Toppliðini halda seg á kósini

Í kvøld er landskappingin í fótbólti farin í summarfrí. Næstu vikurnar er europeiskur fótbóltur á skránni hjá bestu liðunum. Nú tað resta tólv umfør av 2013 kappingini er myndin alt greiðari, sum sigur, at eisini næsta ár fara HB, ÍF og EB/Streymur at teljast millum liðini, sum fara at spæla í europeisku kappingunum.

 

HB og EB/Streymur hava í kvøld vunnið tryggar sigrar á útivølli, og ÍF hevur vunnið á heimavølli. HB er framvegis sjey stig frammanfyri ÍF, sum er tvey stig frammanfyri EB/Streym. At B36 ikki megnaði meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti 07Vestur, og at NSÍ tapti á Argjum ber við sær, at tað er dragnað orduliga frá bronsuplássinum og aftur til tey næstu.

 

Umframt toppliðini so er tað serliga hjá AB, at tað rennur inn á stigakontuna. Í kvøld vann AB 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Harvið hevur AB vunnið tíggju stig burturúr fýra teimum seinastu umførunum. AB er framvegis næstniðast, men nú er farið at tódnað fram til Víking og TB.

 

Størsta aldudalinum eru Víkingur og KÍ í. Víkingur hevur ikki vunnið síðani í 5. umfari, sum var 7. apríl, og KÍ hevur ikki vunnið í landskappingini síðani í 8. umfari 28. apríl. Felags fyri Víking og KÍ er, at liðini framvegis eru í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

07Vestur megnaði málleysan javnleik á útivølli ímóti B36. Hetta var onnur ferðin í ár, at tað eydnaðist vágamonnum at vinna stig í Gundadali. Fyrra ferðin var, tá ið teir spældu 0-0 ímóti HB.

 

Landskappingin heldur summarfrí fram til 21. juli.

 

ÍF-KÍ 3-1 (1-0)

1-0: Clayton Soares 45.

1-1: Páll A. Klettskarð 50.

2-1: sjálvmál 62

3-1: Jan Ó. Ellingsgaard 88.

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Hallgrím G. Hansen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson (Aleksandar Jovevic, 65.), Bogi Reinert Petersen, Øssur Dalbúð (Fritleif í Lambanum, 90.), Heri Nesá (Høgni Madsen, 58.), Nenad Saric, - Clayton Soares

Gult kort: Leivur Joensen, Høgni Madsen

KÍ: Gunnar á Steig – Johan Jacobsen (John Hammer, 82.), Sørmundur Kalsø, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Kristoffur Jakobsen (Ivan Joensen, 68.) – Álvur F. Christinasen (Ísak Simonsen, 68.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Álvur F. Christiansen, Hjalgrím Elttør

 

Víkingur-HB 2-4 (1-2)

1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 1.

1-1: Símun Samuelsen 15.

1-2: Gunnar Haraldsen 35.

1-3: Fróði Benjaminsen 45.

1-4: Bárður J. Heinesen 54.

2-4: Finnur Justinussen 79.

Dómari: Alex Troleis

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus (Heðin Hansen, 71.), Jann Ingi Petersen (Ingi Sørensen, 73.) - Hjartvard Hansen (Sam Jacobsen, 73.), Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic, Finnur Justinussen

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Johan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen, Heini Vatnsdal (Bárður Olsen, 25.) - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður Johnson Heinesen, 45.), Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen, 67.)

Gult kort: Bárður Olsen, Gunnar Haraldsen

 

B36-07Vestur 0-0

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen - Jákup á Borg, Niels Joensen (Benjamin Heinesen, 76.), Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal (Rasmus Dan Sørensen, 90.)

Gult kort: Róaldur Jacobsen, Martin Pedersen

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø (Torstein Mýlingstind, 46.), Emil Mikkelsen, Tehé Aristide, Gunleif Olsen – Tór-Ingar Akselsen, Evrard Blé, Eli Falkvard Nielsen, Jovan Radinovic-Panic, Jákup S. Olsen (Holgar Durhuus, 64.) - Ibrahima Camar

 

AB-NSÍ 3-1 (1-0)

1-0: Karstin Højgaard 43.

2-0: Dion Splidt 47.

2-1: Pól Jóhannus Justinussen 75.

3-1: Karstsin Højgaard 90.+3.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze, Sorin Anghel (Kári Nielsen, ), Jobin Drangastein - Dion Splidt, Bjartur Kjærbo, Rógvi Poulsen (Karstin Højgaard)

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Sjúrður Jacobsen (Andrass Frederiksberg), Magnus Olsen (Jann Martin Mortensen, ) - Andy Olsen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg,

 

TB-EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Leif Niclasen 43.

0-2: Leif Niclasen 50.

