fyri, tá ið Vilhlem Mohr, handilsmaður á Skansagarði, kom undan Barnastovuneystinum við stórum knívi í hondini og leyp oman á støðna og skar hesar stóru hvalir á háls. Vilhelm Mohr var altíð mætur maður [...] Johan var upprunaliga reiðari og handilsmaður úti í Skansagarði á Reyni. Men á sínum eldri døgum gjørdist hann fyrsti skrivari í Tórshavn, eftir at býurin gjørdist keypstaður. Keldan til hesa grein er [...] arbeiði. Hvør skal siga: Gerið arbeiðið fyrst! Fyri nøkrum árum síðani kom eg at standa undir liðini á Mass á Velbastað til eina jarðarferð. Hann spurdi meg, hvør eg var. Tá eg svaraði, at eg var abbasonur
persónbilur. Hesin bilurin stendur í roynd og veru á einum rættiligum parkeringsplássi á Múlavegi í hesi lítlu og fjarskotnu bygdini. Einki bendir á nakað livandi. Tað einasta livandi í so máta er tutlið [...] bygdini, og fyri 270 árum síðani varð skúli settur á stovn í økinum, tey í dag nevna eystan Múla. Hetta árið – í 1835 – fór ein viðingur, sum var giftur á Norðtoftum at lesa við børnunum í Norðtoftum, Depli [...] gamal og bert ein dagur vantar í longsta dag. Tað er hásummar, men kortini heldur grátt á himli. Men einki bendir á at nakrir dropar skulu koma hesa løtuna. Klokkan er farin at nærkast tvey og einastu tekin
sumbinginum Georg eystan Á, sum hann konsekvent nevndi “Ge-org” og yndisligu røddina átti Sølvá Skov Magnussen saman við Ronnie Nielsen. Arbeiðsevnini hjá Njál vóru stór. Umframt at bróta um á Sosialinum fimm [...] hevur bjóðað, og tað er verri at fáa eygað á fittheitina. Vit eru øll mannabørn, uttan undantak gudommilig, hóast tað kann vera ógvuliga torført at fáa eyga á viðhvørt. Og Njál Sigurjónsson er ein av teimum [...] arbeiðshøpi á Sosialinum í september 1990. Hann var í bestu árum og lívið var ikki verri við hann, enn so nógv onnur. Har sat hann so fittur í grafikkarakittlinum mitt í umbrótingarrúminum á Sosialinum
linum er í minsta lagi 6. Teir báðir, sum ikki vóru á brúnni, vóru í messuni hesa løtuna, og bátsmaðurin var, sambært maskinmeistaranum, á veg upp á brúnna at halda útkikk. Orsøkin til óhappið var ein [...] eiðingini. Skipið hevði verið á Vestmanna og landað 200 tons, og síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar, har 400 tons vórðu landað. Tá óhappið hendi, vóru teir á veg aftur á Vestmanna at landa tey síðstu [...] stóð á landi. Teir fóru beinanvegin at kanna skaðan og kundu staðfesta, at sjógvur var í for-peaki og astikrúminum. Ongin olja sást á sjónum rundan um skipið, og mett varð ikki, at nakað hol var á nøkrum
við tey. Uppfinnsom Tað er sjálvandi ein stórur munur á einum stórbýi sum Klaksvík og á eini lítlari bygd á útoyggj. Spyrt tú Jonu og hinar møðurnar á Húsum, er neyvan nakar ivi um, at tær kunnu taka undir [...] bygdaskúlar - á Húsum og í Mikladali. Og her bendir mangt á, at annar skúlin má lata aftur. Fyri mong á Kalsoynni er tað ein spurningur, um ein ikki átti at havt henda eina skúlan liggjandi á Syðradali, har [...] hennara, Eystan í Lon. Hon er júst afturkomin úr Klaksvík, har hon hevur gjørt ymisk ørindi, samstundis sum skúlabørnini vóru hjá heilsusystrini. Koppar og tallerkar og ein góð kaka standa á borðinum.
