hjá GÍ at samanspæla liðið, og hjá fuglfirðingum sær út til, at tað er fongur í teimum báðum álopsmonnunum, pólverjanum Robert og havnarmanninum Eyðuni Samuelsen. GÍ vann 5-2, og teir høvdu eisini nógv fleiri [...] bara tríggir minuttir farnir, og fýra minuttir seinni javnaði Eyðun Samuelsen. Málið líktist nógv tí, sum Brian Laudrup í vikuskiftinum skoraði fyri FCK ? Eyðun dró uppá tvørs og sendi í nærra hornið. Miðskeiðis [...] fríspark úr 17 metrum í høgru, og beint eftir steðgin økti Leivur Hansen, sum hevði loyst Sasha av. Jóan Petur Olsen økti til 4-1, tá bólturin eftir horna datt fyri føturnar á honum, og korter fyri leiklok minkaði
6 starvsfólkum upp í 17 - og tískil er blivið neyðugt at býta virksemið í deildir og at seta deildarleiðarar. Tær tríggjar deildirnar eru nú: útviklingsdeldin, skeiðdeildin og netumsitaradeildin. Í útv [...] útviklingsdeildini verða skipanir og heimasíður gjørdar, skeiðdeildin rekur VIT-stovuna á Tórshavnar Sjómansheimi og netumsitaradeildin tekur sær av røkt av netum, brúkarahjálp og installatiónum. Deildarleiðari [...] í Gríms Kambansgøtu 7, er VIT flutt inn í »nýggj« høli. Talan er um tvær tær niðastu hæddirnar í gulu húsunum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka. Hølini eru 268 m2 til støddar og tískil væl størri enn
ikki havt bindindi til nakað. Eg siti í fríløtunum og hyggi at tíðindunum á CNN og BBC, og kenni aftur gøtur og støð í Beograd, eg fyrr havi gingið í og tikið mær av løttum í vársólini. Eg spældi fótbólt [...] í løtuni. Tá, eins og nú, búðu fólk, sum vit í dag bólka sera ymiskt, í býnum. Nógvir albanar og hartil serbar, kroatar og muslimar. Men, trupuleikar vóru ongir millum bólkarnar, og eru tað heldur ikki [...] verðini, og eftir liggur ein risastór undirstætt undir fótum teirra múgvandi. Eg flutti úr Jugoslavia í 1990. Fór til Fraklands og búði har tvey ár. Í 1992 fór eg heim til Subotica at ferðast, og meðan eg
nakað av sól. Hitin millum 4 og 7 stig. Leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi og norði. Skýggjað og regn- ella vátakavaælingur. Hitin fellur til millum 3 og 6 stig. Sunnudagin: At byrja [...] áhaldandi regn. Hitin millum 3 og 6 stig. Mánadagin og týsdagin: Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og norði. Skýggjað og regn- ella vátakavaælingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst [...] lágtrýst við Ísland fer spakuliga í ein landnyrðing og brúgvalag haðani kemur yvir Føroyar í nátt. Í dag: Fram móti vikuskiftinum kemur kaldari luft inn yvir Føroyar norðaneftir, men tíðliga í næstu viku
Vit vita, hvønn leiklut teir høvdu í samráðingunum við Føroya Tele. Og vit vita, at tað eru teir, sum alla tíðina liggja aftanfyri og toga í træðrirnar. Hann sigur, at seinasta dømi fingu tey í nátt. ? [...] sum hava heimild at úttala seg fyri arbeiðsgevarafelagið ? Tað eri eg, næstformaðurin og skrivarin, Jan Mortensen. Og ongin av okkum hevur verið í samband við landsstýrið um hetta, sigur Vilhelm Johannesen [...] upp í áttanda lønarflokk, fer tað at fáa ávirkan á lønirnar í sáttmálanum millum arbeiðsgevararnar og S&K, sum samráðingar skula verða um seinni. Tí so faa limirnir í S&K at krevja tað sama. Gunnleivur