Dómari: Eiler Rasmussen

TB: Ivan Stojkovic - Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Ndiour, Eirikur Magnusarson - Rógvi Joensen (Ragnar Tausen, 61.), Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Aron Sørensen (Dan Mortensen, 73.) - Nicky Ferenc Diverdics (Teitur Justinussen, 73.), Poul Ingason

Gult kort: Rógvi Joensen

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø (Dánjal Davidsen, 67.), Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen (Jóhannes Hansen, 88.) – Arnar Dam, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen - Gunnar Zachariasen (Arnbjørn Hansen, 71.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Egil á Bø

 

 

Støðan eftir 15. umfar

HB 34

ÍF 27

EB/Streymur 25

B36 21

NSÍ 20

KÍ 19

TB 16

Víkingur 16

AB 12

07Vestur 8

 

16. umfar

21. juli

ÍF-TB

AB-B36

EB/Streymur-NSÍ

HB-KÍ

07Vestur-Víkingur

 

 

 

LIÐUGT

0-2

 

90) 0-2

 

85) 0-2

Tað er nær við og næstan hjá TB, men Egil á Bø, Marni Djurhuus, Arnar Djurhuus og hinir á EB/Streyma liðnum eru væl skipaðir í verjupartinum.

 

80) 0-2

Tað er einki, sum bendir á, at tað skal eydnast TB at gera nakað við meistararnar í EB/Streymi. TB hevur´bóltin nógv, men nú tað resta tíggju minuttir, hevur EB/Streymur rættuliga gott tak á verjupartinum. TB spennir álopsbogan soleiðis,at miðverjin Babacar er fluttur fram í álopið.

 

75) 0-2

Eftir innlegg úr høgru hevur TB havt góðan møguleika, men tað spurdist einki burturúr spentu støðuni.

 

Hans Fróði Hansen, TB venjarin, hevur skift Teit Justinussen inn í staðin fyri Aron Sørensen.

 

70) 0-2

Rúni Nolsøe heldur ivaleysst, at Arnbjørn Hansen skal hava eitt sindur av dystarvenjing, áðrenn sundalagsmenn fara út í Europa. Nú er Arnbjørn Hansen komin á vøllin, og Gunnar Zachariasen er farin av vøllinum. Og EB/Streymur dúvar nú upp á møguleikarnar fyri skjótum mótálopum.

 

65) 0-2

Tað hevur leingi einki bent á, at lív skal koma í dystin við Stórá, men síðstu løtu hava heimamenninir havt betri tak á, tá ið teir hava lagt innfyri.

 

60) 0-2

Ragnar Tausen er komin inn á TB miðvøllin í staðin fyri liðformannin Rógva Joensen. TB hevur framvegis ilt við at svara aftur. Ndende og Poul Ingason hava roynt seg ímóti málinum, men skotini hava verið óneyv.

 

55) 0-2

Tað er tungt hjá TB at svara aftur, tí EB/Streymur hevur gott tak á tí. Teir í Sundalagnum trívast ofta best við at leggja aftarlaga á vøllinum og bíða eftir møguleikanum at fara í skjót mótálop. Higartil tykjast teir í EB/Streymi ikki at halda tað vera neyðugt at flyta fólkið longri aftur, og higartil hevur tað ikki verið mett neyðugt at skifta Arnbjørn Hansen inn. Hann hitar saman við fleiri øðrum upp.

 

50) 0-2: Leif Niclasen 50.

EB/Streymur hevur beinanvegin eftir steðgin tvífalda leiðsluna. Eftir aftur og fram í TB brotsteiginum og ikki sannførandi verjuspæl var Leif Niclasen enn eina ferð á rætta staðnum í røttu løtuni, og nú sær tað einki serligt út hjá heimaliðnum, meðan EB/Streymur - við Arnbirni Hansen á beinkinum - er við at dubba seg í stríðnum at endurvinna pláss í altjóða fótbólti næsta summar. Í næstu viku skulu teir spæla í Andorra!

 

HÁLVLEIKUR

0-1

TB hevur ikki megnað væl at hava fríska litið undan.

 

45) Leif Niclasen 43.

So hevur EB/Streymur skorað. Leif Niclasen var málskjútti. Eftir skjóta umstilling varð Leif Niclasen spældur leysur í høgru. Hann sneiddi inn í brotsteigin og eitt sindur úr høgru sendi hann bóltin hegnisliga í handara síðunetið.

 

40) 0-0

TB hevur hug at svara aftur, og nú hevur Poul Ingason havt góða roynd ímóti málinum, men René Tórgarð bjargaði væl.

 

35) 0-0

Eftir at TB fyrra partin av 1. hálvleiki var ágangandi í álopspartinum, so hevur EB/Streymur nú betri tak á álopsspælinum, meðan heimaliðið meiri dúvar upp á langar sendingar fram til Poul Ingason.

