Í Skálavík verður nógv gjørt burtur úr, tá jólaskipið kemur til bygdar. Soleiðis var eisini, tá jólaskipið við nógvum jólamonum umborð legði til bryggju klokkan 17 leygardagin. Umframt, at jólapakkar vórðu [...] vórðu býttir út, og jólamenn síðan bjóðaðu øllum niðan á Hotel Skálavík til pitsabuffét, fóru jólamenn eisini kring um í bygdini við jólagávum til alt bygdarfólkið. In.fo hevur spurt borgarstjóran í Skálavíkar
Norska kórið "Seraf" úr Bergen skuldi eftir ætlan hava konsert í deplinum "Immanuel" í Skálavík í kvøld klokkan 20. Konsertin er avlýst av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at Seraf, vegna nógvar seinkingar [...] í flogferðsluni ikki kemur til Føroya fyrr enn í kvøld, og hin orsøkin er, at veðurlíkindini í Skálavík er ov vánalig til, at tað ber til at hava eina konsert har í kvøld. Boðað verður eisini frá verri
SKÁLAVÍK Í Skálavík eru fleiri bátar, bæði størri og smærri, men tað verður ikki gjørt nógv við útróður í bygdini í løtuni. Og tó. Tá góðar løtur eru, eru einstakir menn á útróðri, og hetta eru í flestu
teimum ein av allarfyrstu døgunum, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík. Annars er John S. Myllhamar úr Skálavík, men búsitandi í Sandavági farin undir ein innsavning av peningi, sum skal fara
Anfinn Nielsen og Karl Martin Samuelsen spæla um komandi tvey vikuskiftini í Skálavík og Fuglafirði Teir báðir hava hvør í sínum lagi bæði gjørt og sungið nógvar landaplágur, og onkra tíð hava teir eisini [...] at ivast í, at løg av nýggjastu útgávuni hjá Anfinni eisini vera at hoyra. Í morgin spæla teir í Skálavík, og fríggjakvøldið um eina verður tað so Mentanarhúsið í Fuglafirði, sum er karmur um framførslurnar
túrurin gekk til Núpsdals í Skálavík. Til henda túrin høvdu eini 20 fólk teknað seg. Veðrið var gott, men tað var heldur kølið. Aftaná var ein leskiligur biti at fáa í Kelduni í Skálavík.
eisini nærri Skálavík. Í Skálavík eru longu fleiri dømir um, at her verður hugsað øðrvísi og stórt – nevniliga, at tað nú er miðstaðarøkið, sum verður nærri teimum vinnumøguleikum, sum Skálavík hevur at bjóða [...] Mølheyggjar. Her eru vøtnini, Sandsvatn og Gróthúsvatn, og her er náttúruvakra, Søltuvík. Skálavík hugsar stórt Í Skálavík hugsa tey stórt. Hugburðurin er, at tað eru ikki bara sandoyggjafólk, sum fáa eitt [...] við flutningi í Sandoynna, vænta tey í Skálavík, at byggingin við elementum ikki er langt burtur. Tað virksemi, sum eftir fáum árum er skapt á Mølini í Skálavík við bæði kafé, matstovu og flottastu hotelkømrum
Tað kom sum ein hvøkkur á mong, tá tað frættist, at eingin lívfiskastøð verður bygd í Skálavík. Men, líka so stórur hvøkkur, sum hetta var – líka so gleðiligt man tað ljóða í oyrunum á mongum, nú Skálavíkar [...] sum fara at viðgera málið. Borgarstjórin sigur seg vóna og vænta, at ein verkætlan við smoltstøð í Skálavík fer at koma undir land, og at øll neyðug loyvi fara at koma uppá pláss. Nú er so fyrsta stigið tikið [...] virksemi í oynni, og hetta fegnist eg um. Arbeiðið hjá MBM við at reisa eina ostaframleiðslu á føtur í Skálavík er væl í gongd, og nú hevur so Bakkafrost eisini søkt um byggiloyvi til smoltstøð. Linjohn Christiansen
Tjóðveldisins í Skálavík vísti formaðurin, Høgni Hoydal, á, at Skálavík hevur fostrað mangar mætar kvinnur og menn, bæði skald, vinnulívsfólk, fiski-og útróðrarmenn, stórbøndur og húskallar. - Skálavík hevur eisini [...] persónliga er tað serstakt at halda tjóðveldisting í Skálavík, tí í Skálavík er eisini hansara upphav. - Tippoldurabbi mín var Jógvan á Oyruni í Skálavík. Hann var tiltikin heimadoktari og í heimaráðum. Jógvan
Samgongan samráðist um fiskivinnunýskipan í Skálavík í dag. Samgongan setti, fyri eitt sindur av tíð síðani, á stovn arbeiðsbólk, sum skuldi røkka einari semju um fiskivinnunýskipan. Eftir ætlan, so skuldi [...] rokkið einari semju áðrenn fyrsta februar komandi ár. Í dag er bólkurin farin til samráðingarborði í Skálavík, men Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum vil ikki gera viðmerkingar fyrr enn í morgin. Samgongan hevur