Stórur áhugi fyri at læra av norðmonnum

Fleiri enn 30 venjarar fara at taka lut í skeiðinum í vikuskiftinum. FSF vil hava ábyrgdarpersónar í feløgunum at møta upp í kvøld

Í kvøld verður farið undir fyrsta fótbóltsvenjaraskeiðið í hesum árinum. Tað er Björn Hansen, sum er í fulltíðarstarvi hjá best kenda fótbóltsfelagnum í Norðurlondum, Rosenborg, sum er skeiðhaldari. Skeiðið verður í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Runavík, og áhugin er stórur. Fleiri enn tríati venjarar hava boðað frá, at teir fara at taka lut í skeiðnum, sum byrjar í kvøld klokkan 20 og sum endar seinnapartin í morgin klokkan 16.30.


Greiðir frá Rosenborg

Björn Hansen hevur arbeitt í Rosenborg í fleiri ár. Fram til á nýggjárinum var hann eisini venjari hjá norska U-21 landsliðnum, men nú er hann í fulltíðarstarvi hjá Rosenborg sum talentvenjari.

Alla staðni í Norðureuropa kaga teir til Rosenborg fyri at frætta, hvat býr aftanfyri framúr góðu gongdina hjá besta liðnum. Í oktober vóru Jógvan Martin Olsen, Jákup Simonsen og Jóhan Nielsen og vitjaðu í felagnum í nakrar dagar, og nú fáa føroyskir venjarar høvi at hoyra meiri um Rosenborg:

? Men vit vilja fegnir eisini geva nevndarlimum og øðrum ábyrgdarpersónum í feløgunum høvi at hoyra Björn Hansen røða um tað, sum hevur við felagið at gera, og sum ikki snýr seg beinleiðis um bóltspælið. Í kvøld klokkan átta fer hann at tosa um bygnaðin í felagnum og hugsjónina aftanfyri felagið. Hetta er nakað, sum vit halda, at tað eigur at vera áhugi fyri hjá øðrum enn teimum, sum eru venjarar, og tí er tað, at vit bjóða omanfyri nevndu at vera vælkomnum tann fyrsta tíman í kvøld, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina fyri yngru landsliðunum.

Seinni í kvøld fer venjarin at greiða frá spælistílinum, sum Rosenborg venur og nýtir í dystum, og tað prátið og alt tað, sum fer at ganga fyri seg leygardagin, er mest ætlað venjarunum, sum fara at taka lut í skeiðnum.

Fyrrapartin í morgin fer skráin at snúgva seg um venjingina í Rosenborg, og seinnapartin verður farið á vøllin úti við Løkin, har spælarar úr NSÍ fara at verða partur í venjingini. Skeiðið verður liðugt klokkan 16.30 í morgin.