Sandoyggin er til reiðar til fast samband

Bæði í Skopun og á Sandi eru stórar útstykkingar gjørdar til bygging av sethúsum, og í bygdunum eystanfyri á oynni, Skálavík, Húsavík og Dali, eru byggisamtyktirnar tillagaðar soleiðis, at grundstykki kunnu útvegast til sethúsabygging

Skopun er norðasta bygdin í Sandoynni, og her eru tey sum vera man sera spent til fasta sambandið, tó at farleiðin gjøgnum mong ár hevur gingið um bryggjuna í Skopun og um Skopunarfjørð.  

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, sigur, at tað verður ein fantastisk løta, tá tunnilin alment letur upp – ikki bara fyri Sandoynna, men fyri allar Føroyar.

 

- Nú fáa vit ein koyriveg, sum verður farleiðin hjá mongum ættarliðum, sigur hann.  

 

Í Skopun hava tey havt rúma tíð at gera bygdina klára til tunnilin og teir møguleikar og avbjóðingar, sum fasta sambandið fer at hava við sær.

 

Her er lutfalsliga nýggjur og vælvirkandi barnagarður, góður barnaskúli, og her er nógv gjørt kring um í bygdini gjøgnum fleiri ár.

 

Í Skopun er kunningarstova, sum hevur stóran týdning fyri bygdina. Niðri á bryggjuni hevur kommunan bygt eitt alment wc, har eisini er atkomiligt hjá fólki við avbjóðingum og familjum við pinkubørnum.

 

Her er alt, sum fólk hava brúk fyri og soleiðis eisini bæði brúsa, vaskimaskina, turkitrumla og putliborð, og húsið kann eisini brúkast av eitt nú bátasiglarum og ferðafólki annars.

 

Í Skopun er stór og góð havn, og her er góður bátahylur við nýggjum bátabrúgvum, sum fullkomiliga hava broytt umstøðurnar hjá bátaeigarum.

 

Í Skopun er Ítrivslonin, har kvinnur fáast við ymiskt handligt, og her er undirhús, bygdarhús, samkomuhús og kirkja. Tveir matvøruhandlar eru, og her er tógv-og klædnahandil.

 

Stórur dentur verður lagdur á trivnaðin.

 

Í Skopun er eisini vælvirkandi og dagført fiskavirki, sum er í einari tryggari legu, og her hevur Bakkafrost lívfisk, sum eisini gevur arbeiði til nøkur fólk.   

 

Skopunar kommuna hevur nýliga gjørt eina stóra útstykking við 17 sjálvstøðugum grundstykkjum, sum øll eru planerað. Haraftrat eru tvey onnur størri grundstykki, ætlað til íbúðarbygging, har pláss er fyri fleiri íbúðum.

 

 

 

Ústykking á Sandi

 

Á Sandi er eisini ein stór útstykking gjørd, har pláss verður fyri 30 sethúsum. Øll grundstykkini eru planerað og kunnu seljast í næstum.

 

Í løtuni verður eisini planerað fyri nýggjum barnagarði, sum skal byggjast á Skarðsbøi, ið liggur uppat nýggjastu útstykkingini.  

 

Skarðsbøur liggur beint norðanfyri seinastu útstykkingina á Vatnsryggi, har nøkur sethús eru komin upp, og onnur standa í gerð.  

 

Sands kommuna er í samráðingum við byggifyritøku um at byggja barnagarðin og gongst, sum ætlað, verður sáttmáli helst undirskrivaður í næstum. Nýggi barnagarðurin fer at hava pláss fyri stívliga 100 vøggustovu-og barnagarðsbørnum.  

 

Barnagarðurin er ein neyðug íløga, nú kommunan bjóðar seg fram í kappingini við aðrar kommunur í Sandoynni og í Føroyum sum heild.

 

Við nýggjum barnagarði, lutfalsliga nýggjum barnaskúla og dagføringum á framhaldsskúlanum Inni í Dal, umframt livandi og fjølbroyttum ítróttarvirksemi í Sandoynni, heldur Sands kommuna seg hava nógv at bjóða fólki, sum umhugsa at seta búgv í kommununi.

 

Á Sandi vænta tey, at tunnilssambandið fer at fáa stóran týdning fyri vinnulívið í oynni, bæði Sandoy Seafood í Skopun, alivirksemið hjá Mowi á Sandsvág og ymiskt annað vinnuligt virksemi í Sandoynni.

 

Á Sandi er nýliga komið nýtt kampingpláss, og her er eisini komið nýtt og attraktivt spælipláss norðanfyri snotuliga kommunubygningin. Longu í summar hevur kampingplássið verið væl vitjað, og tað hevur nýggja spæliplássið eisini.

