bar orð fyri at leggja nógv fyri, sum mangur føroyingur gjørdi – og farið var bert í bát við árum og segli. Tá vórðu nesmenn, sum føroyingar flestir, allir við stórum bátum um háveturin og til várróður [...] Tá ið várróðurin var fyri, róði Nesbáturin sum oftast norð á hav. Tá ið farið var, og tað viðraði, vóru teir heila viku frá húsum og avreiddu teir fiskin, sum tað best lá fyri. Sum oftast avreiddu teir [...] prógvar ein onnur ferð. Jørgin var biðin at fara til Klaksvíkar við einum brævi og hava skrivligt svar aftur við sær. Hann fór við synum sínum við báti norður fyri Bjørg. Teir høvdu snøri við. Komnir norð á
vóni eg, at fyrireikararnir eisini fara at skipa fyri slíkari kapping fyri menn, sigur Sóleyð. Miss Galaxy Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri slíkari Miss Galaxy kapping í Føroyum. Í kappingini [...] hevur verið síðani. Í fyrstu viku í juli skal Sóleyð til Spania, har hon skal luttaka í evropeiska meistaraskapinum. Og í september gongur leiðin til Kina at kappast í heimsmeistaraskapinum. Sóleyð ásannar [...] avbjóðingar, men hon er glað fyri at hava fingið møguleikan at umboða Føroyar í stórum kappingum. ? Nú eg havi fingið møguleikan at umboða Føroyar, skal eg hava eitt heiðurligt úrslit í EM og HM. Tí ætli
tann nærlagdi búskaparfrøðingurin hann var, fór hann altíð eyðmjúkur til verka við virðing fyri vísindini, og hann var tí førur fyri at leiðbeina sínar starvsfelagar í flestu málum. Bókaframløga fríggjadagin [...] innihaldinum í hvørjari grein sær. Hetta minnisritið, Jóannesi Jacobsen, lektara á Fróðskaparsetrinum, til heiðurs, er eisini fyrsta bókaútgáva, sum hevur røtur í vísindavirkseminum í útbúgvingini í búskaparfrøði [...] soleiðis um Jóannes Jacobsen: “Øll virdu Jóannes fyri hansara ósvitaliga integritet, hansara óvíkiligu ærligheit, hansara holla vísdóm og ikki minst fyri púra avgjørda stavnhaldinum ímóti optimalu loysnini
leggur fyri á klaverinum. Hon fer, eftir egnum ynski, at framføra tær so víðakendu Diabelli-variatiónirnar fyri soloklaver leygardagin 27. august kl. 19.30 í Læraraskúlahøllini. Konsertin er til heiðurs [...] heiðurs fyri listamálaran Eyvind Mohr, sála, ið var vinmaður Elisabeths. Eyvindur yndaði allan góðan tónleik og serstakliga Beethoven. Sunnudagin verður so konsert við næmingum á Tórshavnar Musikkskúla, ið hava [...] . Henda konsertin verður sunnudagin 28. august kl. 16.00 í Læraraskúlahøllini. Ókeypis atgongd er til báðar hesar konsertirnar. Mikudagin 31. august kl. 19.30 verða so tey bæði at hoyra í Norðurlandahúsinum
men hann hevði tó eitt langt arbeiðslív. Tórur fór til gravar úr Vesturkirkjuni. Nógv fólk vóru komin til jarðarferðina at vísa Tóri tann seinasta heiður. Byrjað varð við at syngja sálmin, Eg sigla man yvir [...] at fara av skipinum, sum ikki stóð til at bjarga. Eftir hesa hending fór Tórur um heystið til Grønlands við línuskipi. Hesin túrur bleiv nakað drúgvur, tað dró út til fyrstu vetrardagar, har kuldin setti [...] mínir longur aftur. Aftur til ungdómsárini. Tórur sleit sínar barnaskógvar úti á Heyggi á Selatrað. Sum drongur var hann við í leiki og fyrifallandi heimaarbeiði, sum hoyrdi til eitt húski í hálvtrýssunum
eg minnist til Eirik, var at hann var HB'ari um ein háls og plagdi at vera í Gundadali og hyggja, tá HB spældi, Eirik, Jákup og Atli vóru vinmenn og fylgdist næstan altíð, í hvussu so er til fótbóltsdyst [...] minnist sera væl tann dagin. Eirik, Oskar og eg smíðaðu saman tá og vóru vit bodnir út til svigarforeldrini hjá Eiriki til morgunkaffi. Tað var ein glaður og stoltur pápi. Eirikur nevndi onkuntíð, hvussu heppin [...] hoyri teg fyri mær, tá tú fortelur um tá tit sviðu seyðarhøvd, og fingu sveisieygu av ljósrørinum. Eirikur og Leila fingu fýra børn saman, Barbaru, Herdis, Astrid og Ronju, eisini tóku tey Fíu til sín, eftir
styrki til at liva, hóast lívið síðstu árini mangan mundi kennast tungt, bæði til sálar og serliga til likams. Fyri fáum døgum síðani, tá vart tú sera veikur, komu “tey á Váli” inn at syngja fyri tær. Tey [...] ein ómetaligur uggi fyri meg. Babba var farin, men babbaba var her framvegis og kundi fylgja við í lívi okkara og síggja børn okkara vaksa til. Takk fyri løturnar, Olaf. Takk fyri stuttligu løturnar, tær [...] glað. Hvør ein gáva at geva beiggja sínum. Ein nýggjan møguleika fyri at liva eitt vanligt lív. Takk fyri at tú gavst av tær sjálvum, fyri at hann skuldi fáa ein nýggjan møguleika. Hetta lýsir, hvussu góður
á jarðarferðina. Niðan fyri endurgeva vit sang, sum upprunaliga var yrktur til lítlan drong, ið varð nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaða Turið: Lítla [...] hava vit altíð følt okkum vælkomnar. Abbabeiggi tín, Olaf, segði tað so væl, tá ið tú fyri seinastu ferð, kom heim til Søldarfjarðar, at tú nú endiliga var sloppin úr tínum neyðarsliga likami, og kann veruliga [...] tær tann seinasta heiður, Turið. Orð eru fátøk í slíkari støðu, men prestur segði alt so væl. Hóast stutt skoðsbráð, megnaðu Jens Marni og Kim við vakra sanginum, sum var yrktur til Turið, saman við Vox
ein stuðul fyri onnur sjúk og hevði sambond við fleiri teirra aftaná sjúkralegu. Eg vil takka, tær Sonna, fyri at vit kendust og fyri okkara vinskap. Eg veit, at hetta eisini er galdandi fyri okkum allar [...] hartil sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt sá so fagurt út fyri framtíðina, men inni í honum reiðraðist lagnusjúkan, meðan Sonni vaks seg til raskan mann. Sum stórur smádrongur fekk Sonni ávíst, at hann [...] honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr í Onglandi. Heidi, sum giftist til Klaksvíkar og Vilbjørg og Jóhannes Einar
hann til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti lív hansara fullkomiliga, og hann gjørdist eitt livandi vitni fyri Harran [...] lívsstarv hansara, sum hann røkti til lítar í útvið 40 ár, arbeiðssamur uttan nakrantíð at gerast verðsligur, tí hann gjørdi alt sum fyri Harran og ikki fyri menniskju. Tað er undurfult og stórt [...] merkismaður, ein andaligur vegleiðari og ein faðir andaliga sæð fyri meg, sum hann var fyri so mong onnur. Minnið um Osvald bróður, hirðan fyri Guds fólki og evangeliumsboðaran, sum setti góð spor eftir seg