tikið seg upp í seinastuni, til fjølmiðlarnar og formenninar fyri teir politisku flokkarnar. Í gjøgnum nógv ár hevur tørvurin á búplássum til gomul á røktarheimum og sambýlum verið vaksandi. Fyri at minka [...] hendan tørv hava ymisk tiltøk verið sett í verk fyri at tey gomlu kunna vera í sínum egna heimi longst møguligt, hetta til gagns fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Hendan politikk hevur Landsfelag [...] sambýli ella røktarheim ella ellisheim fer at vaksa munandi fyri tey, sum annars høvdu klárað seg sjálv heima eina tíð longri, til størri útreiðslu fyri samfelagið sum heild. Vit vita, at ein goð og vælskipað
sambandsflokkinum er at gera góðar karmar fyri vinnuna fyri at kunna hava vælferðina fyri tað føroysa fólki í hásæti. Sambandsflokkurin vil eisini virka fyri, at tað ikki eru bert tey fáu, s um kunnu virka [...] Sambandsflokkurin ynskir at skapa tær bestu fortreytirnar fyri vinnulívinum í landinum. Teir bestu karmarnir skulu setast upp, soleiðis at vinnan kann menna seg á allarbesta hátt. Tað almenna skal ikki reka vinnulív [...] vegin fyri vinnulívinum við avgjøldum og øðrum hindringum, men skal stuðla upp undir. Allar royndir við einari samanblanding millum landskassa og vinnulív eru misseydnaðar og tí skulu vit forða fyri hesum
neyðugt. Hetta er uttan iva besta loysnin fyri báðar partar, kommunustýrislimurin sær seg meira kláran til, at taka røttu avgerðina og borgarin kennir seg hoyrdan. Fyri at Tórshavnar kommuna framvegis skal [...] eg meti mína uppgávu verða, komi eg inn í býráðið. Hetta vil eg arbeiða fyri, gerst eg partur av býráðnum. Eg ætli at arbeiða fyri, at vit fáa fastar borgararfundir í kommununi.Tankin við tílíkum fundi [...] metir og viðmælur kommununi at arbeiða útfrá. Somuleiðis sum borgarin kennir seg sum ein týðandi part av tí sum hendir og rørir seg í nærumhvørvinum, soleiðis at her kann bygjast brúgv. Har skal verða ein
kort í hondini, nú teir á heimavølli skulu verja eina 1-0 leiðslu. Málinum stóð Anelka fyri, tá hann 18 minuttir fyri leiklok og umvegis eitt írskt bein snýtti Given við einum skoti úti frá. Sæð við føroyskum [...] dið var í Russlandi, har heimaliðið vann 2-1. Tveir minuttir fyri leiklok sá tað sera gott út hjá Russlandi. Bilyaletdinov hevði syrgt fyri eini góðari 2-0 leiðslu, men innskifti Pecnik skaffaði Slovenia [...] tó fleiri lið, sum hava spælt seg víðari. Ghana, sum spældi 2-2 í móti Mali leygardagin, hevði undan dystinum tryggjað sær luttøku, men bæði Cameroon og Nigeria spældu seg víðari tá. Hjá Cameroon er hetta
sum møguleikin er fyri at keypa seg inn verandi loyvir, og harvið verða við til at fíggja, sigur Jóhan Dahl. Og hann heldur, at hetta er ein møguleiki, sum Gazprom vísti áhuga fyri. - So eg vóni, at túrurin [...] Dahl er okkara fremsti geologur á økinum, hevði eina framløgu fyri Medved og hansara fólki um føroysku oljusøguna og um tað, sum liggur fyri framman, meðan Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, kunnaði [...] taka tað harfrá. - Alt í alt haldi eg, at tað var ein sera áhugaverdur túrur fyri okkum, og vónandi verður hann gagnligur fyri føroyska oljuleiting. Tað hevur jú stóran týdning at skapa áhuga hjá einum stórum
