavn. Yngst var Esther, sum giftist [...] Hon var ættað úr Klaksvík, næstelst av teimum fimm børnunum hjá Karini og Jógvani Kjølbro, keypmanni og reiðara. Elst av børnunum hjá Karini og Jógvani Kjølbro var Ewald, sum var giftur við Gerdu Niclasen [...] giftist við Ingebrikt Kårbø. Tey búðu fyrst í Klaksvík og síðani í Bergen. Oda var gift við norðmanninum Anders Harboe-Ree, og tey búsettust í Lillehammer. Seinni flutti Oda til Havnar og búðu uppi undir Varða
samferðslumálum var ein teirra, sum var har. Hann sigur, at tað var eitt ynski frá skipasmiðjuni, at umboð úr Føroyum vóru tilstaðar. Eftir at fyrsta sektiónin av kjølinum var strekt, var ein kunnandi fundur [...] fundur. Síðani var ein døgurði fyri teimum, sum vóru tilstaðar. ? Tað var fyri so vítt tað, sum gekk fyri seg harniðri, greiðir Bjarni Djurholm frá. Hann leggur afturat, at hetta var ein blandingur av einum
Um vikuskiftið var hátíðarhald í Klaksvík, í samband við, at 120 ár eru síðani, at Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík. Listaframsýning var í býráðshúsinum og á fornminnasavninum var framsýningin Waagstein [...] ár. Talan var sostatt um eina listaframsýning og eina meira biografiska sýning við skjølum og øðrum. Freydis Poulsen helt leygardagin áhugaverdan fyrilestur um Waagstein. Leygarmorgunin var eisini væleydnað [...] væleydnað matiné í Christianskirkjuni. Sangløta var í Bøgøtu 3. Sunnukvøldið var konsert í Skúlanum við Ósánna. Tónleikatiltøkini eydnaðust stak væl, frættist úr Klaksvík. M.a. átti Pauli í Sandagerði væleydnaða
norðoyastevnu var tað Geytin, sum vann, á sundalagsstevnu var tað Sævarmoy, sum vann, og aftur í dag vóru tað klaksvíksdreingir, sum vóru fyrstir á mál. Tað var bara kapping um sigurin millum teir báðar [...] fremstu, og tá ið teir fóru um málið, var fjarstøðan millum teir báðar fremstu meiri enn ein bátslongd. Báran var greitt nummar trý, og í kappingini um fjórða plássið var Dúgvan eitt vet undan Títlingi. ##med2## [...] ára gamlar dreingir var tað eisini ein bátur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vann. Sævarmoy hevur tvær tær undanfarnu ferðirnar kappast við Geytan í Eysturkommunu, og soleiðis var tað eisini í dag. Á