Fullveldismaður um ein háls bjóðar seg aftur fram

?Í mínari verð verður tað ein treyt fyri at fara í samgongu eftir løgtingsvalið í apríl, at fullveldistilgongdin sleppur at halda fram, sigur Poul Michelsen, sum aftur bjóðar seg fram at stilla upp til løgtingsval

Uppstilling

?Fullveldistilgongdin má undir ongum umstøðum detta niðurfyri aftur. Verði eg valdur, verður tað tí ein treyt fyri at fara upp í eina samgongu, eftir løgtingsvalið í apríl, at hon sleppur at halda fram.
Poul Michelsen í Havn var ein av teimum kendastu politikarunu í landinum øll áttatiárini. Men fyrst í nítiárunum tók hann seg brádliga úr politikki. Fyrst úr løgtinginum í 1990, síðani úr býráðnum í Havn í 1992.
Men nú trínir gamli fólkaflokshøvdingurin í Havn fram aftur á pallin. Hann hevur bjóðað seg fram at stilla upp á fólkaflokslistanum í Suðurstreytmoy til løgtingsvalið í apríl. Fyrsti uppstillingarfundur hevur verið og tá stóð navna hansara á listanum og hann hevur játtað at taka av. Nú eru tveir uppstillingarfundir eftir og teir koma so at gera av, um flokkurin yvirhøvur vil hava hann á listan. Men tað er valla ivi um, at navn hansara eisini fer at standa á tí endaliga valevnislistanum
Poul Michelsen, sum nú er 57 ára gamal, sat í Tórshavnar Býráði frá 1980 til 1992, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Árini frá 1994 til 1990 var hann eisini løgtingsmaður.
?Hjá mær riggaði ikki væl at vera býráðsformaður í Havn og tingmaður í senn. Eg helt, at hvørt starvið kravdi so nógva arbeiðsorku, at skuldi eg ikki vera hálvur báða staðni, tað bar ikki til at hava bæði størvini. Eg mátti velja og í tveimum umførum hevði eg eisini farloyvi úr tinginum fyri at røkja starvið sum býráðsformaður burturav, tí eg helt ikki, at tað bar til at hava onnur størv afturat.

Ganga hond í hond
Poul Michelsen sigur, at tað eru ymisk viðurskifti, sum nú freista hann til at taka kampin uppaftur á landspolitiska økinum.
? Starvið sum býráðformaður var so mikið krevjandi, at eg føli ikki, at eg nakrantíð rættiliga havi verið uppi í landspolitikki.
Men síðani hava eg verið aftur í vinnulívinum í 10 ár og eg haldi, at skalt tú umboða vinnulívið í politikki, er tað neyðugt tú sjálvur hevur verið vinnulívsmaður burturav í eina tíð og sæð samfelagið uttaní frá.
?Hesi árini, eg havi verið úr politikki, havi eg sostatt brúkt til at fingið mær eina vinnuliga barlast.
Men Poul Michelsen dylir heldur ikki fyri, at hann er fullveldismaður um ein háls og at eisini fullveldistilgongdin av allarstørsta týdningi.
Og júst hesi bæði politisku hermótini ganga hond í hond í hansara verð.
?At vera frælslyntur vinnulívsmaður, ber ikki til, uttan eisini at vera fullveldismaður. Tað stríðir ímóti hvørjum øðrum.Tað ber ikki til at byggja eina vinnu upp á at fáa stuðul og tú kanst heldur ikki byggja eitt samfelag upp á at fáa stuðul.
At vera vinnulívsmaður og at vera sambandsmaður, eru áskoðanir, sum ikki kunnu sameinast. At standa á egnum beinum og at hava ábyrgd fyri sær sjálvum, og sjálvsagt hava ábyrgd fyri øðrum, er grundstuðulin undir einum frælslyntum vinnulívi, og tað er ósambæriligt við at stuðla einum politikki, har samfelagið er bygt á stuðul úr einum øðrum landi.

