við, og í dag er hann 27 ár og tað má sigast at ganga rættiliga gott. Hann er kendur víða hvar í Danmark, men hevur ikki havt eydnuna við sær uttanfyri danska kongaríkið higartil. Hetta er fyrstu ferð, [...] dansarar og ljóðmaður. Freedom, eisini kendur sum Hans Henning Schmidt, er bæði blíður og týður, og hann er ógvuliga lættur at tosa við. Tey siga øll við ein munn, at tey ikki kendu nógv til Føroyar áðrenn tey [...] spentur at vita, hvat eg kann koma at kenna hesa stuttu tíð í Føroyum, sigur Freedom. Tók langa tíð at sláa ígjøgnum Sum áður nevnt, so hevur Freedom verið virkin í rættiliga langa tíð, men tað er fyrst í seinastuni
um 320 fólk, og tað er tað sama talið av næmingum í skúlanum, hon gongur á New York. Brasiliumenninir Pecho og Victor er ovfarnir av, hvussu vøkur náttúran er í Føroyum. ? Náttúran er ótrúliga vøkur, og [...] døgum. Tá vit spyrja tey fýra, Victor og Pecho úr Brasilia, Lauren úr USA og Aly av Filipsoyggjunum, hvat tey hugsaðu um, tá tey komu úr flogfarðinum í Vágum, svara tey avgjørd: Tað var ræðuliga kalt! Øll [...] og í Føroyum er eisini nógv reinari enn í Brasilia, siga teir báðir. -Tað løgnasta við Føroyum, haldi eg verða, at her gerst als ikki myrkt, og fyrstu dagarnar hevði eg trupulleikar at sova, men nú gongur
Jacobsen sigur, at uppfatan hansara av hesum málinum er tann, at tað er formaðurin í flokkinum, sum er byrjanin til alt hetta málið. Tað er hann, sum er farin út við nøkrum, sum hann ikki átti at verið farin [...] so harðliga og kontant út í lesarabrøvum, og hvat eisini er hansara demokratiski rættur og skylda, so er ein neyv gjøgnumgongd av málinum neyðug. Og tað er hana, sum hann hevur í hesi samrøðuni. Høgni [...] í høvuðsstaðnum er so øgiliga ymiskur. Soleiðis er tað so nógva staðni. Og tí má ansast betur eftir, hvat man gongur runt og sigur. -Men tjóðveldisfólk hava oftani vart minnilutar, er tú nú bangin fyri
áhugaverd øki, støddir og jarðfrøði er nakað, sum man kann fyrihalda seg til. Týðandi partur av lærugongdini Stjórin í Atlants Kolvetni sigur, at hóast at alt hetta er so nýtt, so er tað nettup ein sera týðandi [...] fundunum. -Einki er at ivast í, at tað leggur virði til prosessina og restina av samtakinum, at eitt føroyskt felag er við og situr við borðið saman við útlendsku oljufeløgunum. Tað er so at vóna, at føroysku [...] Í dag er eitt ár, síðani føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni varð stovnað - og í dag er eisini mánaður síðani, at hetta felagið gjørdi avtalu við útlendska oljusamtakið ?The Faroes Partnership? um samstarv
-Eg haldi at tað er uppiborið av vit fáa javnleik, sigur Bárður Johannesen, sum var ein tryggur aftasti skansi hjá sandoyingum í dystinum móti Víkingi. Hóast Víkingur var spælstýrandi stóran part av dystinum [...] stinn, og tað gjørdi sítt til at Víkingur ikki komu fram til teir heilt stóru kjansirnar. Spurdur um hvat javnleikurin ímóti Víkingi hevur at siga fyri B71, sigur Bárður, at tað hevur nógv at siga fyri s
siga, at hetta er heilt órímuligt. Tað kann eisini tykjast so. Hinvegin, um man nú frá almennari síðu fer inn og ger nakað, hvar er so markið. Nær er nakað rímuligt og nakað órímuligt. Hvat er vinningurin [...] at fáa eitt orðaskifti um alt hetta. Hvat er landsins ogn! -Er tað rætt, at einstakir persónar kunnu ríka seg upp við at handla við ognum, sum eru fólksins? -Hvat eru landsins ognir! Tað eru nógvar ognir [...] tú ikki veit hvat tað kann enda við. Er hetta byrjanin til at fáa ognarskatt í Føroyum, og hvar gongur markið? Hvussu definerar tú alt hetta spyr Anfinnur Kallsberg og heldur fram: - Hvat er landsins ogn
hava sum nú er ov lítla vitan um tað øki. Hinvegin kanst tú so eisini siga, at ivin kemur Føroyaøkinum til góðar - tað veldst alt um hvat fyri brillur tú hevur. Rúni Hansen vísir á, at Statoil er virkið bæði [...] eydnast hjá teirra jarðfrøðingum at víst á, hvar oljan er á teimum økinum, og vónandi verður tað sama galdandi á Føroyaøkinum um nøkur ár. Tað er í øllum førum tað teir arbeiða fram ímóti sigur hann. Uppá [...] feløgum sigur Rúni Hansen, at hetta er ikki nakað, sum hann kann svara. Tað má vera ein spurningur, sum ídnaðurin samlaður finnur út av og eisini Oljufyrisitingina. Annars er Statoil sum skilst við í fleiri
ikið at siga, at tað er ljós, sjálvt um heimurin er myrkur. Dupulta kærleiksboðið -Nú hava vit túsundstals útleggingar og tulkingar av boðskapinum og Bíbliuni. Hvat er er í tíni verð tann mest einfalda [...] kristindómurin er ikki bara gamal. Hann er eisini spildurnýggjur. Tí tann gamli hugburðurin er eisini galdandi millum mong kirkjufólk. Um tey ganga í kirkju oftani ella sjáldan er líkamikið. Er tað bara ein [...] tað er eitt frálíkt val, so tað er ikki av ongum, at vit tendra nógv ljós á jólum, og vit hátíðarhalda jólini. -Hvat metir tú so at vera kjarnan ella boðskapin í Jóla- og Páskaevangeliunum? -Hann er tann
Ein partur er av hesum er uttan iva spurningurin um nær og um samtakið er klárt at fara undir boring sum ætlað. Ein annar partur er, um marknaðurin í løtuni er tann rætti, og nær hann er tað. Endamálið [...] nakrar ferðir. Endamálið er annars at útvega sær stórar peningaupphæddir fyri at kunna vera við í fyrstu boringini hjá Agip í Føroyum, sum eftir ætlan skal byrja í heyst. Henda ætlan er nú útsett nakrar ferðir [...] London Stock Exchange? er at fáa umleið 180 mill. kr. í nýggjum partapeningi, sum skal fíggja luttøkuna í komandi boring. Í løtuni hevur Føroya Kolvetni 7% lut í loyvinum, men ætlanin er at hækka henda partin
burturav. Johan Mortensen sigur, at ætlanin við hesi vitjanini er at kveikja og vekja áhugan fyri fiski - fáa eyguni hjá føroyingum upp fyri, hvat tað er fyri ein frálík og rein rávøra vit hava og eiga. -Lat meg [...] at fáa ein av teimum frægu kokkunum í Íslandi til Føroya at gera til fiskarættir. Tað er Rúnar Marvinsson, sum er ein hin kendasti íslendski fiskakokkurin. Hann hevur matstovuna Við Tjørnina í Reykjavík [...] verða sett krøv til reinar rávørur og har einki verður tilsett. Har er fiskurin ein av favorittunum. Johan Mortensen heldur, at fiskurin er vorðin so stór sjálvfylgja, at vit leggja als ikki merki til, hvussu