verða tiknar í tólvta tíma. Tað sigur Eyðstein Poulsen í Klaksvík, sum er reiðari á frystilínuskipinum Ågot, ið júst hevur gjørt ein góðan túr undir Føroyum. Men, hvussu er reiðarin nøgdur við árið hjá [...] soleiðis sum tað nú lagaði seg. Hinvegin heldur Eyðstein Poulsen, at tað er ógvuliga trupult at spáa um framtíðina. Tað eru tríggjar vikur eftir til ársbyrjan, og tað eru nógvir brikkar, sum skulu fella [...] tað er eitt óneyðugt irriterings-moment, at alt hendir í tólvta tíma, og at tú sum fiskimaður ongantíð veitst, hvat liggur fyri framman.
Havn, tá tær vitja hjá Kyndli. Um tær vinna heimadystin ímóti Neistanum, so er hetta eisini ein dystur, sum skal vinnast, um tær skulu halda fast í vónini at fanga Neistan aftur. Leggjast skal tó afturat [...] kappingin um seinasta plássið í hálvfinaluni rættiliga stór. Í løtuni liggur StÍF á fjórða plássi við fýra stigum, meðan Kyndil liggur aftast við tveimum stigum. Hesi bæði liðini skulu eisini í dyst hetta [...] har StÍF tekur ímóti Stjørnuni. Sunnudagin vera eisini tveir dystir á skránni. Annar teirra verður ein rættiligur toppdystur, tá tey bæði ovastu liðini møtast í Klaksvík. Her tekur Stjørnan nevniliga ímóti
mannaðar og hvør flytur niður. Sum støðan er í løtuni, hava TB og Mjølnir ein lítlan fyrimun fram um Drátt, sum eisini er við har frammi, tí tey bæði feløgini hava spælt ein dyst minni. Men allíkavæl er [...] Sørvági hevur eingin veruliga fingið gjørt nakað við SÍ, sum bara hevur tapt tann eina dystin, ið var á útivølli ímóti TB. Men trýstið liggur á Mjølnir, sum óivað fer at gera sítt besta, tí tvey óvæntað stig [...] stig er millum nummar tvey og fýra. Tveir torførir dystir SÍ, sum alt kappingarárið hevur verið oddalið, tekur í Sørvági ímóti Mjølnir, sum fyri tað nógva hevur verið næstfremst, men síðstu tíðina hevur
hevur nóg mikið við at hugsa um sín dyst, og hann roknar ikki við at vinna FM. - Vit hava ein truplan dyst ímóti ÍF, sum stríðist fyri lívinum, og tí skulu vit hugsa um at vinna okkara dyst. Eg verði sera, [...] felagið er tvey stig frammanfyri HB, og harafturat hevur EB/Streymur eisini 11 mál betur málmun. HB liggur í hølunum og lúrir og kann strúka við FM, um EB/Streymur snávar í seinasta dystinum leygardagin.
fingin at virka, so vit flyta mánadagin sum ætlað, sigur virkandi stjórin, Jákup Danielsen. Sjálvur flytir hann suður við, eins og eisini onkur annað starvsfólk, sum hevur selt hús fyri at fara til Suðuroyar [...] Hann er annars stak væl nøgdur við viðurskiftini, sum Strandferðslan nú flytir til. Hølini eru framúr væl egnað, umstøðurnar eru fínar og bygningurin liggur væl fyri. Hetta fer vónandi at seta eitt sindur
lansera sterkt øl oman fyri 5,8%, men enn verður bíðað eftir løgtinginum, sum skal avgreiða avgjaldið á sterkum øli. Minni enn ein vika er eftir, til loyvt verður at selja øl við óavmarkaðari alkoholstyrki [...] at hjá teimum er alt líka ógreitt sum hjá øllum øðrum. - Okkara uppskot, um málið ikki er avgreitt áðrenn mánadagin, er, at brúka avgjaldið á øli oman fyri 4,6%, eins og TAKS mælir til. Og tað merkir eitt [...] eitt lægri avgjald enn tað, sum liggur í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur Allan Skaalum. Hann sigur, at Rúsan er partur av almennu skipanini, og koma boð úr Vinnumálaráðnum hendan vegin ella hin
vilja síggja, hvussu verður. Ein annar trupulleiki, sum stingur seg upp, er rognini. Vísir tað seg, at fiskur verður settur út í framtíðini, er væntandi, at rognini verða ein trupulleiki. Men fyribils er [...] bankarnir eru í eini bíðistøðu fyri at vita, um politiskt tiltøk verða framd, sum kunnu stuðla uppundir alingina. Eitt annað, sum eisini er tengt at vælvild hjá lánistovnunum, eru prísútlitini á aldum laksi [...] prísirnir fara, men onkrar ábendingar eru um, at prísirnir møguliga fara at hækka nakað, sum várið líður. Men fyribils liggur alt í óvissu. Alt í andaleypi Fleiri smoltstøðir hava latið aftur. Summar eru givnar
plantu- ella djóraslag er í økinum, skal ein møgulig útbygging ikki fara fram. Ein planta er mist Hetta er kortini hent við Eiðisvatn, tí har var ein planta funnin, sum er heilt serlig. Orsakað av, at Eiðisvatn [...] verður sagt, at tað er gott og neyðugt at gera tingini á ein demokratiskan hátt, men í veruleikanum verður hetta ikki gjørt. Tað átti at verið hildin - ein hoyring - fyri fólkini á staðnum, og øðrum áhugaðum [...] asáttmálanum, og tí at tað er rætt, at fólkini á staðnum verða hoyrd. Tað eru tey, sum verða mest ávirkað av tí, sum verður gjørt í teirra nærumhvørvi, og tí mátti tað verið sjálvsagt at tosa við tey um
tað er alt meginøkið, sum liggur myrkt. Tað vil siga at alt landið, heilt úr Svínoy, suður til Dals og Vestur í Vágar, sum liggur myrkt. Tað, er bara Suðuroy og nakrar útoyggjar, sum hava streym. Enn veit [...] Jacobsen ikki, hvat brek, talan er um, men hann væntar, at tað liggur onkustaðni á Sundsverkinum. Hann væntar eisini at streymurin verður aftur um ein hálvan til eina tíma frá nú, klokkan 20.15.
nógva av landinum, tá ein av motorunum á Sundi steðgaði, og trygdarskipanin eftirfylgjandi steðgaði hinum motorunum eisini. ? Tað var ein trupulleiki á Sundsverkinum, sum gjørdi, at ein moturur steðgaði, og [...] og eftirfylgjandi steðgaðu hinir eisini. Trygdarskipanin, sum verjir teknikkin, gav eitt stoppsignal, so allir steðgaðu, segði Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, fyri einari løtu síðani við útvarpið [...] hjá Kringvarpinum. ? At alt steðgar, er fyri at feilirnir ikki skulu forplanta seg til útgerðina, sum vit annars hava. Vit fáa fleiri fylgjandi feilir og missa tí so nógva orku, at vit klára ikki at lofta