Starvsfólk, leiðsla, nevnd og umboð fyri eigararnar vóru savnaði, tá úrslitið varð lagt fram á ársins aðalfundi. Tað er greitt, at tann góða gongdin heldur fram. Úrslitið fyri 2024 var 12,8 mió. kr. eftir skatt [...] samtykt at útluta 5,1 mió. kr. í vinningsbýti til partaeigararnar. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevn [...] Elektron arbeiðir miðvíst við at varðveita dygd og álít, og hevur sum mál at skapa varandi virði – fyri kundar, samstarvsfelagar og samfelagið í síni heild.
í Kelduni í Skálafirði. Hetta er ein víðkað útgáva. Bókin snýr seg um samfelagið við Gud. Hon lýsir týdningin av at liva nær Gudi og fyri Hann. Høvundin lýsir greitt, at menniskjað er skapt at liva í inniligum [...] liva Sær nær og fyri Hann. Málið við bókini er, at hon skal vera við til at leiða menniskju inn í eitt inniligt og ríkt lív saman við Gudi. Høvundin vísir á, at tað besta útgangsstøðið fyri lívi okkara er [...] sum hevur skapt okkum og elskar okkum óavmarkað. Aftast í hvørjum kapitli eru spurningar, sum snúgva seg um evnini, ið verða viðgjørd. Spurningarnir kunnu brúkast til at kveikja orðaskifti í bólkum, og eru
verður at Suðuroy fyri seg, er minni komið burtúr grønu orkuframleiðsluni. Hetta er tó beinleiðis orsakað av, at vatnorkuverkið í Botni er óvirkið vegna umvæling. Vindur og battaríir stóðu fyri knøppum 55 prosent [...] deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. Vindorkuframleiðslan er lækkað úr góðum 44 GWt niður í smáar 43 GWt, svarandi til 33 prosent av samlaðu frameiðsluni, meðan vatnorkan stóð fyri 27 prosent. Somuleiðis [...] orka er ikki einki, men í mun til í fjør er hetta ikki nøktandi, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. Minni er komið burtur úr øllum varandi orkukeldum í mun til sama tíðarskeið
hevur gjørt fyri Nationen í Noregi, siga 41 prosent av teimum spurdu, at tey hava neyðgoymslu - ella neyðveitingar - heima. Fólk í norska høvuðsstaðnum Oslo eru í so máta nakað verri fyri enn norðmenn [...] norðmenn yvirhøvur, og her siga umleið 36 prosent av teimum spurdu seg hava neyðveitingar. Kanningin avdúkar eisini, at kvinnur eru nakað betur fyrireikaðar enn menn – 44 prosent av kvinnunum hava neyðveitingar
Barcelona hava vunnið seg í hálvfinalurnar í Champions League. 4-0 sigurin hjá FC Barcelona á heimavølli gjørdist munurin til teirra fyrimun í kvøld, tí á útivølli tapti Barcelona 1-3 fyri Dortmund. PSG var [...] ein tryggan samlaðan sigur, tá teir løgdu seg á odda 2-0, og samlað 5-1 móti Aston Villa. Men Aston Villa svaraði aftur við at skjóta trý mál, men tíverri fyri heimafjøldina kom fjórða málið ikki, ið hevði
dóttir. Vígdis Finnbogadóttir legði seg sum forseti eina við at halda seg uttanfyri partapolitikk og at vera savnandi fyri land og tjóð og ikki minst at vera verdugt umboð fyri Ísland uttanlands. At hon var [...] á Vígdis um at bjóða seg fram at verða vald til forseta, og fyrsta februar í 1980 boðaði hon frá, at hon bjóðaði seg fram. Tríggir menn við royndum í politiska lívinum bjóðaðu seg eisini fram. Vígdis [...] kvinnuligi forseti í Europa vakti ans, og hon varð bjóðað at vitja nógva staðni, og tá var hon umboð fyri íslendska vinnulívið og mentanarlívið, sum ferðaðust saman við henni. Eftir at hon gavst sum forseti
kann gerast ein forðing fyri bæði nýggjum íløgum og fyri menning. Vit hava nú eitt mark á 25% fyri útlendskum kapitali ella útlendskum ognarskapi. Tað er greitt, at vit hava brúk fyri vøkstri og innovatión [...] virksemi og tvískattavtalur, sum ger, at tað loysir seg fyri føroyska vinnu at bjóða seg fram uttanlanda. Eyðdis Hartmann Niclasen løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin [...] niður í 18% - fyri at gera Føroyar kappingarførar og áhugaverdar. Vit hava serfrøðiliga føroyska veitingarvinnu til frálandavirksemi. Tað snýr seg ikki bara um oljuna í sær sjálvum. Tað snýr seg um eina breiða
breiddi seg skjótt. - Tað eru bara tvær vikur síðan, at eg var á trygdarskeiði, har vit vandu hetta, sigur Even Vigeland. Hann leggur aftrat, at hann ikki hevði ímyndað sær, at hann fór at fáa brúk fyri hesum [...] Síðsta leygarkvøld fór ein hending fram út fyri Nordvågen í Norðkapp kommunu í Noregi, har tvey fiskifør lógu um somu leið og fiskaðu. Norskir miðlar skriva um hesa hending, og millum miðlarnar eru eitt [...] neyðugt hjá manningini á brennandi skipinum at leypa í havið undan eldinum. Løtu seinni vísti tað seg, at annar rak aftur um bátin, har eldhavið var størst. Even Vigeland og Arnt Magne Johansen noyddust
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Tað snýr seg um tvey skotvápn og um lóður, sum maðurin hevði í bilinum, og sum løgreglan hevur lagt hald á. Maðurin er ikki varðhaldsfongslaður, men er í
Føroya Arbeiðsgevarafelag: Fyri stuttum legði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fram játtanarkarmin fyri 2026 á tíðindafundi í Smæruni. Framløgan gav ikki stórvegis vónir, tí hóast eitt langt [...] uttan nakra politiska støðutakan. Samstundis vísti hon á, at hon heldur, at átøk fyri 55 mió. kr. eiga at verða gjørd fyri at tálma stóra útreiðsluvøkstrinum. Men tá ið framløgan var av, sat ein eftir við [...] framskrivingin leggur upp til. Vit mugu ikki gloyma, at framskrivingin frá fíggjarlógini fyri 2025 til játtanarkarmin fyri 2026 longu hevur lagt eina øking á umleið 350 mió. kr. afturat almennu útreiðslunum