varð togaður niður í brotsteiginum. Hanus Jacobsen, sum í kvøld var á verjukendum miðvallarplássi undir liðini á Hans Jørgeni, meðan Jann Ingi Petersen hevði meiri framrættaða leiklutin, sendi bóltin í málið [...] og um vit høvdu skorað fyrri, enn vit gjørdu, so høvdu vit verið longri undir trýstinum, sum teir síðstu løtuna løgdu okkum undir. So vit kunnu ikki siga annað, enn at hetta mynaðist akkurát soleiðis, sum [...] møguleikan úr ellivu metrum, tá ið bólturin varð sendur í tvørtræið. -Síðstu fimm minuttirnar vóru vit undir sera stórum trýsti, men vit vóru væl skipaðir og vardu væl. Hetta var eitt orduligt mannfólkaavrik
fyrra hálvleiki. Hetta er fyrri dysturin millum liðini í Europa League. Seinni dysturin verður á Tórsvølli hósdagin. Samandrátturin kann síggjast undir greinini. ÍBV-HB 1-1 (1-0) Á Hásteinsvølli í Ves
ini eina sigursgongd gjøgnum býin, har tey fóru ýlandi við sløkkiliðsbilinum. Undir greinini sæst ein kykmynd av tí. Undir greinini er eisini eitt ljóðbrot, har tað ber til at hoyra endan av finaluni í [...] Tórshavnar Sløkkilið vann kappingina við stórum stíli. Tórshavnar Sløkkilið vann 22-13 á Articon. Liðini høvdu møguleika at fáa 33 stig. Longu tíðliga í kappingini var støðan 11-3 til Tórshavnar Sløkkilið
kortini fast, at tað er framvegis talan um eina opna uppgerð, men, at nú er munandi javnari millum liðini, enn veddingarfyritøkurnar í Europa hava hildið fast við. ÍBV skorar ikki nógv mál, og á Tórsvølli [...] skal íslendska liðið fram á vøllin, og tí hevur Oddbjørn góðar vónir til returdystin. Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Oddbjørn Joensen, sum var gjørd beint aftaná dystin.
okkum víðari, sum teir hava, sigur HB venjarin úr Vestmannaoyggjunum, og hann heldur fram: -Vit vóru undir stórum trýsti, inntil teir høvdu lagt seg á odda. So linkaði tað, og hóast bólturin ofta varð lyftur [...] at sigla inn á fastlandið. Eftir døgurða verður farið við Atlantsflog til hús, og so verður farið undir fyrireikingarnar til avbjóðingina hóskvøldið í næstu viku. ÍBV-HB 1-1 (1-0) Á Hásteinsvølli í Ves [...] skoti eftir skjótt áop, men bólturin fór framvið málinum aftanfyri Teit M. Gestsson. 50) 1-0 Bæði liðini hava havt atsóknir fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin. Í fyrra førinum royndi Tonny Mawejje seg
staðin fyri Nenad Saric. Ari Ó. Ellingsgaard er farin út í vinstru, og Jákup Johansen er í álopinum undir liðini á Øssuri Dalbúð. 70) 0-1: Andrew Waterworth 68.´ Linfield hevur lagt seg á odda. Verjuspælið hjá [...] skjótar menn í borðunum og góðar bóltspælarar á miðvøllinum. Tað eru tvær vikur síðani, at teir fóru undir aftur venjingarnar, eftir at teir hava verið í summarfrí. Teir eru semiprofessionellir, og harvið
Higartil hevur tað ikki eydnast B36, sum í kvøld hevur Niels Joensen á sentralum miðvallarplássi undir liðini á Róaldi Jacobsen, at spæla seg til upplagdan málmøguleika. 07Vestur hevur nógv fólk á miðvøllinum [...] er myndin alt greiðari, sum sigur, at eisini næsta ár fara HB, ÍF og EB/Streymur at teljast millum liðini, sum fara at spæla í europeisku kappingunum. HB og EB/Streymur hava í kvøld vunnið tryggar sigrar [...] hevur ikki vunnið í landskappingini síðani í 8. umfari 28. apríl. Felags fyri Víking og KÍ er, at liðini framvegis eru í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. 07Vestur megnaði málleysan javnleik
Áki Joensen gjørdist spastikari vegna trupulleikar undir føðingini og er rørslutarnaður, men uppvøkstur hevur hann fingið á sama hátt sum flest onnur. Hann hevur gingið í barnagarði, fólkaskúla og fekk [...] 2002 studentsprógv í studentaskúlanum í Hoydølum. Hann gjørdist ársins studentur hetta árið. Undir lesnaðinum fekk hann eisini koyrikort og egnan sergjørdan bil. Áki flutti árið eftir til Danmarkar [...] Powersoccer. Teir venja hvønn mánadag, og einaferð um mánaðin eru teir til kapping. Fýra tey bestu liðini koma víðari til endaspælið, og higar rukku Áki og liðfelagar hansara úr Aalborg Powersoccer. Tað
undankappingini til Europa League møta finska liðnum, Turku. Jógvan Martin ásannar tó, at tey finsku liðini plaga at verða væl fyri, og at tað tí verður talan um eina stóra uppgávu. Víkingur hevur heimavøll [...] fara teir at royna at fáa eina góða útgangsstøðu til tann seinna dystin í Finnlandi. Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Jógvan Martin Olsen um lutakastið.
(0-0) Einans eitt tap seinastu 11 dystirnar høvdu ført við sær, at NSÍ fekk skutin fram um flestu liðini í stóra miðfeltinum í Effodeildini og undan hesum umfarinum fyri fyrstu ferð í ár var komið upp [...] ógvuliga varin lið, sum stundum borðreiddu við góðum smáspæli, men ikki megnaðu at seta hvørt annað undir nakað, sum bara minti um trýst. Spælið gekk nógv aftur eftir vøllinum og eftir síðuni, og tá ið spælast [...] í ár, har fæst málmøguleikar hava verið. 0-0 var eisini hóskandi úrslitið, tá ið leikararnir fóru undir tak. Álopsbogin spentur Venjararnir høvdu onga orsøk til at vera nøgdir við sínar leikarar í fyrra