Og vit fara, tá ið líkindi eru til tess, sigur hann. Mugu hava tíðaravmarkan stuðul Men Jákup Olsen viðgongur, at støðan hjá Hvannanberg er spent, eins og hjá øllum hinum rækjutrolarunum, tí fiskiskapurin [...] hava bara leiðirnar við Svaldbard at royna á og har eru ikki líkindi hjá so lítlum báti sum Hvannaberg hesa árstíðina. Reiðarin sigur, farið verður tískil ikki avstað, fyrrenn líkindini eru betri. ?At fara [...] olju. So kunnu vit tað sama liggja í Føroyum, sigur hann. Jákup Olsen avsannar sostatt eisini tíðindini um, at Hvannaberg longu skal vera lagdur sum tann fyrsti trolarin í hoyknar undan í kreppuni í rækjuflotanum
at Føroyar eiga at vísa umheiminum, at vit ikki kunnu stuðla fremmandahatrinum hjá dønum. Nýggi útlendingapolitikkurin hjá donsku stjórnini hevur longu sett Danmark í andstøðu í Evropa, og ynskja vit ikki [...] er tí nú sera torført hjá fólki av øðrum uppruna enn donskum at fáa arbeiði í Danmark. Ung fólk av øðrum uppruna enn donskum sleppa ikki inn á dansistøðini, og sera torført er hjá hesum at fáa bústaðir [...] lagnu, noyðast vit at gera heimin varugan við, at vit ikki stuðla fremmandahatri. Nýggja uppskotið hjá donsku stjórnini býtir danska fólkið upp í fyrstaflokks borgarar og annanflokks borgarar. Hetta er
nakað óliðiligt. Norður ella suður Nú eru Hósvíkar Kommuna og Sunda Kommuna ikki grannar av tí at Hvalvíkar Kommuna er ímillum og tí er tað kanska ikki heilt eftir ætlanini hjá Landsstýrinum at tvær kommunur [...] kommuna byggja sín skúla út er tað oyðsl, heldur enn at samstarva so at tað verður bíligari hjá øllum pørtum, sigur Jógvan Mørkøre. Men tað, sum hann sær fyri sær, er, at um nøkur ár, er øll felags kommunan [...] júst spurningurin um samanlegging var til viðgerðar á bygdaráðsfundi í Hósvík í seinastu viku. Hann sigur, at úrslitið av tí fundinum var, at Bygdaráðið í Hósvík samtykti at seta seg í samband við Sunda Kommunu
liðini møttust í Trongisvági í grundspælinum, vann Mjølnir 3-1. Tað var fyrsti og higartil einasti ósigur hjá TB, og leikararnir hjá báðum liðum mintust, at tá vann Mjølnir næsta sett heili 25-5. Tí var [...] ómetaliga illa í restini av kappingini, um fyrsta føroyameistaraheitið hjá TB í flogbólti ikki skal verða veruleiki. Fleyrkvinnurnar komu suður fríggjakvøldið til ein dyst, sum ikki nógv góvu teimum nakrar serligar [...] Men tað skal sigast, at havnarkvinnurnar ikki smæddust burtur, og tað bleiv als ikki nakar lættur sigur hjá oddaliðnum. Í byrjanini var annars ikki nógv sum bendi tann vegin, tí TB vann tvey tey fyrstu settini
Oskar Joensen, sum starvast á uppboðssøluni, sigur, at nýggja maskinan er royndarkoyrd í smáum, og hann hevur góðar vónir um, at hon verður eitt stórt framstig hjá Fiskamarknaðinum. ? Men hetta er ein framkomin [...] Sosialurin frætti, var skiljingin við nýggju maskinuni ikki byrjað. Minni pláss Oskar Joensen sigur, at ein trupulleiki hjá Fiskamarknaði Føroya er, at plássið er ikki so nógv, sum ynskiligt er, og tí er skiljimaskinan [...] leggur hann aftrat. Eitt framstig Scanvægt-maskinan er flutt suður til Vágs á uppboðssøluna, sum Fiskamarknaður Føroya hevur har suðuri. Oskar sigur, at meðan eini 6 fólk áður stóðu við gomlu skiljimaskinuna
