Onnur skaldsøga Jóanes Nielsen er nú útkomin, og nevnist hon Páskaódnin. Kápumyndina hevur Marius Jóhannesen gjørt. Mentunnargrunnur Studentafelagsins stuðlaði útgávuni.
Jóanes Nielsen f. 5/4 1953, hevur tey síðstu 20 árini ríkað føroyska bókmentaheimin við fimm yrkingasøvnum, einum stuttsøgusavni, einum greinasavni og nú tveimum skaldsøgum. Ebba Hentze hevur týtt tvey yrkingasøvn og fyrru skaldsøguna til danskt. Hann fekk 1984 bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens og hevur tvær reisur verið innstillaður til Norðurlendsku bókmentavirðislønina ávíðkavíst 1987 og 1994. í 1996 avgjørdi Statens Kulturfond at veita Jóanesi stuðul í 3 ár, so nú hevur hann skriva burturav.
Bókin sum heild
Tað fyrsta, ið rann mær til hugs er ein heldur løgin skaldsøga. Hon víkur í øllum føri rættuliga nógv frá tí eg væntaði, uttan tó at verða vónbrotin. Man hevur kanska í alt ov stóran mun lyndi til at seta fólk í bás. Jóanes verður ofta lýstur sum sosialistiskur samfelagsrevsari. Í veruleikanum rúmast nógv meir í skaldskapi hansara enn hetta, og tað prógvar serliga seinasta yrkingasavnið Kirkjurnar á havsins botni. Hetta er, haldi eg, nakað av tí besta sum er givið út á føroyskum yvirhøvur. Nokk um tað.
Eitt afturvendandi evnið í bókini er lortur. Jú, tygum lósu rætt, lortur. Treyðugt so átti hetta kanska ikki at komi óvart á. Vit eru stødd nøkur fá ár í framtíðini. Vit hava fingið aðra ríkisrættarliga støðu við eini Sjálvstýrislóg og oljan sprænir úr undirgrundini. Handlingin gongur fyri seg í heimsins nalva Tórshavn. Býurin er rættuliga nógv broyttur í mun til tað hann er í dag. Í søguni fylgja vit fleiri persónum, ið allir eru rættuliga ymiskir. Søgan er skriva í triðja persóni. Tað er skiftandi sjónarhorn og ymiskar rithøvundaviðmerkingar. Í fyrstuni er torført at halda skil á persónunum, men so líðandi kennur tú øll. Vit hava í grundini ongan høvuðspersón, ið skínur fram um ein annan.
Evni bókin viðgerð
Søgan byrjar 2. páskadag, har Havnará tók »hevnd fyri sína vanærisligu lagnu og fylti miðstaðarøki við lorti.« (p. 9) Hesin sami lortur er, sum áður nevnt, afturvendandi evni í allari bókin, men rithøvundurin tvínur ikki neyðturviligt nakað negativt til lortin, sum so vant er. Lorturin er súmbol á nógv annað enn nakað skitið, ólekkurt. Heldur ikki noyðist lortur ella ræðsla fyri sama hava nakað við tí analu fasuna hjá Freud at gera, treyðugt so er Psykodiddan gott dømi á Freud?sa analkarakter persón. Ein hervilig ódn herjar og havnin verður at kalla lamin av henni. Tað tykist sum jóanes setur onnur ting enn undanfarnu í samband við lortin, ið jú er heilt grundleggjandi, tá ið vit hugsa um lív. T.d. er allýsingin av lívi eitt, ið kann upptaka føði, anda og sum danir nevna tað »udskille ekskrementer« Lorturin kann eisini virka sum lívgevari fyri annan vøkstur og lív. Lortur verður nýttur sum tøð.
Ódnin er eisini eitt afturvendandi evni. Tað er í grundini út frá ódnini at vit hitta persónarnar. Tað triðja afturvendandi evni er morðið á Gogo. Høvdið á Gogo verður funnið inni í kjallarinum hjá vinmanninum Arthuri Bergh (ein neiligt lýstur persónur, sum Gogo sjálvur og borgarstjórin) Hetta skal løgregluovastin Rikardson uppklára. Tað tykist sum eitt slag av trýeinigheit millum lortin, kloakkinar og morðið á Gogo.
