Spælararnir ofraðu seg, og teir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt, staðfesti Ólavur Larsen, venjari hjá ÍF. Seinnapartin verður tað eingin trupulleiki at fáa spælararnir at leggja nógv fyri. Í fjør vístu [...] verður gestur hjá Víkingi. Tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga, so hevur Víkingur higartil staðið seg betur, enn tað varð roknað við. Vónbrotið var í fyrsta umfari, tá ið tað á útivølli ímóti EB/Streymi [...] teir fyrstu ellivu. Merkisverdur er leikluturin hjá Andreas Lava Olsen. Hann hevur seinastu árini fyri tað mesta verið skiftisspælari. Síðani Finnur Justinussen sleit krossbandið, hevur Lavamaðurin verið
Nakað áðrenn og eftir at Hitler hevði tikið seg sjálvan av døgum, streymaðu flóttafólk eystanífrá. Suðurslesvík varð harðast rakt. Rendsburg, sum henda bók snýr seg um, vaks við 45,6% og enska fyribilsstjornin [...] vóru harðar tíðir. Øll tey mongu donsk sinnaðu, ið av ótta fyri Hitler valdinum høvdu gjørt sum vóru tey týsk. Nú syrgdi enska fyribils stjórnin fyri at SV (Sydslesvigsk forening) og danska kirkjan fekk loyvi [...] ornin, ið skuldi demokratisera norðurtýskland, skuldu m.a. skipa fyri at øll hesi mongu túsund flóttafólk vórðu deild upp og fingu innivist hjá teimum, ið búðu í Rendsburg, fimt størsta býi í Suðurslesvík
privatu íleggjarunum um ikki at blanda seg politiskt upp í felagið. - Tað verður einki minni enn ein skandala, har allir íleggjararnir av røttum kunnu kenna seg lokkaðar at seta út við 100 milliónur krónur [...] trygdina fyri ávirkan í Atlantsflog, sum er í samsvarið við teirr innskot, sigur Jørgen Niclasen m. a. í brævinum. Orrustan um nevndarvalið í Atlantsflog tykist sostatt ikki at hava lagt seg enn. Málið [...] Málið snýr seg um, at Johan Dahl ætlar at víðka talið av nevndarlimum við einum limi. Sum er velur landsstýrið tvey umboð, og privatu partaeigararnir eitt umboð. T. v. s. at landsstýrið velur 2/3 meðan teir
uttan trupulleikar kundi klárað seg fíggjarliga, um vit høvdu sjálvstýri. - Eg skal ikki koma við nakrari meting um, hvussu Føroyar høvdu roynt seg uttan Danmark. Fyri at kunna gera tað, so má eg vita [...] líti land, sum t.d. Føroyar, hevur møguleika at klára seg við fullkomnum sjálvstýri. - Ja, eg haldi, at minni lond enn Føroyar kunnu saktans klára seg sjálvi. Hesum hava vit jú nógv dømir um. Tað finnist [...] seta fram krøv. Soleiðis er ikki, tá ið vit skulu samráðast við Finnland. - Fyri at venda aftur til spurningin, um tit eru før fyri at klára tykkum sjálvi, so vil eg siga, at tað er nakað, ið tit Føroyingar
burtur í einki. 14-8 bleiv til 14-13. GÍ/Tjaldrið spenti bogan høgt, men hann brast, og VÍF kom fyri seg aftur. Ioana Rapa er millum toppskjúttarnar í kappingini, men sunnudagin skeyt hon bert tvey mál [...] Nikolina Joensen eisini vart við seg við at skjóta sjey mál. Hjá GÍ/Tjaldrinum skeyt Sunrid Gleðisheygg seks mál ? øll í seinna hálvleiki ? meðan Beinta Joensen skeyt fimm. Fyri VÍF hevði úrslitið ikki so øgiliga [...] eydnaðist tað teimum at finna málið. Av hesum fýra málunum skeyt Beinta Joensen tey trý. VÍF legði seg á odda 6-2 og vann hálvleikin 9-4. Í byrjanini av seinna hálvleiki vóru ikki nógv tekin um, at støðan
