fyri innanhýsis at semjast um uppskotið, sum siðvenja er tað torførasta at semjast um í ES. Talið er hægri enn væntað í uppskotunum, sum hava verið í Brússel undan framløguni. Hetta verður millum annað fíggjað [...] aftur eftir farsóttina. Tað skal nú gjaldast aftur. Hetta merkir, at nýggja fíggjarlógin er fødd við eini árligari skuld upp á stívliga 25 milliardir evrur um árið, sum ES-nevndin fer at rinda aftur við nýggjum [...] evropeiskan kappingargrunn. Hetta fyri at vera við til at styrkja kappingarførið hjá ES mótvegis millum øðrum USA og Kina. Hetta merkir, at fleiri pengar verða brúktir til kappingarføri enn til landbúnaðarstuðul
hann verður biðin um at røða um eitthvørt evni, sum hann ofta í grundini ikki hevur skil fyri. - Men, so noyðist eg bara at kýta meg enn meira fyri at siga okkurt skilagott, og tað er henda støðuga kýtingin [...] og frískan? - Eg royni at halda vektini niðri. Tað er eitt gott stríð, og enn mangla nøkur kilo. Havi onga serliga matuppskrift, men fylgi ráðunum um at eta fjølbroytt, men ikki ov nógv. Hann vísir á, [...] gleða tey. Tað er týdningarmikið at halda lívsneistan við líka, og tað geri eg við at møta fólki og tosa við tey um teirra lív og lagnu. Ein partur av tí at hitta og samskifta við onnur er at gera sjálvboðið
og hjá Sev er tað vindmyllulundin í Porkeri, sum framleiðir mest við 7,9 GWt, meðan Neshagi kom upp á 4,8 GWt og Húsahagi 4,5 GWt. Vatn Vatnorkan hevur hilnast verri enn miðal, og er hetta galdandi fyri [...] ðarum í meginøkinum kom upp á 245 MWt fyrra hálvár. Hetta er at fegnast um heldur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. – Tað er gott at síggja, at fleiri virki eins væl og húsarhald [...] samlaðu elframleiðsluni. Vindur Framleiðslan úr vindi er methøg fyri eitt fyrra hálvár. 74,5 GWt eru framleiddir við vindorku, tað er 1,2 GWt meira enn fyrra hálvár í fjør. Vindorka umboðar 30% av samlaðu
frá grundini. - Hetta er alt púra vanligur føroyskur matur, so sunnari verður tað væl ikki. Hilmar Jan sigur, at hann fastar sum oftast fyrrapartar, og vanliga etur hann ikki fyrr enn á middegi – og so [...] so helst ikki eftir klokkan 20 um kvøldið. - Hetta heldur vektini niðri og hjálpir upp á blóðsukrið, sigur hann. Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? - Rørsla hevur nógv at siga, tí rørir tú teg ikki [...] n sum eina motivatión til júst at ganga minst tað, sum er neyðugt. Hann sigur, at honum framvegis dámar best, tá fetini nærkast teimum 10.000 um dagin, hóast summi siga, at minni kann eisini gera mun.
