skrivaði Javnaðarflokkurin. Men tað sum ikki samsvarar við henda pástandin er, at flestu uppskotini sum samgonguflokkarnir hava lagt fyri løgtingið, eru uppskot sum undanfarna landsstýri hevði fyrireikað [...] kallast “ein nýggj politisk kós”. Víðari skrivar Javnaðarflokkurin, at løgtingið júst hevur samtykt eina fíggjarlóg “við skili í”. Hetta sigur flokkurin, hóast talan í stóran mun er um sama uppskot, sum undanfarna [...] eingin politikkur í. Størstu broytingarnar sum eru gjørdar síðani í heyst eru á inntøkusíðuni. Millum annað hevur Bank Nordik gjørt av at býta út eitt vinningsbýti, sum gevur landskassanum 52,5 mió. krónur meira
Byrjað verður við at velja lit, sum síðani legst sum bakgrund á teimum puntum, ein vinnur. Til ber alla tíðina at síggja hvussu nógv stig ein skal fáa, fyri at vinna ein punt, og tá fleiri av spølunum eru [...] familjuna so væl, sum eingin annar. Fyrst var tað hitt trivial-pursuit líknandi ferðaforritið Backpacker, har ein skuldi ferðast jørðina runt við at svara spurningum, og nú kemur so spælið Teazle, sum gevur allari [...] m royndir. Til dømis terningin hjá Rubik ella Thinker, har ein skal seta 16 smærri terningar í nummarrøð, men har tað trupla liggur í, at ein bert kann flyta eina heila røð í senn. Har eru fleiri spøl
hava vit upplivað ein margháttligan og harðrendan almennan starvsfólkapolitikk. Ein politikk, sum er eyðkendur av andsøgnum og illvilja mótvegis yrkisfelagsskapunum og fakfelagsrørsluni sum heild. Andsøgnirnar [...] rlitinum er ein løgin søga. Tað gamla og hátt virda yrkisfelagið, Maskinmeistarafelagið, hevur stríðst fyri at fáa sáttmálaviðurskiftini á vaktar- og bjargingarskipunum í rættlag. Sum ein liður í hesum [...] innast í verki. Hvat liggur aftan fyri atburðin móti Maskinameistarafelagnum? Er hetta ein avleiðing av, at løgmaður hevur avreitt starvsfólkapolitikkin? Er hetta hevnd? Er hetta ein gerð til skrekk og ávaringar
útviklingi, sum hevur verið, og hvat markinum viðvíkur, so var tað uttan iva ein rættvíst loysn. Soleiðis sum gongdin hevur verið í altjóða rætti, so eru fleiri marknatrætur, sum hava verið fyri ein dómsstól [...] seg til bæði mál og mentan. Fór síðani at lesa búskap á Aberdeen University, ein útbúgving, sum hevur tikið fýra ár og sum hann bleiv liðugur við í summar. Hann hevur verið so mikið heppin, at hann hevur [...] Petroleum Economic Concultance). Hann arbeiddi sum trainee hjá Lasmo seinasta summar í bæði Aberdeen og London. Var eisini eina viku offshore. -Tað, sum nú liggur fyri framman, er at prógva meg sjálvan innan
roykvarnarir fram fyri Fiskimálaráði, sum stendur fyri allari tilbúgving í Føroyum. Bjørn Kalsø sum er landstýrismaður í fiskivinnumálum játtar, at tey arbeiða við hesum, og at ein lógarbroyting á hesum øki kann [...] mest eru eldri fólk sum doyggja í eldibrandi, men tølini úr Danmark vísa, at tað vóru flest fólk í aldursbólkinum 30-49 ár, sum doyðu. Í Svøríki hava tey hagtøl yvir hvussu nógv, sum eru deyð í eldibrandi [...] eldibrand. Nógv av teimum, sum settu eld á við sigarettum vóru eisini rúsevnisávirkaði, vísur henda kanningin frá svenska Ræddningsverket. Fakta Roykalarmur - Ein skal hava minst ein roykvarnara á hvørjari
Nýggjársaftan er ein týðandi dagur og eitt stórt kvøld í Vági, og hetta er ein dagur, sum flestu vágbingar gleða seg til. Nýggjársaftan helt borgarstjórin, Dennis Holm, saman við familjuni. - Her er nógv [...] eru komin inn í 2020? - Nei, eg eri ikki ein av teimum mongu, sum geva nýggjárslyfti, og soleiðis verður heldur ikki í ár, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, sum at enda ynskir øllum - bæði nær og fjar [...] heiðursportur setast upp, eldur setast í blikkini, og hetta er ein partur av hátíðardáminum á nýggjársøkinum við Sandin. - Tað er altíð ein stór og hátíðarlig løta, tá faklagongan kemur vestur gjøgnum býin
kemur væntandi eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing á eini leið millum Skotland og Føroyar. Júst hvar leiðin liggur er enn óvist. Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. [...] til 10 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um dagin millum 5 og 8 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein sunnan og øtlar [...] hitastig. Leygardagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, men makar síðani vindin. Skýggjað og sum frá líður regn ella ælaveður av og á. Um náttina øtlar
katólska kirkuleiðslan fer at herða hesa kós munandi. Aftan fyri hetta liggur ein djúpur ótti fyri broytingum. Katólska kirkjan er sum so mangar stovnur í hesum tíðum undir sera stórum trýsti. Støðan í triðja [...] kirkja ein søguligan møguleika til at broyta seg og til at átaka sær ein leiðandi savnandi, etiskan og demokratiskan politiskan leiklut í eini spjaddari og ótryggari verð. Konklavan kundi havt valt ein mann [...] mann úr triðja heiminum og harvið sent eitt signal til allan heimin - ein boðskap, sum segði, at katólska kirkjan nú fór í part við teimum kúgaðu, teimum fátæku og veiku. Men gomlu troyttu menninir vóru
tók eina støðu.Sum ein eldri luttakari segði: - Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag. So halt tú bara á at skunda undir, Katrin Dahl. Stubbi: Ynski um líkbrenning Líkbrenning er ein møguleiki í [...] at tað vóru fleiri øki, sum vóru brúkilig til kirkjugarð. Listin hjá býargartnaranum var hesin: Dalurin Langi, sum er settur av til frí- og frítíðarøki. Hetta øki er tað, ið liggur nærmast Hoyvíkar Kirkju [...] Kirkju, bara 400 metrar burturfrá. Kúrdalur, sum liggur oman í móti Fornminnissavninum í Gomlu Hoyvík, er eisini ein møguleiki, har er sera vakurt og frítt. Eitt annað vakurt og kanska meira fjálgt stað er
lan verður sum altíð leikt í Havn, men hetta merkir ikki at Kyndil hevur nakran serligan fyrimun, tó at tað ikki ger støðuna verri, sum venjarin tekur til. Hann vísir á, at helst vera eins nógvir vestmenningar [...] Bárður Johannesen tók við sum venjari undan hesum kappingarárinum, so hann var ikki sjálvur við tá ið Kyndil misti bæði FM- og steypafinaluna móti VÍF. Leygardagin verður enn ein finala á skránni móti VÍF [...] hevndarhugur helst liggur í leikarunum. -Tær, ið vóru við í fjør eru sera spentar at vita um tær ikki kunnu fáa eitt betri úrslit hesaferð, sigur venjarin, men ásannar at tað er ein trupul uppgáva. -Vit