fáa sær, og uttan mun til hvat starv tey hava, so ber tað ikki til at fáa meira í løn enn tað sama. Arbeiðsgevin rindar 10% av lønini, meðan tað almenna rindar tað írestandi upp til 22.000 krónur. Men eftir [...] egingjaldið til heilivág, ið vil siga at fyri nógv fólk sum bera brek, so ætlar samgongan bæði at minka lønina og samstundis at hækka útreiðslurnar hjá teimum. Lógaruppskotið leggur upp til, at markið fyri [...] fyri ískoyti frá tí almenna til fólk, sum longu hava tillagað starv, minkar frá 22.000 krónum um mánaðin til 19.900 krónur um mánaðin. Hendan broytingin rakar tey harðast, sum bera tey brekini, ið niðurseta
løtan sum ikki er ring er góð" plagdu teir gomlu at siga. Og tað kann sanniliga sigast um vakra málið Ole Erik Midtskogen skoraði fyri KÍ, tá hann fekk spenning í dystin aftur við at skora til 2-1. Málini hjá [...] Sean Murray 33. 2-0: Daniel Cleary 48. 2-1: Ole Erik Midtskogen 66. 3-1: Daniel Kelly 79. HER ber til at síggja og hoyra málini við írskum frásøgumonnum, og teir vóru sanniliga hugtiknir av málinum hjá
inn í bringuna og alt koyrt í ein plastposa, og so í ein góðan ryggsekk og til gongu. Hetta ger tað munandi lættari at fáa til hús og í hjallin, har tað helst skal hanga í eini tvey samdøgur. Góður matur [...] stuðla undir at gera nakað burturúr og savna familjuna til eina gjóða máltíð. Einki er jú sum føroyskt lambskjøt, og verður tað rætt handfarið og gjørt til fæst ikki betri biti. Ikki minst tá tað úr øllum ættum [...] kennir røddina á Jákup Paula. Seyðurin kemur rennandi til og væntar sær eitthvørt gott úr posanum. ##med2## Tá ið tað útvalda lambið er komið til, trívur Jákup Pauli eftir tí. Fylgið verður kveistrað burtur
Í gjár varð tvær ferðir ringt til løgregluna at boða frá ferðsluóhappi í Vágum og talan um umstøður av slíkum slagi, at koyrikortið hjá báðum bilførarunum er í vanda. Fyrru ferð var í gjáramorgunin, tá [...] hann rendi á bátavognin. Av trygdarávum fór eitt ferðafólk í bilinum undir læknahond til kanningar, men at síggja til var ikki talan um nevniverdan skaða. Løgreglan sigur, at bátavognurin er ein partur
frásøgnini vísir fyristøðumaðurin á, at í gamla bóndasamfelagnum vóru allir møguleikar troyttir til tess at útvega mat til húsarhaldið. Umframt teir 160 áseyðirnar, sum Koltur ber, høvdu koltursfólk eisini seyð [...] kring um í oynni. ##med2## - Vanligt var at hava tveir seyðir í Ærskor. Her er væl valla og ikki so ring at søkja. Men, ikki altíð hevur gingist so væl í hond, sum hendan dagin. Eitt nú sigur Niclas í Koltri [...] myndir, greiðir frá, at henda dagin vóru seks ungir menn við í Ærskor, og tað stóð ikki á at fáa seyðin til høldar. Hesaferð vóru tvey veðurlomb í Skorini, og tey vigaðu ávikavist 33 og 42 pund. ##med3## ##med4##
omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin. Umframt, at róð var aftur á ótrúliga avrikið hjá KÍ í Europa League undankappingi, so var eisini ring til formannin í Róin [...] millum KÍ og AB verður spældur nú sunnudagin, um enn tað ikki er optimalt fyri fyrireikingarnar hjá KÍ til stóra Europa League Play Off dystin móti Dundalk á útivølli komandi hóskvøld. Tróndur Arge og Agnar
venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. Ringt verður eisini til høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, ið fyrireikar seg saman við hópinum í Sofia í Bulgaria til dystin í triðja undanumfarinum í Europa [...] HB kann økja um frástøðuna til KÍ í oddinum í Betrideildini í kvøld. HB vitjar EB/Streym við Margáir í Streymnesi í kvøld klokkan 19. Bæði liðini eru skerd orsaka av Koronu, men semja er um at avgreiða [...] Tórsvølli i í sama undanumfari. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Dinamo Tblisi. HER ber til at hoyra FM1
at SAS gevst við at flúgva til Føroya 1. oktober. Høvuðsorsøkin er, at tað nú verður upp til flogfeløgini at taka gjald frá ferðafólki fyri koronukanning, áðrenn tey koma til Føroya. Fyri føroysku ferðavinnuna [...] er bara trý portur til Føroya. Tað eru Smyril Line, Atlantic Airways og SAS. Nú missa vit so eitt portur, og tað er keðiligt, tí tað handlar um at hava so góða atkomu sum gjørligt til Føroya, sigur Guðrið [...] ferðafólk við sær til Føroya. - Tey hava eisini søluskrivstovur kring allan knøttin, og hetta kemur avgjørt at síggjast aftur og merkjast í ferðavinnuni, at tey nú gevast. Ikki nakað ringt um Atlantic Airways
bleiv tað fyrsta, ið legði at við nýggju atløgubryggjuna í Havn. Ætlanin var tá, at skipið skuldi til Klaksvíkar at umlasta lastina hjá sær, men hetta verður nú gjørt á Havnini. Tað er Faroe Ship, ið er [...] mánadagin, og so vænti eg, at skipið fer avstað aftur sum skjótast, men um tað verður mánadagin er ringt at siga, sigur Joannis Moraitis. Ongar klagur um larm Yantarny hevur verið nógv frammi í miðlunum [...] Havnini. - Eingin er farin í land av skipinum, og eingin er farin umborð. Man skal eisini minnast til, at hóast skipið liggur her, so er tað undir verandi umstøðum at rokna sum russiskt øki umborð, so
vorðið til tað, tað er í dag. Í dag veitir KRIS ókeypis hjálp bæði til persónar, sum hava verið fyri ágangi og til teirra næstringum. Arbeitt verður eisini við kunning, ráðgeving og vegleiðing til stovnar [...] varð farið til verka og felagsskapurin KRIS varð stovnaður, við hjálp frá góðum fólkum. ##med2## – Tað var ikki nógv vit høvdu at arbeiða við tá, men tað eru mong, sum hava givið sítt íkast til at KRIS er [...] hjálp tey hava fingið frá KRIS. Gvøðbjørg West, leiðari, sigur frá um arbeiðið hjá KRIS frá byrjan til nú: – Alt – ja alt broyttist. Hvussu kundi slíkt henda? Hvussu kundi ein vaksin persónur nøkta sín