dent á. ? Og tað er júst tað, sum vit hava gjørt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann sigur, at munurin á semingsuppskotinum, sum varð lagt fram Langa fríggjadag, og hesum, er [...] í dag er sjeyndi, verður strikaður, og tey 37 fólkini, sum verða lønt í hesum flokki, verða flutt upp í 8. flokk. ? Hetta hevði kostað Fíggjarmálastýrinum slakar 7.000 kr. um mánaðin. Roknað um til tímaløn [...] lønt í 7. lønarflokki í Starvsmannafelagnum, 73,15 kr. um tíman. ?Eftir broytingini hækkar henda tímalønin upp á 75,23 kr. Ein arbeiðsmannaløn er 76, 61 kr. um tímar Tey 37 fólkini, sum eru lønt í 7. lønarflokki
verið í 7. lønarflokki verða flutt upp í 8. flokk. Assistentar verða framyvir flokkaðir í 9. og 12. lønarflokki og onkrar broytingar verða gjørdar í flokkingarheitunum. Starvsfólkini í útvarpinum og í sj [...] er fyri at gjørd verður ein nýggj lønar- og útbúgvingarskipan. Endamálið skal verða at skapa eina liðiliga og einfalda skipan, sum skapar trivnað, arbeiðsgleði og effektivitet, stendur í semjuni. Ein ar [...] So eydnaðist tað endiliga hjá Gunnleivi og Karsteni. Eftir at teir skiftivís hava vrakað og góðkent sáttmálauppskotini, komu partarnir ígjár ásamt um ein nýggja tvey ára sáttmála, sum gevur limunum í
tað er so spennandi og gott at arbeiða við glasi! -Mær hevur altíð dámt at arbeiða bæði við málningalist og skulpturum, og glaslistin hevur hesi bæði í sær. Tú sær gjøgnum glasið, og av tí at tú formar [...] primitivum førum saman við írska rithøvundanum og ævintýraranum Tim Severin. Í fjør vórðu teir báðir á stórhvalaveiðu á leiðini millum Indonesia og Australia. Og eins og á undanfarnu ferðum sínum tvørtur um Kyrrahavið [...] Atlantshavið og inn í Svartahavið, hevur Tróndur gjørt sínar so eyðkendu og vøkru tekningar. Timmurin, sum Tróndur so vinsælt og fryntliga, umrøður henda írska ævintýraran, listamannin og fyri alt tað
gr., 47 cm. og 2110 gr. og 48 cm. og 2355 gr. 31. mars fekk Anja Müller, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3450 gr. 2. apríl fingu Malan á Svínafløtti, Miðvágur og Petur Elias Debes, K [...] Hon var 46 cm. long og vigaði 1830 gr. 7. apríl fingu Anna Dalsgaard, Argir og Leif Klein, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3800 gr. 8. apríl fingu Birgith og Meinhard Johannesen, [...] Anna Løwe Jacobsen og Hendrik Sørensen, Klaksvík, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4600 gr. 29. mars fingu Maria og Gunleiv Joensen, Klaksvík, sin son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3650 gr. 30
lønarhækking uppá eini 7% og at Starvsmannafelagið uttan iva fær tað sama Bjarni Djurholm sigur, at fer tað at kosta landskassanum einar 90 milliónir. Men tað hevur landskassin ikki ráð til. Og so slett ikki, [...] Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, og Sámal Petur í Grund, formann í sjálvstýrisflokkinum og lim í fíggjarnevndini, at tað sostatt er ongin vegur uttanum skerjingar og uppsagnir á almenna økinum, um úrslitið [...] lønarhækking upp á 7% kanska tykjast rímilig tí upphæddin er kanska ikki so stór. ? Men fyri landsbúskapin og kappingarførið hevur tað stóran týdning, tí samlaða upphæddin er stór. ? Og tað skaðar samstundis