venja saman við liðfeløgunum. Men hann roknar vegin til besta liðið at vera langan. Hann sigur seg vera væl fyri, men honum restar dystarvenjing, og tað verður torført at fáa hana á besta liðnum, tí har hava [...] Grannastríðið og toppdysturin millum FCK og Brøndby verður á skránni um tvær vikur. Tað er møguleiki fyri, at munurin millum oddaliðini longu undan dystinum fer at vera minni enn tey fýra stigini, sum hann [...] at vunnið í vár. FCK verður roknað sum favorittur á heimavølli móti Silkeborg, sum tó hevur staðið seg væl síðstu tíðina. Sunnudagin vunnu teir 4-2 á heimavølli á júst OB. FCM misti í stríðnum um heiðursmerkini
myndugleiki kennir seg noyddan til at venda aftur til gomlu siðvenjuna við at senda eitt barn av landinum. Hetta er ikki gott! Tað, sum altíð eigur at vera avgerandi, er tað, ið er best fyri barnið. Tað mugu [...] hjá vanligum fólki ovast á politisku dagsskránni, má lata við seg koma. Hetta er heldur eingin løtt og einføld uppgáva, tí hetta snýr seg ikki bert um pengar, men um eisini um at útvega nóg mikið av útbúgvnum [...] lokalir myndugleikar ganga rættindum hjá børnum ov nær. Politiskir flokkar hava lovað eitt samfelag fyri øll. Hetta merkir ma., at menningartarnað, børn við serstøkum tørvi ella børn, ið hava mist annað
hjá teimum. Spurningurin er so, hvørt tær eru førar fyri at reisa seg í Trongisvági, har TB aloftast hevur eina sterka áskoðarafjøld aftan fyri seg. Og so skal heldur ikki gloymast, at TB hevur eitt av [...] ir tó helst eitt av bestu boðunum, og so er spurningurin, hvørt teir við einum sigri kunnu leggja seg á odda í deildini, ella um Mjølnir hinvegin skal skapa sær enn størri fjarstøðu. Tað vóna tey helst
løtu var munurin aftur til hinar ein bátslongd. So var tað, at Knørrur rættuliga gjørdi um seg. Hann tók seg skjótt fram á Nevið Reyða, men á málinum var ein stórur skutur á muni. FM vinnararnir vóru verdugir [...] fáar sigrar at vísa á. Tvey Nevið Reyða hava verið undan tí, sum er nú. Tann fyrsti báturin bar orð fyri at ganga eitt sindur skeivur. Um tað nú var tað, ella um orsøkin var tann, at báturin ongantíð var [...] nýggjur. Teir hava vunnið fimm ferðir, og tað vil siga, at ólavsøkuaftan skrivaði Nevið Reyða søgu fyri fimtu ferð í ár. Hetta var fyrsta ferðin í nýggjari tið, at eitt 8?mannafar úr Klaksvík hevur vunnið
hevur ábyrgdina fyri yngru landsliðunum. Seinni í kvøld fer venjarin at greiða frá spælistílinum, sum Rosenborg venur og nýtir í dystum, og tað prátið og alt tað, sum fer at ganga fyri seg leygardagin, er [...] ikki snýr seg beinleiðis um bóltspælið. Í kvøld klokkan átta fer hann at tosa um bygnaðin í felagnum og hugsjónina aftanfyri felagið. Hetta er nakað, sum vit halda, at tað eigur at vera áhugi fyri hjá øðrum [...] fulltíðarstarvi hjá Rosenborg sum talentvenjari. Alla staðni í Norðureuropa kaga teir til Rosenborg fyri at frætta, hvat býr aftanfyri framúr góðu gongdina hjá besta liðnum. Í oktober vóru Jógvan Martin
og eygleiðir lívið. Heldur spegilin upp fyri fólki og speglar tað, sum fer fram. Letur rithøvundurin seg blinda av tí, sum fer fram, sær hann ikki leikin og seg sjálvan við klárum eygum, sigur hon við [...] rðisløn Norðurlandaráðsins fyri bøkurnar Karmageitin og Gentukamarið . Sosialurin hevur hitt Marjuna til eitt prát um skapanarhug og -hegni og yrkið sum rithøvundur. – Fyri meg er leikluturin sum rithøvundur [...] millum tey, sum eru innanfyri og hini uttanfyri, men sum ikki hevur hald í veruleikanum og avdúkar seg sjálvt. Longri samrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.
møguleikar ófriðarkroppar og viðhaldsfólk hjá Trump um at halda seg í skinninum, skrivar Reuters. Roknað verður við, at Trump fer at melda seg hjá ríkisadvokatinum á Manhattan, og har skal hann eftir øllum [...] savnið hjá løgregluni. Sannlík fer Trump at nokta seg sekan í ákærunum um mutur til pornostjørnuna Stormy Daniels. Tey fjasaðust sambært Stormy Daniels fyri fleiri árum síðani, og tað hevði kunnað skatt Trump [...] møta hjá einum dómara, eftir at hava fingið ákæru um ólógliga at hava goldið eini pornostjørnum mutur fyri forsetavalið í 2016. Trump hevur longu boðið serg fram sum republikanskt forsetavalevni til valið
Dabo var støðug hóttan, og onkra ferðina var um reppið, at hann sneiddi seg heilt leysan. 10 minuttir vóru farnir, tá ið B68 legði seg á odda. Aleksamdur Ó. Jensen legði innfyri úr høgru, og bólturin fór [...] nógvir málmøguleikar í báðum endum. Síðstu løtuna royndi Víkingur at spenna álopsbogan heilt í botn fyri at skora sigursmálið, og tað var fleiri ferðir heilt spennandi í B68 brotsteiginum. Næst við at skora [...] Justinussen, tá ið stóripinnur hevði verið fýra ferðir eyka runt. Innskifti Olaf Bárðarson sneiddi seg til baklinjuna í vinstru, og tá ið hann legði innfyri, sendi Finnur Justinussen við høvdinum framvið
3-2 (26-24, 28-26, 18-25, 19-25, 15-8) Við trimum stigum ímóti KÍF hevði TB leygardagin havt lagt seg á annaðplássið í Hotel Djurhuus, men so skuldi ikki verða, tí kollfirðingar vunnu dystin 3-2. KÍF hevði [...] Silvansdóttir og blokki, sum TB ikki fekk bilbugt við. Soleiðis var eisini í øðrum setti, har KÍF legði seg á odda 6-1, og 19-13, men TB fekk fekk tær aftur og fór eisini framum og hevði tveir settbóltar við [...] við støðuna 24-22. KÍF hóraði tó undan og vann settið 28-26 við sínum triðja settbólti, tá dømt var fyri uppstillingarfeili hjá TB. Triðja sett var eisini javnt – til 18-18, tá KÍF púrasta fall til jarðar
órógvar andstøðuna. Tað er onki kynstur at selja krónu fyri krónu. At selja ein 100 krónu seðil fyri 100 krónur. Táið søluvirðið er komið á markið fyri sjálvbodna likvidatión, er ikki tørvur á danskari serfrøði [...] søgu. Næstu ferð landsstýrismaðurin skipar fyri fundi um stórmál, má hann vera meira vaks, ella má hann gera sum Nebukadnezar, fáa onkran at týða dreymarnar fyri seg. Man ikki onkur Beltsazzar finnast í Albert [...] forerast burtur. Nú sigur landsstýrismaðurin seg onki hava sæð á hesum nú so famøsa fundi, ið hann sum at kalla einaaktionerur hevði stevnt okkum inn til fyri at greiða turbolensin úr aftur málinum. Maðurin