at menn stríðast fyri sakini og geva seg fult út hvørja ferð. Tað er ein stílur, mær dámar, at spælararnir eru til reiðar at kempa fyri sakini allan vegin ígjøgnum. Kundi gleða seg Nú Lars Olsen brádliga [...] Mest umráðandi er, at spælararnir trúgva upp á seg sjálvar og síni evni, sum teir eisini longu hava víst, sigur hann, uttan tó at vera bangin fyri at taka á seg ábyrgdina av einum av smæstu landsliðum í heiminum [...] hevur eisini lagt til merkis, at føroyskur fótbóltur og landsliðið hava flutt seg nógv, síðani teir dystirnar, ið vóru fyri umleið 20 árum síðani. – Dystirnir eru blivnir tættari, og hóast eg ikki havi
geva upp, tá tey síggja, hvat gongur fyri seg, so ber enn til at binda fyri og gera ábøtur. Tað ætla vit at leggja allar kreftir í at fáa eina so breiða undirtøku fyri í tinginum, sum til ber. Vit fiska [...] rættindi skulu vera atkomilig fyri øll, sum vilja bjóða seg fram til í fríari kapping at fáa mest burtur úr tilfeinginum. Tí føroyskur fiskivinnupolitikkur má fara at snúgva seg um, hvussu vit fáa meira virði [...] árliga, svarandi til 12 tons fyri hvønn íbúgva, sum aftur svarar til 35-40 kilo av fiski til hvørt einasta fólk í landinum um dagin. Hetta er ikki eiti á virðum at byggja land fyri, men vit fara heldur til
ágrýtin samfelagskjakari hevur hann ikki verið bangin fyri at sett orð á mangt av tí, vanliga fólkið hugsaði, men kanska ikki hevði møguleika fyri at bera fram upp á sama máta sum hann. Í nógvar mátar [...] fólksins maður. Ikki minni hevur hann lagt nógv og gott eftir seg í sínum yndisítrivi, ið øll árini hevur verið ítróttin. Sjálvur hevur hann roynt seg í bæði hondbólti og fótbólti, men serliga er tað innan [...] hevur verið um at arbeitt fyri alla føroyska ítrótt, tí í meira enn 40 ár sat hann í stjórnini í Ítróttasambandi Føroya, har hann eisini í meiri enn 25 ár sat sum varaforseti. Fyri trúgva og drúgva virkið
tað ikki fyri eina fína refleks-bjarging av Jákupi Mikkelsen, tá Gudmund Nielsen royndi seg eftir frálíkt forarbeiði frá Rasmusi Nielsen. Tað skuldi tó ikki verða dagurin hjá B71. Eitt korter fyri leiklok [...] B71, tá Kristoffur Jakobsen legði flatt innlegg fyri føtur hansara. Málið gav uttan iva klaksvíkingunum tann frið og tað sjálvsálit, sum teir høvdu fyri neyðini, men sandoyingarnir fóru tó ikki niður við [...] Talan var annars um sera væl spælt álop, har Clayton, Wellington og Gudmund Nielsen broderaðu seg ígjøgnum mitt fyri, men Kristoffur Jakobsen tóktist hava fingið tamarhald á, tá hann kom ímillum. Men tá hann
ongan hátt hevur gjørt tað lættari fyri seg sjálva í hesi søguni. - Eg vildi royna, um tað ber til hjá mær - eini 36 ára gamlari kvinnu sum býr í Danmark - at seta seg inn í hugsunarháttin hjá einum 16 [...] sín hátt skaraðu framúr millum tær 44 søgurnar, sum komu inn. Í grundgevingini fyri at lata Rakel Helmsdal virðisløn fyri stuttsøguna "Spitølsk" segði dómsnevndin millum annað, at søgan er hegnisliga bygd [...] lætt, og stílurin strammur og knappur. Evnið, ið søgan viðger, tað at kenna seg brennimerktan og útihýstan, tá ið tú ert fyri tí vanlagnu, at ein av tínum nærmastu velur at taka lívið av sær, er sárt og