Nakrir persónar
Vit hitta fyrst Julius og Myrnu, ið ávíðkavíst eru skald og servetrisa. Myrna verður, rættuliga stuttlig, lýst. Hon er vágagella av rang, t.d. stendur (p. 14) »...Myrna var so æviga nøgd. Um so hitt níggjuhøvdaða djórið úr Jóhannes Opinberingini hevði komið trampandi niðan eftir Áarvegnum og eitt av høvdunum hevði roynt at fanga hana við sínu tungu, hevði hon bara latið staðið til og kanska golvað afturímóti...« Í endanum av kapittlinum hoyra vit um eina óvanliga pornografiska søgu, ið gongur fyri seg á kirkjuloftinum í kirkjutíð. Hetta skal lesarin tó sjálvur sleppa at uppliva. Tað er eisini brot, sum tað á kirkjuloftinum, sum ger søguna so frálíka. Tað er kenst sum verður tú skriktur úr dvala, tá ið tú lesur brot sum hetta. Aðrir persónar í søguni eru Nikkels, (hetjan í søguni) Stjórin hjá honum og kona hansara »kloakkmutter.« Pápi Julius Nikk, helvitispredikanturin Steingrím Kjørvík og Sissal Singer. Sissal er ein av fremstu persónunum í seinna parti av skaldsøguni.
Jødaspurningurin
Avbera væl dámdi mær brotið um Føroyskt Ísraelskt vinarfelagið, tá ið Sissal setti nøkur fólk upp á pláss. Svarini Sissal kemur við til áhoyrarnar til fundin í Ísraelska/føroyska vinarfelagnum eru ómetaliga góð og dekkandi. Ófatuligt at nógvir føroyingar stuðla undir zionistarnar, ið vilja hava eitt stór Ísrael við einans teirra gamla testamentliga átrúnaði. Guðs úrvalda fólk, skal hava Guðs úrvalda land. Men hetta tykist óbeinleiðis ganga ímóti boðskapinum í nýggja testamenti. Hvør skal duga at avgerða um, hvør er meiri útvaldur enn ein annar. Fyri hesar zionistar er Jesus harumframt jú ikki annað enn, sum skaldsøgan eisini peikar á, ein fuppmakari og lygivætti fyri ortodoksar jødar. Havi sjálv so mangan ætla at tikið henda spurning upp. Tað er tað ortodoksa, demagogiska o.s.v. sum jú hevur kraft og krevur fleiri mannalív í spurninginum um Palestina. Nú fór eg av breytini eina løtu.
Hæddarpunktini
Søgan tykist í summum brotin ov langdrigin. Her er kapittul trý eitt gott dømi. Framløgan av Magnusi tykist heldur long. Harafturímóti tyktist »Ein lítil halgisøga« sum eitt hæddarpunkt í søguni, ella í øllum føri seinna helvt av hesum kapittlinum. í byrjanini hoyra vit um bukkur og lort. Rættuliga stuttligt er tað í støðum t.d. (p. 46) »Niðri í Vágsbotni stóðu tvey toilett á pelum, og tá pør onkutíð viltust inn har í náttarmyrkrinum, sveiggjaðu hesi lítlu lortatempul aftur og fram yvir sjónum.« Hetta broti nýtis valla nakra frágreiðing. Vit sýggja ein so ófantaliga mennuskjaligan Oskar Íslending, tá ið hann ber tað deyða pinkubarnið, sum hann fann í kloakkini, út um býin og jarðarferðina sjálva. Brotið um Oskar ìslending, kloakkprinsessuna og Jesus er eitt hitt vakrasta í skaldsøguni. Boðskapurin í brotinum er eisini heilt grundleggjandi.
Hæddarpunkti viðvíkjandi lorti er í kapittlinum um psykodidduna (p. 80f) »knappliga sá hon lort allastaðnis. Upp úr kummuni flotaðu heilar røðir av lorti... Tungir kjøtlortar brustu í gólvið. Summir í pappírsspjørrum, líktust operasangarum ella pensjoneraðum nekaraprestum. Aðrir litaðir av brostnum hæmmorridum...« Hesin kapittulin er rættiliga vamlisligur, men samstundis so óalminduliga stuttligur og rithøvundirin kemur av og á við rættuliga speiskum viðmerkingum.