 

25) 0-0

 

TB-EB/Streymur kl. 20.30

Dómari: Eiler Rasmussen

TB: Ivan Stojkovic - Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Ndiour, Eirikur Magnusarson - Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Aron Sørensen - Nicky Ferenc Diverdics, Poul Ingason

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Arnar Dam, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen - Gunnar Zachariasen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

 

 

Undan dystinum:

Tað er jóansøka á Tvøroyri í vikuskiftinum. Ultimativi heimahýrurin verður tað, um tað seinnapartin í morgin eydnast 10-mannafarinum Suðuroyingi at vinna á havnarmonnum og klaksvíkingum, og um tað longu í kvøld eydnast TB at basa EB/Streymi við Stórá í Trongisvági.

 

Gestirnir fara suður á middegi. Teir hava trongan plan, tí longu sunnumorgunin tíðliga skulu teir av landinum við kós suður til Andorra, har tað týskvøldið bíðar teimum altjóða avbjóðing og stríð um milliónir av krónum. Ferðaætlanin sigur, at teir sleppa ikki norður aftur fyrrenn í morgin, men nú er soleiðis skipað fyri, at teir sleppa til hús at sova í kvøld.

 

Eftir at tað leingi var soltið, so hevur tað seinastu vikurnar gingið sum eftir ánni. Hjá Rúna Nolsøe, Meinhardti Dalbúð og teirra monnum. At moralurin er í toppi sást sunnudagin, tá ið tað eydnaðist at basa Í, hóast klaksvíkingar í tveimum umførum vóru tvey mál frammanfyri.

 

Tað var smeitur, at miðvallarstríðsmaðurin Pætur Dam Jacobsen varð vístur av vøllinum. Hann er leikbannaður í kvøld. Arnar Dam, sum hevur verið stinnur á verjukenda miðvøllinum, er tøkur aftur eftir leikbann ímóti KÍ.

 

Arnbjørn Hansen gjørdi stóran mun, tá ið hann sunnudagin varð settur á vøllin tíðliga í 2. hálvleiki. Hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu í kvøld, men hann er góður trumfur at hava á beinkinum. Verjuspælarin Dánjal Davidsen er aftur í EB/Streymi, eftir at hann hevur verið burturstaddur síðani eina ferð í fjør.

 

TB hyggur uppeftir, og tvøramenn leingjast eftir, at tað skal eydnast at vinna fyrst eina ferð og so fleiri ferðir á rað. Manningarligu fyritreytirnar eru góðar. Poul Ingason hevur verið darvaður av smáskaðum, men hann og allir hinir eru tøkir undan stevnudystinum.

 

Higartil í ár hevur einki lið megnað at farið úr Trongisvági við fullari úrtøku. Trupulleikin hjá TB hevur verið, at tað ofta er endað við javnleiki. Tað var vónbrot síðsta sunnudag, at tað ikki eydnaðist at vinna stig á Argjum. Størri vónbrot var tað, at avrikið var lakari, enn tað annars hevur verið. Hans Fróði Hansen vil hava sínar menn á jóansøku at vísa, hvat veruliga býr í teimum. Um teir megna tað, so verður heilt víst talan um sannan stevnudyst!

TB-EB/Streymur: Eiler Rasmssen í dag klokkan 20.30.

 

 

 

-----

 

LIÐUGT

3-1

AB hevur enn eina ferð vunnið, og harvið hava argjamenn í fýra teimum síðstu umførunum undan summarsteðginum vunnið tíggju stig!

 

3-1: Karstin Højgaard

Eftir langa framlegging og misskiljing millum Kristian Joensen og Monrad Holm Jacobsen streyk Karsstin Højgaard ímóti málinum og skoraði.

 

90) 2-1

NSÍ stríðist øgiligt fyri at javna, og gestirnir hava verið tætt við: bólturin brast fyri lítlari løtu síðani í tvørtræið aftanfyri Símun Rógva Hansen!

 

80) 2-1

AB heldur framvegis tørn um tepru leiðsluna, men NSÍ spennir álopsbogan, so tað kann væl fara at vera, at okkurt málið fer at koma aftrat.

 

75) 2-1: Pól Jóhannus Justinussen 71.

Eftir innlegg úr vinstru hevur miðverjin Pól Jóhannus Justinussen, sum síðstu løtuna hevur verið frammarlaga, sent bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen.

 

70) 2-0

AB heldur tørn, og NSÍ stríðist ímóti fríska lotinum.

Kári Nielsen er komin á AB miðvøllin fyri skadda Sorin Anghel.

Jann Martin Mortensen er komin inn á NSÍ miðvøllin í staðin fyri Magnus Olsen, og Andrass Frederiksberg er komin inn í staðin fyri Sjúrð Jacobsen.

 

50) 2-0: Dion Splidt 47.

AB hevur vindin undan, og beinanvegin eftir steðgin hevur Dion Splidt sent horna úr vinstru og í málið dygst undir handaru samankoming.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0: Karstin Højgaard 43.

