virksemi liggur aftanfyri. Hetta fer at virka hóttandi móti sjálvberandi búskaparligum vøkstri. Tað kann kanska vera, at 100 ella 150 mió. sum gáva fløva eitt stutt bil, men tað drepur fyritakssemi sum frá [...] er tó fegin um nógv av tí, sum komið er í samgonguskjalið. Eitt nú flatskattin: Um tað eydnast at fáa hetta málið avgreitt nøkulunda í samsvar við ætlanina, verður tað ein stórbroyting til tað betra [...] betra í búskapargongdini. Eg ivist ikki í, at sum tíðin líður, tað vil siga um 2-3 ár, vil hetta verða ein avgerandi partur av drívkraftini til sjálvberandi búskaparligan vøkstur í føroyska samfelagnum. Allir
eisini kann verða ein umhvørvis tilbúgvingarstøð, sum skal umsita útgerð til at fyribyrgja oljudálking og til at reinsa aftur, tá ið vanlukkan er hend. Hann ætlar, at talan skal verða um ein felagsskap við [...] tilbúgvingini navnið T BáS, sum stendur fyri TilBúgving á Sjónum. Eli Lassen hevur longu gjørt drúgvar fyrireikingingar og í hesum sambandi hevur hann havt fundir við ymsar partar, sum kunnu hugsast at hava [...] samband við fyritøkur, sum gera útgerð av øllum handa slagi til umhvørvistilbúgving Stjórin í ASB sigur, at hann hevur eisini fingið tilboð upp á ymsa útgerð og tey vísa, at prísurin liggur heilt frá fimm, upp
hann segði endaliga farvæl sum stjóri á Strandferðsluni. Fríggjadagin var móttøka á Strandferðsluni á Tvøroyri í sambandi við stjóraskiftið, har Dánjal Andreasen legði frá sær sum stjóri og Bogi Mortensen [...] nevndi hann Vaktar og Bjargingartænastan og Magnus Heinason, sum hevur royndarfiskiskap fyri Fiskirannsóknarstovuna. - Hetta er virksemi sum natúrliga kann verða lagt saman við Strandferðsluni í Suðuroy [...] metti eisini, at eitt stórt, alment reiðarí, sum fevndi um øll skipini hjá tí almenna, hevði givið fleiri fyrimunir við stórrakstri. - Tað hevði givið okkum ein fíggjarligan fyrimun í øllum keypi til stovnin
av. Fyrru ferðina var tað Strálan, sum leyp avstað, og seinnu ferðina vóru tað teir í Hvalvík/Streymnesi, sum fleiri av undanfarnu árunum plagdu at vera so óførir, sum lupu avstað, tá startdómarin hevði [...] klaksvíkingar, sum í hinum róðrunum høvdu verið rættuliga spakir, seg fram á annað plássið. Hesa ferð var tað kanska ikki so óvæntað, men teir umborð á Páll Fanga megnaðu enn eina ferð at syfta ein favoritt [...] hetta skuldi verða róðurin, sum vestmenningar skuldu vinna í ár, men tá teinurin var hálvrógvin, gjørdist tað alt meiri týðuligt, at leikluturin hjá Fortununi var at vera hara, sum teir plaga at taka til í
øllum førum ein sigur á V´FI, sum enn hevur teoretiska møguleikan fyri gullinum, men sum hinvegin helst má ásanna, at í ár verður talan bert um silvur. Alt hetta er tó bert tos fyri VB. Tað, sum tær skulu [...] sannføra leikararnar um, at tað er hesin dysturin ? og bara hesin ? sum hevur alt at siga. Bronsan enn opin StÍF er í løtuni liðið, sum liggur best fyri í bronsustríðnum, men tapa tær dystin í Vági, letur hetta [...] hesum skapa tær í VB tó ikki sjálvar. Hesar verða skaptar í Havn, har VÍF er á vitjan hjá Neistanum. Ein dystur, har VÍF vanliga hevur havt góð úrslit, og har tær avgjørt eru favorittar aftur í ár, men hinvegin