 

Beint við barnaskúlan er eisini góður sparkivøllur.

 

Á Sandi er gomul kirkja, og her er samkomuhús, eins og bygdin hevur lista-og søgusavn.

 

Her eru fleiri náttúruvøkur støð, eitt nú Nípan, Salthólmi, Sprutthol, fjørðan, sandurin, áin og Mølheyggjar. Her eru vøtnini, Sandsvatn og Gróthúsvatn, og her er náttúruvakra, Søltuvík.

 

 

 

Skálavík hugsar stórt

 

Í Skálavík hugsa tey stórt. Hugburðurin er, at tað eru ikki bara sandoyggjafólk, sum fáa eitt tíðarhóskandi samband við Sandoyartunlinum, men miðstaðarøkið verður eisini nærri Skálavík.

 

Í Skálavík eru longu fleiri dømir um, at her verður hugsað øðrvísi og stórt – nevniliga, at tað nú er miðstaðarøkið, sum verður nærri teimum vinnumøguleikum, sum Skálavík hevur at bjóða.

 

Gongst, sum ætlað, verður ein velduga stór smoltstøð bygd í Skálavík í næstum, og her verður arbeitt við at reisa eina ostaframleiðslu á føtur.  

 

Planerað er eisini fyri einari íbúðarverkætlan, og nú tað verður lættari við flutningi í Sandoynna, vænta tey í Skálavík, at byggingin við elementum ikki er langt burtur.

 

Tað virksemi, sum eftir fáum árum er skapt á Mølini í Skálavík við bæði kafé, matstovu og flottastu hotelkømrum, stendur í besta blóma, nú Sandoyartunnilin letur upp.

 

Í Skálavík halda tey, at nú fløskuhálsurin, sum Skopunarfjørður hevur verið, ikki verður meira, mugu eisini sandoyingar læra og tora at hugsa størri.  

 

Skálavík hevur ikki lagt seg eftir teimum stóru útstykkingunum, men tað merkir kortini ikki, at fólk ikki hava møguleikar at byggja her.

 

Byggisamtyktin fyri bygdina er tillagað soleiðis, at her ber til at keypa sær grundstykki, bæði kommunal og frá privatum.

 

Soleiðis kunnu eisini privatir eigarar bæði útstykkja og selja burturav sínari jørð. Vegur liggur framvið, har privatir eiga, og jørð kann seljast bæði til sethúsa-og íbúðarbygging.  

 

At Sandoyartunnilin letur upp, merkja tey í Skálavíkar kommunu við, at bygdin í næstum fer at veksa við nøkrum fólkum, sum skjótt ætla sær at flyta til Skálavíkar at búgva.

 

 

 

Húsavík og Dalur eru við

 

Í Dali fáa tey nýggjan tunnil um eini tvey ár. Tunnilin er skotin ígjøgnum, og hetta merkja tey longu nú í Dali, har nøkur fólk longu eru komin, og onnur eru á veg.

 

Tað eru annars 20 ár síðan, at seinastu húsini vórðu bygd í Dali.

 

Í Húsavík, sum Dalur er partur av, eru eini tvey sethús komin upp seinnu árini.

 

Byggisamtyktir eru bæði fyri Húsavík og Dal, sum gera tað møguligt at byggja sær sethús, um áhugi er. Byggisamtyktin sigur, hvat er sethúsaøki, og í báðum bygdunum er møguligt at útvega sær grundstykki til sethúsabygging.

 

Húsavíkar kommuna kann vísa fólki, sum kundu hugsað sær at sett búgv, hvar í bygdaplaninum grundstykkini eru – antin tað er í Húsavík ella Dali.

 

Húsavíkar kommuna hevur gjørt lutfalsliga stórar íløgur í sóttreinsað drekkivatn, bæði í Húsavík og Dali. Hetta eru stórar íløgur, sum neyðugt hevur verið at seta pengar av til í nøkur ár.

 

Enn vantar at gera íløgur í drekkivatnið á Skarvanesi, og her hevur kommunan í fyrstu syfti ætlanir um at seta upp ein nýggjan vatnbrunn, sum vónandi kemur næsta ár.

 

 

 

Sitat... 4 í tali... tak helst øll við...

 

 

 

“Í Skopun er stór og góð skipa-og bátahavn, og her er góður bátahylur við nýggjum bátabrúgvum...»

 

...

 

“Á Sandi er ein stór útstykking, har pláss verður fyri 30 sethúsum, og her kemur nýggjur barnagarður...”

 

...

 

 

 

“Gongst, sum ætlað, verður ein velduga stór smoltstøð bygd í Skálavík í næstum...»

 

...

 

«Byggisamtyktir eru bæði fyri Húsavík og Dal, sum gera tað møguligt at byggja sær sethús...”