Í stríðum mótvindi hevur AB lagt seg á odda. Innskifti Karstin Højgaard setti bóltin í málið, eftir at Jobin Drangastein spældi Dion Splidt í høgru, og hann legði innfyri úr høgru. Karstin Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Rógva Poulsen.

 

30) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og tað hava heldur ikki verið upplagdir málmøguleikar fyrsta hálva tíman.

 

20) 0-0

Tað er framvegis málleyst á Argjum. NSÍ hevur fríska lotið undan, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa nyttu burturúr lotinum. Neyvleikin í sendingunum inn um verjuna restar hjá NSÍ, og hjá AB er ilt at spæla seg í álopsstøðu.

 

5) 0-0

Monrad Holm Jacobsen er í NSÍ miðverjuni í staðin fyri Jens Joensen, sum spældi ímóti B36. Hjá AB er Keita skaddur, og Bjartur Kjærbo er fremsti miðframherjin hjá AB.

 

AB-NSÍ kl. 19.30

Dómari: Ransin N. Djurhuus

AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze, Sorin Anghel, Jobin Drangastein - Dion Splidt, Bjartur Kjærbo, Rógvi Poulsen

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Sjúrður Jacobsen, Magnus Olsen - Andy Olsen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg,

 

Undan dystinum:

Á Argjum minnast tey væl, hvussu tað gekk, tá ið NSÍ 19. apríl vitjaði. Ta ferðina skoraði Klæmint A. Olsen NSÍ sigursmálið til 3-2 við síðsta sparkinum í dystinum. Tað var góð staðfesting av, at marginalirnir tá ikki vóru við argjamonnum. Soleiðis var tað leingi, men nú er tað koppað á. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur AB vunnið stig, og síðsta sunnudag bar heimasigurin á TB við sær, at AB flutti av aftasta plássinum.

 

AB venjarin Sámal Erik Hentze hevur aftur og aftur sagt, at hann heldur liðið vera nóg gott at spæla í bestu deildini. Nú eru fyritreytirnar uppaftur betri. Kári Nielsen, sum er fluttur úr HB og út á Argir, er nýggjur á miðvøllinum, og Dmitrije Jankovic er nýggjur í miðverjuni. Í kvøld er vongverjin í høgru, Leivur Holm Joensen, leikbannaður.

 

Ferðin á Argir verður tann síðsta hjá NSÍ við Abrahami Løkin við róðrið. Hann gevst at vera venjari í kvøld. Løkin navnið hvørvur tó ikki úr felagnum. Karl Løkin, sum var við fyrsta partin av kappingarárinum, áðrenn hann fór til Íslands at royna seg, er aftur í Runavík, og hann verður á verjukendum miðvallarplássi í kvøld. Jann Martin Mortensen var ikki við ímóti B36 í Gundadali síðsta leygardag. Hann er tøkur aftur.

AB-NSÍ: Ransin N. Djurhuus í dag kl. 19.30.

 

-------

 

LIÐUGT

2-4

 

90) 2-4

Víkingarnir eru í øðini inn á dómaran. Finnur Justinussen varð spældur leysur, og HB málverjin steðgaði honum. FInnur Justinussen fór um koll, dómarin segði einki, og heimamenninir kenna seg rudduliga snýttar fyri brotsspark. Finnur Justinussen sá gult fyri at mótmæla ímóti linjuverjanum.

Vinstri vongverjin hjá Víkingi, Dánjal Pauli Lervig, sneiddi stutta løtu seinni framvið fleiri og tá ið hann royndi seg, fór bólturin í stóllpan. Víkingarnir stríðast, og HB er undirmannað, tí Kristin R. Mouritsen er farin skaddur av vøllinum.

 

80) 2-4: Finnur Justinussen

Eftir langan málturk hevur Finnur Justinussen fingið hol á. Hann sendi fríspark beinleiðis í málið aftanfyri Teit M. Gestsson. Víkingarnir tykjast hava fingið mót av nýggjum.

 

70) 1-4

Sam Jacobsen Ingi Sørensen eru komnir inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Hjartvard Hansen og Jann Inga Petersen.

 

 

65) 1-4

Pál Mohr Joensen er komin inn á HB liðið í staðin fyri Símun Samuelsen, sum hevur verið væl upplagdur. Útskiftingin bendir greitt á, at HB venjarin Oddbjørn Joensen er ivaleysur í, at hansara menn eru á veg ímóti trivaligum sigrum.

 

60) 1-4

Heðin Hansen er komin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus.

 

55) 1-4: Bárður J. Heinesen 55.

So hevur HB ivaleyst avgjørt sær til fyrimunar. Eftir meistarabjarging, sum Geza Turi vísti eftir horna, so varð nýtt horna, og tá smekkaði Bárður J. Heinesen bóltin í málið. Verjuspælið hjá heimaliðnum kennist vera lítið sannførandi, serliga í sambandi við deyðbóltsstøður.

