so eru tey eisini atvoldin til, at einki kemur burtur úr nøkrum samráðingum við danir. Men við at velja hann aftur til formann, so hava tey givið honum tað álit, sum skal til fyri at hann longu komandi [...] Nyrup ikki fer at liva upp til andan í tí skjali hann og Eidesgaard hava skrivað undir, so er greitt, Eidesgaard til ta tíð fer at fella eina javnaðarstjórn, tá fyrsta høvið býðst. [...] vitað, at stór ónøgd er millum hansara egnu við hansara leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er
samstarvið millum hesar flokkar, sum gjørdi sítt til, at vit fingu vinnuliga nýskapan í tríatiárunum. At vit fingu almannalóggávuna í fimti árunum. At vit fingu fíggjarliga møguleikar at endurnýggja fiskiskipini [...] fær eina avtalu við Sentrumsdemokratarnar og Kristiliga Fólkaflokkin ella ei - so kann hann vera við til at slóða fyri, so almennu Føroyar og stjórnin fáa eina semju um endurgjald fyri bankabjargingarnar [...] fiskiskipini í fimti- og sekstiárunum. At vit fingu tann grunn, sum skapti møguleikar at byggja upp føroyska vælferðarsamfelagið um sama mundið. Ein javnaðarpolitikkur, sum veruliga gjørdi enda av rakárunum
hond á eitt slíkt sakligt og frítt orðaskifti. NÚ útlit eru til, at vit føroyingar kunnu fáa ein meira fjølbroyttan búskap ella sum tikið verður til: nú búskapurin fær fleiri bein at standa á ? nú oljan er [...] er í eygsjón ? hevur tað verið okkara vón, at vit fingu orðaskiftið í samfelagnum uppá á eitt hægri støði, tvs. at vit við byrjanina til eina so stóra og kollveltandi vinnuliga og mentanarliga avbjóðing [...] avbjóðing kundu fáa fólk við ymsari bakgrund at geva sítt íkast til tjakið. Merkiliga lítið hevur verið tjakast í sambandi við oljulóggávuna. Og nú føroyingar eru farnir at seta pengar sínar í oljufeløg verður
løgmaður ger av at skriva út val til løgtingið nakrar mánaðir, áðrenn valskeiðið gongur út! LØGTINGSVAL eigur at verða í juli, men tað er neyvan hugsandi, at løgmaður fer at bíða til tá. Hann hevur sagt, at hann [...] skrivaði út val at vera sum skjótast. Víst varð á, at tað líkist ongum, um tingmenn nú fara at brúka høvið til at leggja tinguppskot fram bara fyri at brúka hesi sum valagn. At tingmenn komandi tíð fara at brúka [...] leikpallurin er løddur til val. TAÐ er sjálvandi eisini rætt at taka eitt val uppá tað tíðarskeið, sum er farið og uppá tey stóru málini, sum annars leika á í samfelagnum. Tí er rætta høvið at taka valið nú
hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag, ella til eitt samtak við fleiri [...] oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir. ENN er fullkomiliga ógreitt [...] vinnuliga, sosialt, búsetingarliga og mentunarliga. HETTA mugu vit eisini hugsa um og fyrireika okkum til, eins og allar avleiðingar ? positivar og negativar ? mugu greinast út.
gransking innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag, eisini soleiðis, at vit kunnu koma burtur [...] eftirbátur á granskingarøkinum. Tað er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum [...] fortreytunum fyri gransking av ymsum slag. MEN sum eitt lítið oyggjasamfelag úti í Atlantshavi við atgongd til nakrar av mest týðandi fiskastovnunum og heimsins reinasta sjógv eru Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil
kunnu vit ikki annað enn taka til okkara. Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess at skilja orðini. Kári Cool sipar til tøkniligu menningina, sum við [...] heimasíðu míni!« - altso á Internetinum. Tað eru nú gott og væl tvey ár síðani, at føroyingar í Føroyum fingu høvi at »surfa« á internetinum, ella »at rógva út«, sum málfrøðingarnir vilja hava okkum at siga. [...] tey komin eftir, at hetta ikki er tann stóra inntøkukleldan hjá bløðunum - men heldur ein tænasta til lesaran. Men hjá einum føroyskum blað er øðrvísi: Ein føroyingur, sum býr uttan fyri landoddarnar -
Tað eru í summar liðin seks ár síðani, at vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt. Føroyingar [...] verið samdir í hesum máli. Summi meina, at rúsdrekka fullkomiliga skal verða givið frítt, onnur mæla til varsemi, meðan uppaftur onnur vildu varðveita nøkulunda ta skipanina, sum var. Kortini kunnu vit í [...] gerast við máta - og ikki minst við skili. Vit vita væl, at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur mælt til ikki at lata fleiri skeinkiloyvi í Tórshavnar kommunu. Men samstundis vita vit, at fólk fara ikki at
verður teinurin til Esbjerg ov drúgvur, og tí verður siglt til Hanstholm. Vit mugu bara vóna, at henda broytingin í Danmarkarsiglingini verður brúkarunum og sjálvandi eisini Smyril Line til vildar. At tað [...] Hetlands og Føroya eiga fyrst og fremst at koma fólkunum her búgva til góða. LATIÐ okkum brúka hetta høvið, sum Smyril Line og Norrøna geva okkum til at byggja upp nakað konstruktivt og positivt, bæði á tí me [...] s hvíta drotning, ?Norrøna? stevnir inn á Havnina, plagar at verða tikið til, at summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki í, at Smyril Line
Tinganes at umsita luft, í hvussu er á tí ríkisrættarliga økinum. At tað ikki ruggar rætt í samgonguni fingu vit longu eina kenslu av sunnudagin, eftir samgonguskjalið varð undirskrivað. Vit gjørdust øll kløkk [...] avgjørdum Anfinni Kallsberg, sum - soleiðis kendist tað - við hesum vildi koma við eini proklamatión til Føroya fólk, har hann kraftiga undirstrikaði, at ongar broytingar verða gjørdar í ríkisrættarligu [...] gott og ilt. Út frá tí, sum er komið fram, eftir at samgonguskjalið varð undirskrivað, freistast ein til at halda, at fólkaflokkurin (saman við Helenu & Co.) veruliga hevur telvað tjóðveldið í skák mát. Í