teir at gista í Havn eina nátt, tí ferðaætlanin hjá Smyrli liggur soleiðis, at vanliga slepst ikki norður og suður til eitt tiltak sama dag. Hetta ger seg aftur galdandi, nú føroyingar spæla landsdystímóti [...] síggja dystin, mugu teir liggja nátt í Havn. Men nú hevur Fótbóltssambandið heitt á Strandferðsluna um at broyta ferðaætlanina, so at tað eisini skal bera til hjá Suðuroyingum at vera við á hesum tjóðardegnum [...] juni. Bara í undantaksføri Annars sigur Kristian Davidsen, at Strandferðslan fær javnan áheitanir um at broyta ferðaætlanina hjá skipunum. ? Tað ber ikki til at játta øllum áheitanum. Samstundis hevur
Springararnir vórðu riknir norður eftir, og avgerð er tikin um at reka teir inn á Skálafjørðin. - Tað gongur væl at reka hana nú. Bólkurin gongur skjótt, og vit eru komin inn um Rókina og inn á sjálvan fjørðin [...] løtu. - Tað veldst um, hvussu tað rekst frá nú av. Um hon gongur við hesari ferðini, verður tað væntandi um 20 minuttir. [...] talan er um einar 20-30 springarar. Har vóru fleiri bólkar, og teir fingu ikki allar bólkarnar við, tí okkurt slapp. Seks bátar eru á fjørinum beint nú, og springararnir verða hildnir til um eina løtu
veðrið var, tá bátarnir, ið komu sunnaneftir, stevndu norður gjøgnum Hestfjørð leygardagin, líka so gott var veðrið í Vestmanna, tá teir løgdu til bryggju um 16-tíðina hendan stevnudagin. Hann var høgur í ættini [...] vóru ikki allir bátarnir, sum vóru farnir út í Hest, ið hættaðu sær norður í Vestmannasund leygardagin. Tískil fóru nakrir bátar suður um aftur Kirkjubønes og aftur til Havnar og onkrir bátar, sum vóru farnir [...] ógvuliga umráðandi, um ein slík stevna skal eydnast til fulnar, sigur forkvinnan í VÍF. Hon leggur aftrat, at nógv fólk var í Vestmanna, sum leygarkvøldið leið, og í dansinum í ítróttarhøllini um kvøldið og út
Norra er komið, eftir at ST hevur heitt á NEAFC, um at koma við einum uppskotið um verju av havøkjum. Tey seks økini, talan er um, liggja miðskeiðis í Norður-Atlanshavinum. Tað er FAO, sum er matvørufela [...] komandi ár, fyri at viðgerða eitt uppskot frá Norra, um at verja seks ymisk havøkir. Tá i NEAFC hevði fund í farnu viku, vóru londini ikki samd um uppskotið frá Norra, tí er fundur ásettur, at verða aftur [...] gsskapurin í ST, ið hevur reist spurningin um fiskiskap í djúphøvunum. Í Norra verður sagt, at tað er betur sjálvir at friða økir, heldur enn at fáa tað álagt frá heimssamfelagnum.
veruleiki. Ein dagin tosar Kristin við Jens Kjeld. Teir tosa um plantur. Kristin greiðir frá hugskotinum at taka seyðin av Stóraryggi og um avbjóðingarnar at fíggja verkætlanina. Tá nevnir Jens Kjeld, [...] riggað sera væl, sigur Kristin. Stuðulin til verkætlanina á Stóraryggi fevnir um keyp og uppsetan av hegni, umframt nakrar tímar um mánaðin til eitt fólk at hava eftirlit við hegninum. Hegning Seyðurin á Stóraryggi [...] hann var smádrongur. - Teir gomlu søgdu fyrr, at summarhagin var altíð nóg stórur. Um seyðurin fær nóg mikið at eta um veturin, so er alt í lagi. Men tá ið lomb, sum eiga at viga 35 pund, fara niður á 25
eru longu væl áleiðis at fáa seyðirnar í vognar at flyta norður á Oyrargjógv í, haðani teir skulu førast við báti norður á Slættanes. Komnir norður á Oyrargjógv skulu bátarnir flotast. Tríggir eru teir í [...] vit stima norður við. Dúgliga verður spurt um staðarnøvn og tilburðir, og fróðarmenn eru bátsfelagarnir, sum duga at siga frá hendingum, teimum sjálvum og øðrum hava verið fyri á leiðini. Um sílaveiðu [...] Eitt band verður handað úr einum bili. Gott at hava at taka til, um okkurt skuldi verið. Og satt at siga kom tað eisini í brúk seinni um dagin. »Sært tú handan frammorreyða har. Hasum skalt tú hava ábyrgdina
hondum. Samstarvsverkætlan, sum setur myndir og sms boð saman, og soleiðis sigur søguna um Yazidi fólkið úr norður partinum av Irak, sum flýdd eru til amerikanska býin Lincoln í statinum Nebraska. Verkætlanin [...] millum familju og vinir í einum ræðuleika har fólk verða noytt at flýggja úr heimi sínum. Les meir um verkætlanina her
landið í dag og í kvøld, men nú er ringasta ódnarveðrið farið framvið. Djúpa lágtrýstið er farið norður um Føroyar, og vindstyrkin er nú minkað. Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga framvegis frá hvirlum upp [...] minkað munandi kring landið. Norska veðurstovan YR sigur, at eftir midnátt verður vindmegin komin niður um 20 m/sek, og í nátt verður millum 13-18 m/sek. Tað verður framvegis nakað av vindi í morgin – skrið
Kavaveðrið hevur nú breitt seg longri norður ígjøgnum Jylland og yvir á Fyn, og seinni kemur tað til Sjællands og Bornholm. Kavin og vindurin hava darvað ferðsluna, eitt nú um Stórabelti, og fleiri ferðsluóhapp [...] soleiðis, at eingin slapp úr honum, men fólkaskaði var eingin. Veðurmenninir siga, at tað verður lýggjari um jólini.
Teir seinastu dagarnar hevur hitin ligið um 40 stig nógvastaðni í Spania, men í gjár fóru hitamátararnir enn longri upp. Tá kom hiti úr Sahara norður um Miðjarðarhavið, og tað gjørdi, at Spania fekk eina