við útlitunum fyri hetta kappingarárið. Í løtuni er støðan so mikið ring, at illa ber til at ímynda sær, at tær fáa manna lið har inni, men tey vónaðu tó kortini, at hetta fer at lata seg gera. Trupulleikin [...] koma í rættlag, tí dettur kvinnuhondbólturin í felagnum niðurfyri, kann tað vísa seg at vera torført at skapa áhugan fyri hesum hjá yngru leikarunum í felagnum. [...] nógv, sum bendir á, at trupulleikar skuldu verið við at manna eitt lið. Besti lið felagsins leikti seg í steypafinaluna, har tær akkurát gjørdust ov stuttar, umframt at fær megnaðu at fáa fjórða plássið
Tíðindaskriv frá Frihedsbrevet Sunnudagin 5. mai skipar Frihedsbrevet fyri forvitnisligari sýning í Løkshøll av tveimum dokumentarum, sum snúgva seg um skipað lógarbrot og annað ivasamt virksemi hjá nøkrum av teimum [...] sterkan samstarvspartnara. Síðani hava Hanus Hansen og P&P vaksið seg til risar í føroyskari fiskivinnu. Valdið aftanfyri valdið snýr seg um, hvussu ein fær so stórt vald, og hvussu hetta valdið verður umsitið [...] Tey gjørdu eisini dokumentararnar Teir ómettiligu, sum vóru sendir í Kringvarpinum fyri nøkrum árum síðani, sum snúðu seg um Framherja og teirra íslendska parteigara, Samherja. Samstundis settu tey skjøtul
geva Sorin Anghel fyri tíðina. Rumenski áleyparin streyk avstað, rundaði málverjan og legði EB/Streym á odda. Mistu mótið Og í veruleikanum megnaði heimaliðið ongan tíð at reisa seg eftir hetta. Hóast [...] ferðir at spæla seg niðaneftir, og tó at tað skuldi enn eitt verjumistak til, áðrenn tað stóð 0-2 á talvuni, so var tað ikki meira, enn gestirnir áttu uppiborið. Eftir steðgin tóktist tað fyri tað mesta snúgva [...] snúgva seg um, at GÍ vildi avmarka tapið. Sigurin trúðu teir í øllum førum ikki uppá, og tað verður so fremsta uppgávan hjá Peturi Mohr at syrgja fyri, at tann trúgvin aftur fær gróðrarlíkindi á liðnum
UPPTAKT Tað er møguleiki fyri, at NSÍ undan síðsta umfarinum kann vinna seg fram á bronsuplássið. Tað gera teir, um teir á heimavølli fáa fult móti ÍF, og um Skála tapir á Eiði. Hvørjar vánirnar hjá NSÍ [...] B36, og so fer FM heitið fyri fyrstu ferð til Runavíkar, tí NSÍ er omaná í innanhýsis uppgerðunum við B36. Men alt hetta er spæl við tølum, undirstrika teir í Runavík. Tað snýr seg nú um avbjóðingina móti [...] NSÍ annars fara at vera, valdast um úrslitini í øðrum dystum: - ÍF stendur seg ofta væl móti NSÍ og serliga í Runavík. Vit vunnu akkurát 2-1 í Fuglafirði, og í Runavík endaði tað fyrr í summar 1-1. Tí savna
hevur Christian Høgni gjørt, og nú vísti hann seg aftur at vera orduliga á toppinum. Tað fegnist eg um. Hvussu verður nú? - Úrslitið á Skála lagaði seg væl fyri okkum. Vit eru fýra stig frá teimum báðum fremstu [...] at ferð rættuliga er komin á Christian Høgni Jacobsen, eftir at hann hevur stríðst við at koma fyri seg. Hann sleit krossbandið í fjør. - Christian Høgni hevur verið sera miðvísur og treiskur. Tað er [...] heimavølli, og tað er hesa uppgávuna, sum vit hava fokus á. Tað verður nógv tosað og mett um vánirnar fyri hesum og hasum. Hjá okkum ræður um at halda okkum til næstu avbjóðingina, og hon er móti B36. Tann