Skúlaskapur Viðareiði: Skúlin á Viðareiði er ikki sum hon skal vera í løtuni. Tað er framvegis tann nógv umstrídda savnsrøktin, sum spøkir. Føroya Kommunufelag tók fyri jól undir við semjuni um savnsrøktina [...] ikki til fulnar. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag sigur, at hetta kann ikki vera ein spurningur um pening. ?Hetta er ein spurningur um negativan hugburð mótvegis skúlanum. ? Men niðurstøðan er, at kommununan [...] veit, er Viðareiðis nú einasta kommuna í landinum, sum enn setir føtur í spenni og ikki vil betala fyri savnsrøktina. Hetta hevur annars verið eitt mál, sum tað hevur tikið nøkur ár at loysa. Men fyrst varð
útbúgving á sama fóti sum danskarar og við somu møguleikum til undirvísingarstuðul sum teir. Tit taka okkara sjálvsagda rætt at fáa viðgerð á donskum sjúkrahúsum. Tit taka okkara rætt at sigla sum skiparar við [...] Danmark uppá gott og ónt í nógv hundrað ár, og eins og í einum hjúnaskapi eru bæði góðar og ringar tíðir. Tit eru nú í gongd við at sundurlesa hetta hjúnaskapið, sum í mótsetning til eitt vanligt hjúnalag, aldrin [...] fleiri sær at nýta sítt otium í Føroyum, men hava tá ikki somu rættindi sum aðrir føroyingar, t.d. valrætt. Hinvegin skulu danir, sum búgva í Føroyum, eisini velja, og eg veit, at nógvir av hesum ikki vilja
málið. Hon sigur, at tað er hetta, sum hon hevur sett sær fyri. – Og tað er tað, sum eg fari at hava fokus á. Men tað sum er nógv týdningarmiklari er, at vit finna ein leist fyri, hvussu vit vit útføra [...] Tórshavnar býráð, tá vit spyrja hana, hvat hon ætlar at gera við kirkjuna á Argjum, sum nógv ósemja hevur verið um, og sum hon og fleiri onnur í Tjóðveldi eru og hava verið ímóti skal byggjast á økinum oman [...] skal eg ikki fara uttanum. Tað er komið øgiliga langt í hesi tilgongdini, og tað sum eg havi sett mær fyri, og tað sum eg havi boðað samgongulimum frá er, at eg ætli mær í dialog við kirkjuráiðð og við
fekk í 1987, og sum amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin í Nólsoyarfirði fekk í dag. – Hatta eru okkara vinir. Teir sum verja okkum, segði Jenis av Rana um kjarnorkurikna kavbátin, sum var komin í Nól [...] í dag. Eingin mótmælir, at ein kjarnorkurikin amerikanskur kavbátur vitjar í Nólsoyarfirði, og eingin hugsar um somu løgtingssamtyktir um Føroyar sum kjarnorkufrítt øki, sum harvið kunnu vera brotnar. [...] Hóast bløðini tá í tíðini fleiri ferðir skriva um samtyktirnar sum »Føroyar sum kjarnorkufrítt øki«, so er rætta orðingin helst »Føroyar sum kjarnorku VÁPNA frítt øki«. Men hevur kavbáturin í Nólsoyarfirði
liðugt á bryggjuni á Toftum. Tað er partafelagið Regn, sum hevur bygt virkið. Tað er eitt ár síðani teir keyptu høllina, sum virkið er í. Tá var tað bara ein skrokkur. Men síðani hava teir innrætta høllina og [...] fiskavirki, saman við skyldmonnunum, nú hann læt seg pensjonerað í politikki. Vit eru sum sagt tríggir, sum eiga tað. Og eg, sum eri 68 ára gamalur, eri yngstur. So tað er ikki rætti aldurin at fara undir nakað [...] trukkrúm, skrivstova til arbeiðsformannin, slúsa o.s.fr. Tað, sum er eftir at gera eru kølirúm og frystirúm. Hetta er eitt hús, sum lýkur øll krøv, sum í dag verða sett til fryst og fekst, sigur Jogvan Ingvard