árini er minni gjørt á hesum øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur longur, men so er ikki [...] seg. Jens Ole Nielsen heldur, at tað kemst av at fólk flyta av landinum til Danmarkar, serliga til Keypmannahavnar, har lættari er at liva hjá teimum, sum eru samkynt. Danski yvirlæknin veit um føroyingar [...] avvarðandi í Føroyum, og at veita teimum peningaligan stuðul, so annaðhvørt sjúklingarnir hava havt møguleika vitja í Føroyum, ella at familjan er komin til Danmarkar at vitja tann sjúka, sigur yvirlæknin.
fríggjadagin. 1. desember er altjóða AIDS-dagur, har evnið er: ?AIDS og børnini³. Í Føroyum er støðan øðrvísi, og tí verður dagurin hildin undir heitinum: ?Vit í Norðuri: AIDS er her framvegis³, sigur Anna [...] tiltøkum, men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum. Sjálv arbeiðir Anna Samuelsen sum sjúkrasystir stóran part av degnum, og at tað er avmarkað, hvussu nógv tíð er til AIDS-arbeiðið. Hon hevur [...] Tær gjørdu høvuðsuppgávu, og fingu stuðul frá Lívstrygging til hetta arbeiðið. Ein partur av upphæddini leyp av, og sjúkrasystranæmingarnir gjørdu at at lata peningin til AIDS -Ráðið í Føroyum. Tá Anna Samuelsen
ikki. Heldur lata vit monnum almennan stuðul fyri at lata vera við at nýta hendan stovn. Ein stovn, sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar [...] vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, liggur Havsbrún í grundini í vinnuloysi helvtina av árinum. Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar [...] Fiska vit hinvegin hvítingsbróðurin, sigur Bergur Poulsen, kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra
Tórshavn. Býurin er rættuliga nógv broyttur í mun til tað hann er í dag. Í søguni fylgja vit fleiri persónum, ið allir eru rættuliga ymiskir. Søgan er skriva í triðja persóni. Tað er skiftandi sjónarhorn [...] (p. 9) Hesin sami lortur er, sum áður nevnt, afturvendandi evni í allari bókin, men rithøvundurin tvínur ikki neyðturviligt nakað negativt til lortin, sum so vant er. Lorturin er súmbol á nógv annað enn [...] stuttsøgur hansara. Tað er, sum hansara yrkjaragávur tá verða nýttar til fullnar. Kanska er tað tí mær altíð betur hevur dámt at lesa yrkingar og arbeiða við yrkingum. Fyri at koma aftur til skaldsøguna. Ein
i, er at sigla við oljuskipum, útgerðarskipum og ?stand by skipum. Men harmiligt er tað, at vit ikki klára at standa fyri nøkrum sjálvir. Kanska er tað av penganeyð. Men hví selja okkara skip til hollendsk [...] Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald. Oljuvinnan er so umfatandi, at tað førir ikki til nakað sum helst, um hvør Hanus og Janus [...] samstundis. Hinvegin er fiskivinnan í Bretlandi minkað. Men tað er hon eisini í Týsklandi, og øðrum londum, sum ikki hava havt olju. Pengarnar í stuðulsgrunn Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini
Sverri Steinhólm sigur, at endamálið við hesi guðstænastuni er at samstarva innan kirkjuna. Hetta er ikki ætlað sum nakað alternativ til tær samkomur, sum longu framman undan eru, men sum eitt tilboð um samstarv [...] upplestri, sangi og tónleiki. Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður roynt í kirkjuni. Orsøkin til, at hann fer undir hetta, eru áheitanir. Bæði frá kirkjuráðnum og [...] Meinigheitshúsinum og í Oasuni, sum heldur til í bygninginum hjá Thomas Dam í Jónas Broncksgøtu, við í tiltakinum. Hetta eru ungfólk úr samkomuni í Hoyvík. Tað er soleiðis, at tey plaga at hava ungdómsmøti
nú eru mannaðar. Hann sigur, at landsskúlaráðið, sum er ein av teimum átta nevndunum, ið eru fevndar av niðurstøðu kanningarstjórans, ikki er til longur. Menningargrunnur Ídnaðarins hevur fingið nýggja [...] sum er umrødd í frágreiðing kanningarstjórans, varð tikin av á ólavsøku 1996. Við Suðuroyar Sjúkrahús situr nú eitt sjúkrahúsráð. Ráðið er mannað við trimum kvinnum og tveimum monnum. Í skrivi til løgmann [...] tá ið sitandi samgonga varð umskipað, valdi landsstýrið hesar nevndir: Nevnd at gera uppskot til stuðul til menning av fiskivinnu á landi og heildarætlan fyri innfluttan fisk Nevnd: Fimm menn og ein kvinna
við til at gera Ljóðførisgrunn Føroya Musikkskúla til tann munagóða stuðul í føroyskum tónleikalívi, sum hann hevur møguleika til, og sum er hansara endamál. Nøvn teirra, sum veita grunninum stuðul, verða [...] stigtakarunum til grunnin hava skrivað til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøku í sambandi við at fáa pengar til grunnin. Til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøkur Føroyski musikkskúlin er, sum áður [...] pengum av til mentanina í landinum, so er neyðugt at taka til onnur ráð. Eitt øki, sum hevur verið hart rakt av kreppuni, sum hevur verið í landinum og teimum sparingum, sum hava verið og eru, er tónleikaøkið
grundarsteinurin varð lagdur, til sjómansheimið varð vígt. Summarið er álitið Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum eigur heimið, og dagligur leiðari er Eirný Ásgeirsdóttir, sum er íslendsk. Í september mánaða [...] men tað hevur so borið til. Um summarið er rættiliga nógv fólk á Sjómansheiminum, sigur Havstein Ellingsgaard, meðan veturin er heldur slakari. Tað er summarsesongin, sum tíverri er alt ov stutt, sum avgjørt [...] hjá føroyska Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Ber til at fáa eyga á hesar báðar bygningarnar, er lætt at navigera til Brautarholt nummar 29, sum er adressan hjá Ørkini. Sjómansheimið varð vígt í 1991
tiltakið eydnast, er avgjørt neyðugt at prísurin hækkar heilt fitt sum frálíður. Men tað er eisini avgjørt neyðugt, at fólk skifta hugburð til ullina og eru sinnað at fáa hana til høldar. Hann nevnir [...] veva við og tógv til teppi. Tvær miljónir Nú ullavirkið er liðugt, kostar tað tvær miljónir. Lántøkan er 1,2 miljónir. Hinar 800.000 krónurnar eru luthavarar, ábyrgdarpeningur og stuðul frá Vágs, Sumbiar [...] traðunum eisini. Gamalt er, at eitt kilo av ull fæst av hvørjum seyði. Men tey, ið hava vigað, siga, at tað kemur mangan upp ímóti 1,5 kilo. Eftir hesum er skjótt at rokna seg fram til, at tað munnu fáast