 

Nú kennist mótbrekkan hjá víkingunum at vera ógvuliga brøtt.

 

50) 1-3

Víkingur hevur lagt ágrýtið fyri fyrstu løtuna eftir steðgin, og tað hava longu verið spentar støður í HB brotsteiginum, men Teitur M. Gestsson er stinnur í málinum.

 

HÁLVLEIKUR

1-3

 

1-3: Fróði Benjaminsen 47.

Tað kann væl fara at vísa seg, at HB í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat 1. hálvleiki, gav Víkingi mønustingin. Eftir horna og framúr fríspæling frá innskifta Bárði Olsen hevur Fróði Benjaminsen økt um leiðsluna!

 

45) 1-2

Bárður J. Heinesen er komin inn í staðin fyri Andrew av Fløtum.

 

40) 1-2

Tað er øgiligt stríð um miðvøllin, og taklingarnar eru eirindarleysar.

Víkingur roynir at svara aftur, og Finnur Justinussen hevur roynt seg við stútara, men bólturin fór omanfyri málið.

Andrew av Fløtum liggur skaddur á vøllinum, og hann verður borin á børu av vøllinum. Í hansara stað ger Bárður Johnson Heinesen seg kláran at koma inn.

 

35) 1-2: Gunnar Haraldsen 34.

Toppliðið hevur lagt seg framum. Christian R. Mouritsen legði horna innfyri, og miðverjin Gunnar Haraldsen, sum rann fram ímóti nærra stólpanum, sendi við høvdinum bóltin í netið. Víkingarnir mótmæltu, tí teir hildu, at HB gjørdi fríspark ímóti Geza Turi, men tað var Alew Troleis ikki samdur við teimum í.

 

30) 1-1

Víkingur hevur ment seg aftur, og serliga Kaj Leo í Bartalsstovu hevur verið væl upplagdur í ein móti einum støðum, men støðan er framvegis 1-1.

 

25) 1-1

HB hevur greitt yvirtikið spælið, og eftir snilt innlegg frá Andrew av Fløtum var um reppið, at HB skoraði, men bólturin varð beindur út til horna, sum einki kom burturúr.

Heini Vatnsdal er farin av HB miðvøllinum, og í hansara stað er komin Bárður Olsen. Tá ið Heini Vatnsdal ikki tóktist vera skaddur, kann tað benda á, at talan er um taktiska útskifting.

 

20) 1-1

Hans Jørgen Djurhuus á Víkinga miðvøllinum hevur sæð gult fyri takling ímóti Símuni Samuelsen.

 

15) 1-1: Símun Samuelsen 15.

Símun Samuelsen hevur skorað framúr mál. Víkingur kiksaði í uppspælinum í vinstru, Símun Samuelsen fekk fatur á bóltinmum, og eftir at hava sneitt framvið mótstøðumanni lyfti hann bóltin upp um eitt sindur uttarlaga stadda Geza Turi, og bólturin sigldi í málið.

 

10) 0-0

Eftir fínt innlegg frá Jógvan Róa Davidsen hevur Fróði Benjaminsen hálvfluktað ímóti Víkinga málinum, men Geza Turi bjargaði. HB hevur havt tvey hornaspørk, og tað boðar frá, at gestirnir so smátt hava fótað sær. Víkingarnir eru tó vandamiklir í skjótum mótáloðum. Ikki minst kennist Kaj Leo í Bartalsstovu at vera væl upplagdur!

 

5) 1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 1.

Víkingar hava lagt øgiliga sannførandi fyri ímóti oddaliðnum HB. Bara 15 sekund vóru farin, tá ið heimaliðið legði seg fram í. Víkingur gav bóltin upp, og HB fekk ongantíð fatur á honum, áðrenn Finnur Justinussen og Filip Djordjevic spældu upp, og Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði!

 

1) 0-0

Tað er eitt lot, men líkindini eru hampuliga góð. Hanus Jacobsen er ikki á Víkingarliðnum, tí hann varð skaddur undir venjing í gjárkvøldið. Jann Ingi Petersen og Hans Jørgen Djurhuus eru á sentrala miðvøllinum, eftir ávikavíst skaða og leikbann.

 

Víkingur-HB kl. 19.00

Dómari: Alex Troleis

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus, Jann Ingi Petersen - Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Johan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen, Heini Vatnsdal - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

 

Undan dystinum:

HB hevur beina kós ímóti FM heitinum. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tað verið striltið, men tað hevur ikki kostað í stríðnum um oddasessin:

 

-Spælararnir hava verið móðir eftir uppgávurnar á landsliðnum. Serliga sinniliga møðin hevur kenst, og tað hevur kostað í avrikunum. Hóast vit taptu í Streymnesi, spældu javnt ímóti ÍF og fingu góða mótstøðu í Sørvági, so komu vit væl burturúr tí. Eisini tí hini liðini so ofta spæla javnt. Eg havi sæð nógvar dystir, og tað tykist sum um, at tað í flestu førum verður lagdur størri dentur á ikki at tapa enn at vinna, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen.

