Løgreglan hevur ongar fráboðanir fingið um materiellar fýrverksskaðar eftir nýggjárshaldið í gjárkvøldið og um midnáttarleitið í nátt.
Tað var nógvur vindur og regn í allan gjár, og tí er eisini hugsandi, at nógv bál, sum vóru ætlað, ongantíð vórðu tendrað.
Sum gjárkvøldið leið, batnaði veðrið tó nakað, og um midnáttarleitið, tá tær nógvu rakettir plaga at vera skotnar, vóru líkindini á einari leið.
Tað er ymiskt kring landið, hvussu eysturættin rakar, og har nøkulunda lívd er fyri ættini, gjørdust líkindini um midnáttarleitið hampilig.
Í Havn sást nógv fýrverk, tá klokkan nærkaðist midnátt, og løgreglan fekk eisini eina fráboðan úr Hoyvík, har ein neyðrakett var lend á einari tekju Milljum Gilja.
- Men, her vísti tað seg tíbetur, at neyðrakettin helst varð slóknað, áðrenn hon rakti tekjuna, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Løgreglan hevði í morgun ongar fráboðanir fingið um persónsskaðar í samband við nýggjárshaldið í gjárkvøldið og í nátt.