Nakrir »metaforar«
Havi eisini hug at draga nakað av myndamálinum fram, ið veruliga er ein styrki hjá Jóanesi. (p. 51) »Í veruleikanum var blæan eitt flagg, og tað vakrasta flaggið í øllum býnum.« (p. 73) »Súðið frá havinum var ikki longur bara súð, men slátturin frá einum vátum hjarta, sum føroyingar høvdu ærað og elska, líka síðani teir settu búgv her á landinum.« (p 139) »Tað føroyska summarið, tað var bara eitt slag av upphiting, ein ússaligur radiatorur, sum Gud hevði skrúvað frá har norðuri...«
Málburðurin
Tað, ið eyðmerkir Jóanes framum nógvar aðrar er háttur hann skrivar. Hann skrivar gerandismál, ið øll kunnu lesa og er bókin eisini, sum undanfarin skaldsøga hansara løtt at lesa. Hetta er skaldskapur fyri fólkið. Treyðugt so, kunnu vit tó finnast at teimum nógvu danismunum. Jóanesa háttur at skriva er speiskur, stuttligur, ironiskur og tó sært tú sera væl álvarsemi, ið liggur aftanfyri. Hann dregur fram nógvar hendingar og fyribrigdi tú kennur aftur, men kanska ikki tosar so hart um. t.d. p 39 »Fyrstu latínsku orðini, sum havnardreingir kendu...stavaðu frá katolikkunum. Og tað vóru ikki akkurát tey mest gudiligu orðini, hann doseraði. Glaspenis, vulva og anus, og so diaboligrande og tey meir heimagjørdu, sum grolla de Sankta Maria...«
Niðurstøða
Eg var, sum eg nevndi í byrjanini rættuliga paff eftir at hava lisið skaldsøguna. Hon er góð, stuttlig og øðrvísi, kanska eitt sindur langdrigin av og á. Noyðist áðrenn eg fari víðari skoyta uppí, at mær dámar betur yrkingar Jóanesar enn blaðgreinar, skald- og stuttsøgur hansara. Tað er, sum hansara yrkjaragávur tá verða nýttar til fullnar. Kanska er tað tí mær altíð betur hevur dámt at lesa yrkingar og arbeiða við yrkingum. Fyri at koma aftur til skaldsøguna. Ein av boðskapinum kemur fram í síðsta kapittlinum í samrøðuni millum prædikaran Steingrím Kjørvík og kriminalovastan Rikardson. Er tað samsvar millum gerð og úrslit, hugsan og handling... Eitt, ið lesrarin eisini skal eftirmeta er um lorturin og kloakkirnar kanska í veruleikanum eru metaforar... Skaldsøgan gevur tær í grundini nógv til eftirtanka. Tíanverri noyðist eg enn einaferð at seta Jóanes í bás sum samfelagsrevsara, men skaldsøgan vísur eisini nógvar aðrar síður av manninum. Tað eru nógv viðurskifti, sum hann finst at via persónunum í søguni, ið fyrikoma í dag. Trupulleikarnir eru teir somu, treyðugt so eru teir ikki líka sjónligir sum í søguni.
Havi hug at enda við einum broti úr søguni og verður tað, tá Oskar hevði funnið ein deyðan nýføðing í kloakkini.
»? Hygg at hesum unganum, teskaði hann. Eftir røttum átti tú at ligið við tey heitu bróstini hjá mammu tíni, í einum himmali av mati, tryggleika og svøvni. Føturnar skuldu verið ballaðir inn í fíntráðaðar hvítar ullsokkar við sloyfu á. Og varrarnar...
Oskar brast í grát. Orð sum hann ongantíð hevði havt høvi at sagt við nakað barn, og orð, sum hann so dánt kendi, ella íslendsk orð, sum hann helt seg hava gloymt, streymaðu honum av varrunum.
? Lítla stúlka mín, segði hann. Elskuligi gesturin, mín kaldi arvingi. Tú, sum livdi so stutt og bleiv mær kærari enn sól og máni. Mín kloakkprinsessa, á veg upp í Himmiríki...«