Hann hevur allar spælararnar tøkar undan túrinum norður í Sarpugerði í kvøld:

 

-HB hevur ofta havt trupulleikar í Gøtu, og sovorðið vísir seg at telja. Um vit vísa rætta hugburðin, so ivist eg ikki í, at tað ber okkum til at vinna, men tað verður torført, eisini tí tað er so stórt trýst á mótstøðuliðnum, ið ikki hevur vunnið í so langa tíð.

 

Víkingur hevur verið illa plágað av skaðum alt hetta kappingarárið, men nú sær betri út:

-Hetta er fyrsta ferðin í ár, at allir spælararnir eru tøkir. Tað fegnast vit um, nú væl upplagda toppliðið kemur á vitjan. Hetta er gott høvi at venda gongdini. Tað er ikki ómøguligt, men tað er stór avbjóðing, sigur Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen.

Soleiðis segði Jógvan Martin Olsen í gjár. Men í gjárkvøldið varð Hanus Jacobsen skaddur undir venjing, so hann er ikki við.

 

Seinastu ferðirnar hevur tað serliga verið á miðvøllinum, at saknur hevur verið í lyklaspælarum. Hans Jørgen Djurhuus, sum var leikbannaður í Fuglafirði, og Jann Ingi Petersen og André Olsen, sum hava verið skaddir fleiri tær seinastu ferðirnar, eru við aftur.

 

Tá ið Víkingur fór í Gundadal 21. apríl, var tað við trimum feskum sigrum í viðførinum. HB vann 3-0, og síðani hevur Víkingur ongantíð vunnið í landskappingini.

Víkingur-HB: Alex Troleis í kvøld kl. 19.00.

 

----------

 

LIÐUGT

3-1

 

90) 3-1: Jan Ó. Ellingsgaard 89.

So er avgjørt í Fuglafirði. KÍ hevur síðstu løtuna spent álopsbogan, og nú hevur ÍF skorað. Vinstri vongverjin, Jan Ó. Ellingsgaard, sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið Gunnari á Steig.

 

85) 2-1

ÍF hevur styrkt um verjukenda partin. Øssur Dalbúð er farin av vøllinum, og Fritleif í Lambanum, sum fyri stuttum er komin aftur av flatlondum, er komin inn á ÍF liðið fyri fyrstu ferð í ár.

 

80) 2-1

Síðstu løtuna hava spentar støður verið frammanfyri bæði málini. Páll A. Klettskarð var um reppið at skora, og so var Clayton Soares nær við í hinum endanum.

 

75) 2-1

Klaksvíkingar royna at svara aftur, men higartil er tað ikki eydnast. Fuglfirðingar tykjast skula halda tørn um næstfremsta plássið.

 

70) 2-1

Aleksandar Jovevic er komin inn á ÍF miðvøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson.

 

65) 2-1: Bogi Reinert Petersen 60.

Tað er lívligt í Fuglafirði, har trý mál eru skorað eftir stórt korter. ÍF hevur lagt seg framum aftur. Øssur Dalbúð legði flatt innfyri til miðvallaran Boga Reinert Petersen, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.

Høgni Madsen er komin inn á ÍF miðvøllin í staðin fyri Hera Nesá.

 

55) 1-1: Páll A. Klettskarð 50.

Páll A. Klettskarð hevur skorað. Hann takkaði fyri og streyk avstað, eftir at verjumenninir hjá ÍF í høgru ikki vóru avgjørdir.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0: Clayton Soares 45.

Fuglfirðingar hava lagt seg á odda. Eftir útspæl frá Gunnari á Steig í KÍ málinum, tók Clayton Soares bóltin av verjuspælaranum, rak ímóti málinum, og so setti hann bóltin framvið Gunnari á Steig.

 

40) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og tað hava verið spentar støður í báðum brotsteigunum.

 

35) 0-0

ÍF hevur svarað aftur. Vinstri vongverjin Jan Ó. Ellingsgaard breyt ígjøgnum og legði flatt innfyri, men Øssur Dalbúð var dygst við at røkka bóltinum.

 

30) 0-0

Klaksvíkingar hava síðstu løtuna verið leikliga omaná. Gestirnir hava spælt seg til møguleikar, og Páll A. Klettskarð hevur eftir innlegg havt vandamiklan stútara, men bólturin fór dygst framvið málinum.

 

15) 0-0

Tað gongur javnt á, og hvørki liðið hevur havt upplagdan málmøguleika.

 

KÍ hevur tríggjar nýggjar menn í verjuni: Johan Jacobsen er vongverji í høgru í staðin fyri skadda Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø er ´kvøld miðverji í staðin fyri John Hammer, sum er á beinkinum, og Gunnar á Steig verjir málið í staðin fyri leikbannaða Meinhard Joensen.

