Ógvuliga keðiligt fyri ferðavinnuna

Stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, harmast um, at SAS nú gevst við at flúgva til Føroya

Fyrr í dag bórust tíðindini um, at SAS gevst við at flúgva til Føroya 1. oktober. Høvuðsorsøkin er, at tað nú verður upp til flogfeløgini at taka gjald frá ferðafólki fyri koronukanning, áðrenn tey koma til Føroya.

Fyri føroysku ferðavinnuna er hetta eitt bakkast, og stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, harmast um støðuna.

- Vit hava sum er bara trý portur til Føroya. Tað eru Smyril Line, Atlantic Airways og SAS. Nú missa vit so eitt portur, og tað er keðiligt, tí tað handlar um at hava so góða atkomu sum gjørligt til Føroya, sigur Guðrið Højgaard.

Hann vísir eisini á, at SAS hevur eitt ógvuliga stórt kontaktnet, og tað hevur havt við sær, at SAS hevur havt nógv nýggj ferðafólk við sær til Føroya.

- Tey hava eisini søluskrivstovur kring allan knøttin, og hetta kemur avgjørt at síggjast aftur og merkjast í ferðavinnuni, at tey nú gevast. Ikki nakað ringt um Atlantic Airways, men SAS hevur nøkur viðskiftafólk, sum annars ikki høvdu komið, og hesi fara nú at detta burtur, sigur stjórin í Visit Faroe Islands.