Um 17.40-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einari ruskbingju í Árnafirði. Tað var ikki so nógv í bingjuni, og tað eydnaðist at sløkkja eldin, áðrenn bingjan fór upp í royk. [...] fekk bingjan ikki nevniverdan skaða. Ógreitt er, hví eldur kom í, og hetta er eitt arbeiði, sum løgreglan nú er í holt við at kanna. - Vit vita ikki, um eldurin kann vera ásettur - ella, um talan kanska
parti av Noreg, skrivar norska tíðindastovan NTB. – Løgreglan fekk boðini klokkan 4:52 um knívstungu á eini privatari adressu í Indre Salten. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, har staðfestast kundi, [...] politidistrikt, Bent Are Eilertsen, í tíðindaskrivi. Løgreglan upplýsir, at tað ikki er orsøk at halda, at aðrir persónar hava verið uppi í málinum. Løgreglan hevur boðað til tíðindafund um málið. /ritzau/NTB
Løgreglan hevur ongar fráboðanir fingið um materiellar fýrverksskaðar eftir nýggjárshaldið í gjárkvøldið og um midnáttarleitið í nátt. Tað var nógvur vindur og regn í allan gjár, og tí er eisini hugsandi [...] líkindini um midnáttarleitið hampilig. Í Havn sást nógv fýrverk, tá klokkan nærkaðist midnátt, og løgreglan fekk eisini eina fráboðan úr Hoyvík, har ein neyðrakett var lend á einari tekju Milljum Gilja. - [...] varð slóknað, áðrenn hon rakti tekjuna, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. Løgreglan hevði í morgun ongar fráboðanir fingið um persónsskaðar í samband við nýggjárshaldið í gjárkvøldið
bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Hóast dagurin í gjár var hin seinasti á árinum, og løgreglan hevði nógv fólk til arbeiðis, gjørdist náttin kortini friðarlig. - Veðrið hevði helst sín týdning [...] gjørdust til politimál, tí tað bar til at tosa fólk til rættis, verður lagt aftrat. Í nátt hevur løgreglan eisini hjálpt nøkrum fólkum til hús, sum vóru so drukkin, at tey ikki megnaðu hetta sjálvi.
rættiliga fitt av eystanvindi náttina fyri nýggjársaftan og fram til seint nýggjársftanskvøld, hevur løgreglan fingið tilsamans 23 fráboðanir um smærri skaðar. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fyrstu [...] varð at taka eina hond í, men soleiðis, sum vit hava skilt, vóru sløkkiliðini ikki so hart trýst. Løgreglan sigur, at talan var fyri tað mesta um onkran klædning, tekju og onkra vindskeið, sum reiv, og eisini [...] kring landið ófør at taka eina hond í, soleiðis sum tey altíð eru, tá boð eru eftir teimum, sigur løgreglan.
Klaksvík ein rútur brotin. Á Argjum er eitt úthang farið, og í Havn er ein byggipallur koppaður. Løgreglan hevur ikki fingið fleiri fráboðanir um vindskaðar, men tað merkir tó ikki, at onkur fráboðan ikki
Í nátt hevur løgreglan havt ein liggjandi gest. Hesin er framvegis á støðini, men sleppur eftir øllum at døma útaftur at halda nýggjár, nú vit hava nýggjársaftan í dag. Tað var klokkan 01.24 í nátt, at [...] at løgreglan fekk fyrstu fráboðanina um, at maðurin var ólátaður á einum skeinkistaði í Havn. - Tá vit komu á staðið, gjørdist hann ikki minni ólátaður og hóttandi. Maðurin varð handtikin, men slapp sær [...] men tá tú slítur teg leysan og rennur avstað aftur eftir handtøku, verður tað eitt mál aftrat. Løgreglan sigur, at maðurin verður avhoyrdur á løgreglustøðini, og talan er serliga um skuldsetingar um hóttanir
viðurskiftum kann skjótt geva eina heilt løgna mynd. Mong dømir eru um tað. Í nátt klokkan 04.14 fekk løgreglan eina fráboða um, at tað sá út, sum alt Tinganes stóð í ljósum loga. - Talan var um eitt samanfall
Klokkan 17.15 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum goymslubygningi hjá Vágs Skipasmiðju á havnalagnum í Vági. - Sløkkilið og løgregla vórðu send á staðið, og klokkan 18.20 - ella [...] ymiskt tilfar og onkrar maskinur, og her stóðu eisini onkur akfør, sum tað eydnaðist at fáa út. Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í goymslubygningin, og tey vita heldur ikki ítøkiliga, hvussu umfatandi
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt innbrot í eina bingju í vesturbýnum í Havn. Hetta var ikki ein tilvildarlig bingja, men ein bingja við fýrverki. - Tað var, tá fýrverkssølan skuldi lata upp [...] 000 krónur. - Vit hava onkur spor at ganga eftir, og hetta málið verður nú kannað nærri, sigur løgreglan í morgun.