Hjá ÍF er Bartal Eliasen í miðverjuni. Hann var leikbannaður fyri viku síðani, tá ið Poul Nolsøe Mikkeslen var miðverji. Hann og málverjin, Jákup Mikkelsen, eru burturstaddir. Hallgrím G. Hansen er málverji hjá ÍF, og Nenas Saric er á miðvøllinum í vinstru í staðin fyri leikbannaða Ari Ó. Ellingsgaard.

 

ÍF-KÍ kl. 19.00

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Hallgrím G. Hansen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson, Bogi Reinert Petersen, Øssur Dalbúð, Heri Nesá, Nenad Saric, - Clayton Soares

KÍ: Gunnar á Steig – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Kristoffur Jakobsen – Álvur F. Christinasen, Páll A. Klttskarð, Hjalgrím Elttør

 

Undan dystinum:

Seks tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Níggju tær seinastu ferðirnar er ÍF farið av vøllinum við úrtøku.

 

Hóast tað í seks av hesum førunum er endað við javnleiki, so eru fuglfirðingar fremstu avbjóðararnir hjá HB, og eftir fyrsta heimasigurin nakrantíð ímóti Víkingi, legði Albert Ellefsen ikki frítt av trýsti á sínar menn:

-Nú fara vit eftir HB og oddasessinum, og harvið er gullið málið hjá okkum, segði ÍF venjarin.

 

Tað var ein av minnisríkastu dystunum yvirhøvur í ár, tá ið KÍ 21. apríl var í Fuglafirði. Eftir 3-0 KÍ leiðslu svaraði heimaliðið dyggiliga aftur. Clayton Soares skoraði tvær ferðir og Øssur Dalbúð eina ferð.

 

Tað er greitt, at ÍF málverjin, Jákup Mikkelsen og Poul N. Mikkelsen, sum var miðverji ímóti Víkingi, ikki verða við í kvøld. Bartal Eliasen, sum var leikbannaður síðst, er við aftur í miðverjuni, og Hallgrímur G. Hansen verður málverji. Høgni Madsen hevur ikki vant í vikuni. Tað er ivasamt, um hann verður við í kvøld.

Eyðun Klakstein og hansara menn royna at vaska vónbrotið í Streymnesi burtur:

-Vit taka góðu gongdina fyrsta lítla tíman ímóti EB/Streymi við okkum, og hóast tað er langt síðani, at KÍ vann, so síggja vit møguleikar í dystinum í Fuglafirði, sigur Eyðun Klakstein.

 

Meinhard Joensen er leikbannaður, og Gunnar á Steig verður málverji. Jógvan Isaksen er framvegis skaddur. John Hammer verður aftur í miðverjuni. Í Streymnesi fóru bæði Gunnar Christiansen og Álvur F. Christiansen skaddir av vøllinum. Teir eru báðir tøkir aftur.

 

ÍF-KÍ: Dagfinn Forná í kvøld kl. 19.00.

 

-----

 

Vágamenn tykjast hava vunnið eitt stig, og tað er týðuligt, at teir í B36 kennast hava tapt tvey stig. Stóri maðurin í Gundadali í kvøld var Andras Gango, sum var sannur brandur í 07Vestur málinum.

 

LIÐUGT

0-0!

 

90) 0-0

Rasmus Dan Sørensen er komin inn í B36 álopið í staðin fyri Lawal.

 

85) 0-0

B36 trýstið er stórt, og nú hevur heimaliðið havt tveir risa møguleikar. Í fyrra førinum var tað Lawal, og í seinna førinum var tað innskifti Benjamin Heinesen. Í báðum førum vardi Andras Gango meistarliga væl fyri.

 

80) 0-0

Tað er ikki frítt, at heimamenninir eru við at verða heitir um skallan. Teir vilja so fegnir, men teir megna ikki at bróta ígjøgnum tøttu 07Vestur verjuna.

 

75) 0-0

07Vestur hevur nógv fólk aftarlaga. Eli Falkvard Nielsen er nú meiri miðverji enn miðvallari, og tað gongur væl at verja. B36 hevur sett Benjamin Heinesen á vøllin í staðin fyri Niels Joensen.

 

65) 0-0

Gongdin er tann sama. 07Vestur hevur aftur skift út. Nú er Holgar Durhuus komin á vøllin í staðin fyri Jákup S. Olsen (63.).

 

55) 0-0

B36 hevur misnýtt risa møguleika. Jákup á Borg spældi Lukasz Cieslewicz leysan, og hesin setti innaru síðuna á, men skotið var ikki serliga sannførandi, og Andras Gango bjargaði lættliga.

 

50) 0-0

Tað er framvegis málleyst í Gundadali. B36 hevur nú lotið undan, men 07Vestur hevur verið grammari í framrættaða spælinum, enn vágamenn vóru í 1. hálvleiki.

