Vantandi útkikk og ósketni orsøk til at Arctic Voyager rendi á landi

Sjóvinnustýrið hevur nú skrivað eina skaðafrágreiðing um hendingina, tá ið Arctic Voyager rendi á land norðuri á Enni í Fuglafirði 3. november. Orsøkin til óhappið var ein samanrenning av vantandi útkikki, ósketni og vantandi brúgva-disiplin

Niðurstøðan í frágreiðingini er hendan:

Niðurstøða

Sjóvinnustýrið staðfestir, at teknisk brek ikki eru orsøk til óhappið. Sjóvinnustýrið hevur ta greiðu støðu, at sigling/navigering tætt við land krevur fult uppmerksemi og hugsavnan, og órógvandi samskifti skal ikki koma fyri. Alneyðugt er at hava góða brúgva-disiplin, at hava kagfólk á brúnni, og at skiparin syrgir fyri, at óviðkomandi samskifti ella annað órógv ikki kemur fyri, meðan siglt verður tætt við land.

Tá siglt verður í myrkri, skal kagfólk vera á brúnni. Manningin taldi bert 4 hendan túrin, hóast kravið sambært manningarskjalinum er í minsta lagi 6. Teir báðir, sum ikki vóru á brúnni, vóru í messuni hesa løtuna, og bátsmaðurin var, sambært maskinmeistaranum, á veg upp á brúnna at halda útkikk.

Orsøkin til óhappið var ein samanrenning av vantandi útkikki, ósketni og vantandi brúgva-disiplin.

##med2## 

Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði


Veðurlíkindi

Arctic Voyager er eitt uppisjóvarskip, og eigari er P/f Jókin í Hvalba.

Veðurlíkindi hetta sunnukvøldið, skipið rendi á land, vóru hesi:
Vindferðin hetta kvøldið, tann 3. november 2019, var eystan 5-8 m/sek, og sýnið var gott.
Klokkan 23.42 vóru vestfalskyrrindi. Hettar merkir, at tað var flóð og mestsum ongin streymur í Leirvíksfirði, tá óhappið hendi.

##med3## 

Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur


Frágreiðing um óhappið

Hendan túrin taldi manningin skipara, maskinstjóra, 2. stýrimann og bátsmann, verður skrivað í skaðafrágreiðingini.

Skipið hevði verið á Vestmanna og landað 200 tons, og síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar, har 400 tons vórðu landað. Tá óhappið hendi, vóru teir á veg aftur á Vestmanna at landa tey síðstu 200 tonsini.

Skipið fór av Fuglafirði tann 3. november 2019 klokkan 22.45. Skiparin var á brúnni og hevði vakt. Skiparin stýrdi við hond frá stýriborðs brúgvapulti. Stutt eftir fráferð kom maskinstjórin upp á brúnna. Meðan siglt varð, samskiftu teir um arbeiðsuppgávur og um túrin, sum lá fyri framman.

Skiparin upplýsir, at siglt varð við landkenning, og ferðin var umleið 6 sjómíl. Báðir radararnir vóru tendraðir og stóðu á 1,5 og 3 fjórðingar. Báðir plottararnir vóru eisini tendraðir.

Tá siglt varð, vóru nøkur deksljós tendraði, tí fólk hevði verið á dekkinum í sambandi við fráferðina.

##med4## 

Tøkni var ikki orsøk til óhappið


Beint áðrenn tað tók, gjørdist skiparin varugur við, at skipið var komið ov tætt at landi. Tað var so mikið tætt, at hann ikki náddi at snara frá landi. Hann upplýsir, at hann royndi at taka ferðina av skipinum við at bakka, beint áðrenn tað tók. Ferðin var tó ov nógv, og skipið náddi ikki at steðga, áðrenn tað stóð á landi.

Teir fóru beinanvegin at kanna skaðan og kundu staðfesta, at sjógvur var í for-peaki og astikrúminum. Ongin olja sást á sjónum rundan um skipið, og mett varð ikki, at nakað hol var á nøkrum oljutanga.

Manningin tømdi síðani teir RSW-tangar, sum fiskur ikki var í. Hetta bleiv gjørt fyri at gera skipið lættari.

Síðani varð avrátt, saman við Brimli, ið tá var komin á staðið, at skipið skuldi royna at koma av aftur við egnari hjálp. Eftir at RSW-tangarnir vóru tømdir, bleiv roynt at bakka skipið av aftur. Fyrst snaraðu teir skipinum við aftaru síðuskrúvuni soleiðis, at skipið lá meira vinkulrætt móti landi.

Tað gekk væl at koma av, og umleið klokkan 01.00 lá skipið aftur við bryggju í Fuglafirði.

Tá skipið lá við bryggju, fór kavari frá Brimli niður at kanna, um nakar skaði kundi staðfestast. Tað gjørdist greitt, at ein skaði var í bakborðssíðu framman, frá kúlustevninum og nakað aftureftir. Somuleiðis vóru buklur staðfestar við aftasta oljutanga í stýriborð.

##med5## 

Myndir: Hol og buklur á Arctic Voyager


Eftirmeting
Arctic Voyager fór av Fuglafirði klokkan 22:45 tann 3. november. Manningin taldi 4 mans. Ongin kagmaður var á brúnni, tá óhappið hendi, stendur í skaðafrágreiðingini.

Manningarskjalið sigur, at vanlig manning er 10 persónar. Men tá siglt verður millum føroyskar havnir, kann manningin, um skiparin metur tað vera ráðiligt, í mesta lagi setast niður til 6 persónar.

Eingi teknisk brek kundu staðfestast og eru heldur ikki upplýst.

Skiparin hevði vakt og sigldi sum vanligt. Stýrt var við hond. Fráferðin sær út til at hava gingið fyri seg sum vanligt.

Stutt eftir fráferð, klokkan 22:58:32, broytist kósin spakuliga frá 83 stigum til 45 stig, og ferðin økist til 9,1 míl. Hendan kósbroyting á bakborð heldur fram. Klokkan 22:59:02 er kósin 18 stig, og ferðin er nú økt til 9,8 míl.

15 sekund seinni er kósin tann sama, 18 stig, og ferðin er nú økt til 9,9 míl. Flyta vit tíðina 15 sekund fram, er ferðin 0,7 míl, og flyta vit tíðina 30 sekund fram, er ferðin 0.

##med6## 

Skiparin og maskinmeistarin hava greitt frá, at øll tól virkaðu, sum tey skuldu, og at einki órógv var hesa løtuna. Heldur ikki var nakað telefonsamskifti. Teir báðir tosaðu um uppgávur, sum skuldu gerast á túrinum. Eingin kagmaður var á brúnni, og skiparin gjørdist ov seint varugur við vandan. Maskinmeistarin hevur greitt frá, at skiparin varnaðist, at skipið hevði beina kós móti landi eini 20 sekund, áðrenn tað tók.

Skiparin hevur verið óansin hesar minuttirnar – møguliga órógvaður av samskiftinum við maskinstjóran. Hann hevur ikki hugsavna seg um siglingina hesa løtuna.

Sjóvinnustýrið skrivar í frágreiðingini, at tað hevur onga ávirkan á møguligar revsirættarligar- ella endurgjaldsspurningar í sambandi við vanlukkur.

Eingin sjófrágreiðing um Arctic Voyager