Ein perivellingur
Poul Michelsen er sannførdur um, at tað fæst ikki skil á føroyskan politikk, fyrrenn spurningurin um fullveldi er avgreiddur. Og vit kunnu tað sama sláa okkum til tols við, at hann verður ikki avgreiddur, fyrrenn vit hava tikið fullveldi. So leingi vit ikki hava tað, verður føroyskur politikkur ein perivellingur við tað, at vit skulu stríðast á fýra hermótum, tí umframt vinstra og høgrapolitikk, sum politikarar í øðrum londum stríðast við, skulu vit eisini stríðast við spurningin um loysing og samband.
?Sostatt er onki hugsjónarligt fantilsi á føroyslum politikki. Vanligu aðalhugsjónirnar um høgra og vinstra koma slett ikki fram, tí alt druknar í spurninginum um loysing og samband. Fyrrenn, vit hava avgreitt tann spurningin, skulu vit ikki gera okkum vónir um at fáa skil á almanna- og heilsupolitikki, skúlapolitikki, mentanarpolitikki o.s.fr., fyri ikki at tosa um vinnulívspolitikki.
Poul Michelsen sigur, at tað tykist sum um allir flokkar eru sinnaðir at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, sjálvt sambandsflokkurin.
Men samstundis er hann sannførdur um, at fólkaflokkurin er einasti flokkur, ið kann sambinda hesi sjónarmiðini og verða trygdin fyri, at eitt úrslit spyrst burturúr.
? Verður fólkaflokkurin ikki við, fer fullveldisgongdin fyri bakka, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at tjóðveldisflokkurin kemur at standa einsamallur við sínum sjónarmiði um at kappa á stokkinum.
? Tað er umsráðandi, at fullveldistilgongdi er trygg og væl kjølfestí samfelagnum, eins væl og í fólkinum og tí eigur hon at taka tað tíð, hon tekur. Men tað skal gerast so skjótt, sum yvirhøvur gjørligt.
?Eg havi fulla virðing fyri teimum hugsjónum, tjóðveldisflokkurin stríðist fyri, men teir verða ikki álitið í fullveldistilgongdini. Tað krevst ein annar partur til at skipa tilgongdina, so at føroyska samfelagið ikki kemur sær í størri vanda enn avgjørt neyðugt.
? Eftir mínum tykki er júst Anfinn Kallsberg sjálv ímyndin av teirri tryggu tilgongdini, tí framum allar aðrar, er hann maðurin, sum hevur borið tilgongdina ígjøgnum hesar truplu tíðir.
Poul Michelsen heldur eisini, at hendan samgongan hevur framt eitt ótrúligt avrik við at avdúka viðurskiftini ímillum Føroyar of Danmark og hevur skapt nógv størri virðing fyri politiska kjakinum.

Fáa endaúrslitið á borðið
Poul Michelsen sigur, at tað, sum hevði havt alstóran áhuga, hevði verið at longu nú at gjørt okkum greitt, hvussu føroyska samfelagið skal síggja út, aftaná fullveldið.
? Um tað so tekur fýra ár, ella 12 ár at koma fram til endaúrslitið, hevur minni týdning fyri meg. Tað, sum er avgerðandi er, hvussu samfelagið skal síggja út, tá ið vit hava tikið fullveldið.
Fyri Poul Michelsen er tað heldur ikki so avgerandi um tað føroyska fullveldið verður uttanfyri ríki, ella innnafyri.
? Tað ber eisini til at skipa ríkið sum ein felagsskapur av sjálvstøðugum londum, kanska við felags gjaldoyra, felags kongi og felags hægstarætti, um so skal vera.
Hann heldur nevniliga eisini, at ríkisfelagsskapurin kann brúkast til eitt gott endamál.
?Føroyar eru smáar og tað er ongin orsøk til at gera umstøður okkara truplari enn neyðugt. Tað finst onki land, sum eg heldur vildi samstarva við, enn danir og fyri tann vinnuligan dynamikkin kundi tað verið gagnligt at varðveitt ríki sum ein felagsskap, har føroyskt og danskt vinnulív, t.d. í felag fóru út í heim at gera vart við okkara vørur og kunnleika. Tað hevði eisini borið til at samstarva um sendistovur úti í heimi, umframt um aðrar skipanir.