Virgar Viberg, sum er ættaður av Nesi, var bert 13 ára gamal, tá hann fór sín fyrsta túr til skips, og hetta var á sild við Morning Star. Í dag er hann 73, og hann er framvegis sjómaður. Virgar siglir [...] Viberg hevði siglt sum skipari og stýrimaður, men nú seinnu árini hevur hann mest siglt sum kokkur. - Hetta er tað einasta, eg kann brúkast til nú, sigur hann brosandi. Virgar loysir tó av á øðrum postum umborð [...] ##med2## Eitt skifti miðskeiðis í nítiárunum sigldi hann við donskum trolbáti í nøkur ár, og hetta var um ta tíðina, tá føroyskir trolbátar fiskaðu í Eystursjónum. Virgar Viberg sigur, at mongu árini
Leikluturin hjá Víkingi í Champions League er liðugur á hesum sinni. Í kvøld tapti Víkingur 1-0 suðuri í Gibraltar. Tað var málleyst, inntil vanliga leiktíðin var farin og reiðiliga tað. So skoraði heimaliðið [...] meistarakappingini, at Víkingur fer at halda fram at spæla í Europa. Tá ið tikið verður samanum, so er skjótt at staðfesta, at tað var tapið í Klaksvík fyri einari viku síðani, sum kostaði Víkingi rættin [...] støðum og málmøguleikum var tað ikki so stórur munur á. Hitin var nógvur og luftin slavin, tí ráddi tað um hjá Víkingi, at tað ikki gekk ov skjótt fyri seg og samstundis at dyrgja eftir møguleikanum at fara
aðrastaðni í Føroyum. Tað er stuttligt at royna nýggj støð, og svimjingin er góð fyri kropp og sinn. Tað nýggjasta fyri meg, sum eg merki hevur stóran kropsligan og sálarligan týdning, er, at eg gangi til morgunyoga [...] saman við einum venjara, og tað er deiligt, at tað ber til í Fuglafirði. Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? - Rørsla hevur størri týdning, enn eg vanliga gevi mær far um. Mær dámar væl at ganga fjallatúrar [...] Mentanarhúsinum og Hit Fit hjá Dansiskúlanum á ferð, og hetta var serstakliga gott! Pulsurin fer í topp; lagið er gott, og so hitti eg nýggj fólk, og tað er eisini gott sosialt. Hevur tú tað betur likamliga
eingin fiskur er. Tá Bea Beltran Palomer byrjaði hjá Faroe Origin varð ofta arbeitt til seint á kvøldið, nú er framleiðslan øðrvísi, og tí arbeiða tey sjáldan longur enn klokkan 18. Ofta er nógv at gera [...] koyra bil og koyrdi í øllum veðri, eisini um náttina, eftir Oyndarfjarðarvegnum. – Eg mátti vera djørv, tá eg koyrdi heim, serliga um veturin, tí vindurin er ofta hvassur, og eg hevði akkurát lært at koyra [...] seinnu pausu. – Tað er øðrvísi í kutaranum, har gera vit tað so, at ert tú fyrst í pausu í dag, so fert tú seinnu ferð í morgin. Vit hava greiðar avtalur, so tað er einki skeldarí um hvør fer fyrst og síðst
Løkke Rasmussen er eisini bjartskygdur um samráðingarnar í dag. - Vit eru sera, sera tætt knýtt at hvørjum øðrum. Um tað verður í dag ella í morgin, veit eg ikki, men eg eri sannførdur um, at vit eru nær [...] og russisku hernaðarvinnuni. Eitt uppskot er at lækka oljuprísloftið úr 60 dollarum niður í 45 dollarar fyri tunnuna. Hetta er ætlað at hjálpa til við at minka um vinningin hjá Russlandi og trýsta Russland [...] tangaskipum, um goldni prísurin er omanfyri 60 dollarar fyri tunnuna. Prísloftið bannar eisini reiðaríum, tryggingar- og endurtryggingarfeløgum at handfara farm av russiskari ráolju um allan heimin, um hon ikki
við” hesum sama samstarvi. Tí er tað lagnunnar speisemi, at samstundis sum Sirið er boðin við danska verjumálaráðharranum til Ukraina – er Melkart-2 á veg til Føroya. Hetta er altso eitt skip, sum ikki sleppur [...] tvørtur um ein kaðal, sum liggur millum Norra og Svalbard. Endin var, at kaðalin varð kvettur av. At tóva, sum skipið tóvaði, gav ongan meining, um vit hugsa um fiskiskap. Nakrar fáar vikur eftir hetta gjørdu [...] ikki komin. Einhvør kann meta um, hví so er... Á veg til Klaksvíkar Nú er so Melkart-2 hjá Murman Seafood á veg inn í føroyskt øki og í føroyska havn – Klaksvík. Og tað er við loyvi frá føroyskum myndugleikum