Simonsen. Á flot – og skera torv Vit halda fram til vit eru komin runt Enniberg og aftur hava Viðareiði fyri eystan. Men á vestursíðuni er eingin lending, so siglt verður runt aftur, og lagt at á Eiðsvík [...] framvegis illa, so illa, at endin um um at slitna og bara hongur á einum kordeli. Men øll sleppa tó í land í øllum góðum. Og so gongur leiðin niðan á Hotel Norð. Har inni renna vit okkum í gamla starvsfelagan [...] sjón. Hald í nakkan hevur tú ikki stundir at hugsa um, meðan tú hyggur beint upp í loft og undrast á, at føroyska náttúran kann bergtaka ein føroying so. Við Alpha Pilot hendan dagin eru eini 25 fólk,
okkum á Sjómansheiminum. So sjálvt um tað var seina á kvøldið, tá ið vit vóru lidnir á Ráðhúsinum, ringdu vit til Rúna og hann svaraði: eg eri longu á veg út í bildin eftir tykkum. So vit aftur á Sjómansheimið [...] proviantur tikin og sjóklárt bleiv gjørt, og síðan sigldu vit mikukvøldið. Vit fóru norð eystan fyri og steðgaðu á á Kirkjubønesi, har ein bátur kom av Havnini við einari telefon. Síðan bleiv hildið norðurum [...] 2. august fóru fýra glaðir sandingar og ein glaður skúvoyingur á ferð suður til Vágs at fara til Íslands við Johannu. Vit fóru í Kioskina á Smyrli og keyptu okkum ferðaseðil, tey hugdu við, tí allir hesir
BRIDGE Føroyska bridgelandsliðið er av álvara á veg inn á altjóða bridgepallin. Við Svend Novrup settum sum venjara varð fyri bara einum lítlum ári síðani avgjørt á fyrsta sinni at senda lið til EM í bridge [...] nýggjum bridgemyndum. Bridgeborð verða sett upp á torginum, so møguleiki verður at fáa sær nøkur spøl har. Tónleikur verður eisini at hoyra á pallinum av og á. [...] og 9. mai. Manningin á føroyska liðnum var Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Arnbjørn Sivertsen og Hans Jacob Petersen, liðsskipari var Svend Novrup. Liðið leikti 11 dystir á 10 spøl hesar báðar dagarnar
Útspælið var kl2. Eilif tók á borðinum, spældi hjartara til Q og ess, fekk kleyvara aftur, spældi hjartara til kongin og trumfaði ein hjartara. Nú vóru ikki fleiri trumfir eftir á borðinum, og mótspælið skuldi [...] Símin Lassaberg, og við telduna syrgdi Jógvan Juel Rasmussen fyri, at tey røttu úrslitini komu upp á veggin at hanga. Byrjað var at spæla kl 13, og eftir 60 spøl kl 22 um kvøldið var greitt, hvørji 18 [...] Eyðun Joensen74 3 Heðin Mouritsen ? Jóannes Mouritsen73 4 Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr52 5 Magni Jøkladal ? Árant Berjastein50 6 Hallberg Arnfríðsson ? Kaj Alstrup46 7 Jógvan Ranghamar ? Atli Hansen30
Tilsamans 13.820 leikarar, 364 feløg úr 56 londum spældu hesi spølini kring heimin hetta kvøldið. Á heimasíðuni (www.worldbridge.org) hjá WBF sæst, at Gunnar og Høgni endaðu samanlagt sum nr 493. Teir [...] simultan kappingini í Bridgehúsinum var hetta: Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett 272 Kaj Alstrup - Magni Jøkladal 264 Jórun Johannesen - Súsanna Martinsdóttir 261 Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 247 Robert [...] Jacobsen 233 Oddmar Danielsen - Henriette Svenstrup 224 Hannis Jacobsen - Petur S. Rasmussen 211 Rói á Rógvu Joensen - Hans Jacob Petersen 205 Carl Mikkelsen - Reimund Langgaard 202 Jens Pauli G. Nolsøe