Rura í svøvn
Tað, sum Poul Michelsen leggur allarstørsta dentin á tey komandu árini, er, at fullveldistilgongdin ikki steðgar aftur.
?Nógv hava hálovað Anders Fogh Rasmussen fyri vælvild eftir føroysvitjanina herfyri. Men eg havi illgruna um, at tað, sum hann í roynd og veru ætlar, er at endurskapa eina 1948-støðu, har ið alt kvaldist í politiskari ósemju í Føroyum.
?Tað er heilt avgerandi, at vit ikki latra okkum rura í svøvn av vælvildini frá Anders Fogh. Tað slepst ikki uttanum, at danski stuðulin til Føroyar er einki uttan olmussa, og at vit fáa olmussu úr einum øðrum landi, eigur at fáa okkum at steðga á, serliga tá ið vit hugsa um, hvussu onnur fólk kring um í heiminum hava tað. Men tað er eisini ein olmussa, sum vit ikki kunnu líta á, at vit varðveita.
? Tí skal okkara samfelag sleppa sær burturúr hesi støðuni upp á rættiliga fá ár. Heimastýrislógin skal avmonterast so skjótt sum gjørligt, men hvussu nógv árini skulu vera, er ikki so avgerandi. Tað hevur minni týdning um tað tekur fýra ár, ella 10 ár at røkka fullveldinum, gongdin skal bara vera trygg.
?Tað er lítið skilagott at gera tað skjótari, enn tað er forsvarligt, tí tað skal vera fíggjarliga forsvarligt, samstundis sum vit skulu byggja okkara fyrisiting upp til at umsita tey øki, sum vit fáa afturat at umsita, tí fullveldið er ikki bara ein spurningur um eina búskaparliga tillaging, tað er eisini ein spurningur um eina umsitingarliga tillaging.
? Sjálvandi skal umsitingin verða so effektiv sum gjørligt, men vit skulu ikki fyrigykla okkum, at vit fáa eina minni umsiting í einum fullveldisríki. Tað sigur seg sjálvt, tí tá fáa vit fleiri mál at umsita.
? Tað, sum hevur týdning, er, at fullveldisgongdin heldur fram óbrotin og í mínari verð, verður ongin samgonga skipa við nakran flokk, sum ikki vil halda fram við teirri búskaparligari tillagingini til fullveldið.
Hetta er sjálvsagt um hann verður valdur, sigur hann. Men hann ivast onga løtu í, at fólkaflokkurin hevur somu støðu undir øllum umstøðum.
Sjálvur vónar hann, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin sleppa at halda fram í samgongu eftir valið.
Men hann vónar eisini, at aðrir flokkar koma uppí, tí tað er umráðandi at øll standa aftanfyri hesa tilgongdina.
? Sjálvt sambandsflokkurin er sinnaður at fremja broytingar, hóast hann í løtuni mest livir av at mála ræðumyndir fyri fólki. Men tær taka vit ikki fyri fult, tí líka síðani sambandsflokkurin varð stovnaður í 1906, hevur hann ongantíð enn havt rætt í nøkrum í føroyskum politikki og eg dugi ikki at síggja , hví hann skal fáa rætt nú. Men í longdini livir ongin av ræðumyndum og nú hevur hann bara ein veg eftir at fara
Hann vónar eisini, at javnaðarflokkurin verður sinnaður til at taka lut í fullveldistilgongdini í einum komandi valskeiði.
? Nú er stundin komin til at javnaðarflokkurin kemur uppí fullveldistilgongdina. Vil hann kki tað, men fer til val sum ein sambandsflokkur burturav, ivist eg ikki í, at hann verður tann stóri taparin á løgtingsvalinum. Tá verður tjóðveldisflokkurin tann stóri vinnarin, tí tað er ein heilt stórur partur av javnaðarveljarunum, sum vilja hava fullveldi og úrslitið av tí verður, at tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin skipa samgongu einsamallir, um so skuldi verið.
Tú tosar um taparar: Veljarakanningarnar geva ikki fólkaflokkinum stórvegis undirtøku. Er tað ikki júst tí, at veljarar floksins ikki taka undir við fullveldistilgongdini?
? Nei, tað er beint øvugt. Fólkaflokkurin hevur eina púra greiða stevnuskrá, eisini á fullveldisøkinum. Fóllkafloksfólk eru frælslynt og tí fáa tey heldur ikki verið annað enn fullveldisfólk og tað er neyðugt, at rennur saman ímillum hesi bæðar frontarnar. Taka vit gongdina frá 1948 til nú, haldi eg ikki, at vit kunnu siga, at vit hava gjørt nóg nógv. Tað hava aðrir flokkar heldur ikki gjørt, men nú er tíðin komin at taka hendan partin í álvara.
Annars veit hann ikki, hví flokkurin hevur so vánaligar veljarakanningar. Men hann ivast ikki í, at flokkurin fær eitt gott val, tí vit eiga at vera bindiliðið í fullveldisætlanini.
Poul Michelsen sigur, at verður hann valdur, er tað hansara endamál at hava fullveldistilgongdin skal vera trygg og at hava heilt greiða støðu á hasum økinum.
Men hann hevur eisini onnur hjartamál. Eitt nú er hann ikki serliga errin av eldrapolitikkinum.
?Tey, sum hava somu áskoðan sum eg, skulu ikki føla seg noydd til at fara í tjóðveldisflokkin, sigur Poul Michelsen.
Men hann hevur ongar ætlanir um at gerast løgmaður ella landsstýrismaður, tí hann hevur eisini eitt hampiliga stórt virki, sum hann varar av og fær hann givið sítt íkast til dagliga politikkin sum løgtingsmaður, er hansara endamál rokkið.