tos. Fyri tað fyrsta vóru hetta ikki nøkur serpolitisk ynski hjá mær ella Sambandsflokkinum, men eg tori at siga, at tað var eitt krav hjá øllum teimum politisku flokkunum. Hetta var neyðugt út frá teimum [...] tingmonnum, tað sigur alt um hugburin. Alt í alt er kostnaðurin av almennu høvuðsumsitingini uppá fýra ár farin úr 53 milliónum uppí 105 milliónir kr. um árið, ella sum Kjartan Hoydal sjálvur sigur umleið 100 [...] samtyktum, sum Løgtingið tvey fylgjandi valskeiðir hevði framt. Kjartan Hoydal átti at verið tann fyrsti at vita, at vit tá høvdu eitt kollegialt stýri, og at umboð fyri 4 politiskar flokkar stóðu aftan
at tær ikki kláraðu at halda skipinum lens; tí varð motorurin slóktur, sigur Karl Jón.Boð vórðu send eftir hjálp, og tyrlan hjá Atlantsflogi og Tjaldrið gjørdu seg til reiðar at flyta pumpur út á skipið [...] kundu teir halda skipinum lens. Spurdur, um teir hildu, at tað tók ov langa tíð hjá tyrluni at koma út á leiðina, sigur Karl Jón: - Tað dugi eg ikki at meta um, men eg haldi ikki, vit kunnu siga, at tyrlan [...] skrædnað Karl Jón Breiðaskarð sigur, at tað seinni vísti seg, at lekin stavaði frá einum røri, sum gongur frá botnventilunum upp í høvuðsmotorin. - Hetta rørið var skrædn að, sigur hann. Hví rørið er skrædnað
Hósdagur 17. januar 2002: Í dag søgdu vit einum farvæl her á sjúkrahúsinum. Einum vinmanni hjá mær. Vit hava alt soleiðis hjá okkum, og tað var ikki so stórt hóvasták, at sýna honum seinasta heiðurin. Hann lá [...] ikki um veðrið longur, tá vit hittast á gongini ella aðrastaðni. Nei, fyrsti setningurin er ofta: ?Nú hvussu liggur blóðsukrið hjá tær í dag? Vanliga, so sigi eg sum er, men innantanna hugsi eg særdur: [...] vit sóust aftur hinumegin. Løtan í kapellinum í dag var enn ein áminning um, at alt byrjar og endar hjá teimum flestu á einum sjúkrahúsi. Havi nú verið her í eina heila viku, og eri spakuliga vorðin ein
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum, eru á fyrinbilslistanum hjá Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum gjørdur er eftir fyrsta uppstillingarfundin [...] sjálvstýrismaður seinast. Lasse Klein møtti á uppstillingarfundinum hjá Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hóskvøldið. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sigur, at fundurin var fjølmentur, og at har vóru bæði kend andlit [...] tanum, sum gjørdur varð á fundinum, eru seks nøvn, har tey trý kendu eru ímillum. Kári P. Hjgard sigur, at nevndin í felagnum hevur nú fingið til uppgávu at arbeiða víðari við listanum, sum helst skal
spyrst burturúr. ? Verður fólkaflokkurin ikki við, fer fullveldisgongdin fyri bakka, sigur Poul Michelsen. Hann sigur, at tjóðveldisflokkurin kemur at standa einsamallur við sínum sjónarmiði um at kappa [...] hevur bjóðað seg fram at stilla upp á fólkaflokslistanum í Suðurstreytmoy til løgtingsvalið í apríl. Fyrsti uppstillingarfundur hevur verið og tá stóð navna hansara á listanum og hann hevur játtað at taka [...] til 1992, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Árini frá 1994 til 1990 var hann eisini løgtingsmaður. ?Hjá mær riggaði ikki væl at vera býráðsformaður í Havn og tingmaður í senn. Eg helt, at hvørt starvið kravdi