Gilli Sørensen hjá B36 hevur sæð gula kortið eftir at hava gjørt fríspark. Torstein Mýlingstind er komin inn á høgra vongverja hjá 07Vestur í staðin fyri Petur G. Dalbø.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Tað er málleyst, nú spælararnir eru farnir at hvila seg. Gestirnir í 07Vestur tykjast væl nøgdir við støðuna. Teir hava fyri tað mesta vart fyri, og B36 hevur verið í álopsstøðu. Stutt undan steðginum hevði Jákup á Borg góða roynd, men bólturin streyk framvið. Tá so Gilli Sørensen legði innfyri úr vinstru, rakti bólturin í hondina á vágamanni, sum var staddur í brotsteiginum, men Petur Reinert helt ikki, at hetta var nakað, sum hann átti at bríksla fyri.

 

36) 0-0

Tað er einvegis ferðsla í Gundadali. B36 hevur bóltin mesta partin av tíðini, og bæði Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal hava verið í góðum støðum í brotsteiginum. Í fyrra førinum var skotið ikki nóg gott, og í seinna førinum vardi Andras Gango væl fyri. 07Vestur hevur fólkið aftarlaga á vøllinum.

 

30) 0-0

So hevur B36 orduliga yvirtikið spælið. Miðvallarin í vinstru, Gilli Sørensen, hevur havt tveir góðar møguleikar. Í fyrra førinum sendi hann við vinstra beinið bóltin upp um málið, og í seinna førinum vardi Andras Gango í 07Vestur málinum fyri, tá ið Gilli Sørensen royndi seg.

 

25) 0-0

Eftir at B36 fyrsta korterið var greitt omaná, so er tað nú meiri javnt í Gundadali. B36 hevur bóltin meiri, men 07Vestur hevur fleiri royndir ímóti málinum. Bestu royndina hevur Høgni E. Nielsen havt, men bólturin fór dygst uttanfyri stólpan.

 

15) 0-0

B36 hevur framvegis stóra yvirvág. Einasta orduliga roiyndin higartil hjá heimaliðnum var, tá ið skot frá Lukasz Cieslewicz varð blokerað til horna. 07Vestur hevur ikki havt nógv at bjóða uppá, men nú hevur Tór-Ingar Akselsen úr 23 metrum sent bóltin í tvørtræið aftanfyri Tórð Thomsen í B36 málinum.

 

10) 0-0

Myndin er greið. Tað er B36, sum hevur bóltin væl meiri enn mótstøðuliðið. Higartil hevur tað ikki eydnast B36, sum í kvøld hevur Niels Joensen á sentralum miðvallarplássi undir liðini á Róaldi Jacobsen, at spæla seg til upplagdan málmøguleika.

07Vestur hevur nógv fólk á miðvøllinum, og Camara er einsamallur á toppinum. Hesa ferð er Jákup Olsen ytstur á miðvøllinum í vinstru. Gestirnir dúva upp á møguleikan at fara í skjótt mótálop.

 

1) 0-0

Líkindini eru góð at spæla fótbólt í Gundadali, hóast tað er eitt lot. Tað er turt, men tað er synd at siga, at áskoðararnir eru nógvir, nú Petur Reinert hevur bríkslað fyri fyrstu ferð.

 

B36-07Vestur kl. 17.30

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen - Jákup á Borg, Niels Joensen, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø (Torstein Mýlingstind, 46.), Emil Mikkelsen, Tehé Aristide, Gunleif Olsen – Tór-Ingar Akselsen, Evrard Blé, Eli Falkvard Nielsen, Jovan Radinovic-Panic, Jákup S. Olsen - Ibrahima Camar

 

 

Undan dystinum:

Eftir at tað leingi kendist striltið, so hevur tað seinastu vikurnar verið hugaligari hjá teimum í B36. Heimasigurin ímóti NSÍ bar leygardagin árstalsfelagið fram á bronsuplássið. Tað mistu teir aftur sunnudagin, men støðan er framvegis góð, og ikki minst hugaligt er tað, at fleiri av teimum, sum hava átt lyklaleiklutir, eru ungir menn, ið eru uppvaksnir í felagnum.

 

Hørður Askham er tryggur miðverji, Robert Heðin Brockie hevur víst seg at vera góður avloysari á miðvøllinum, nú Súni Olsen er skaddur, og bæði Rasmus Dan Sørensen og Benjamin Heinesen, sum ímóti NSÍ skoraði fyri fyrstu ferð í bestu deildini, hava víst, at tað kann roknast við teimum.

 

Í kvøld hevur B36 vitjan av 07Vestur, og Martin Pedersen umboðar B36 fyri síðstu ferð.

 

Hjá vágaliðnum hevur tað leingi verið soltið, og nú er 07Vestur niðast á støðutalvuni. Ímóti HB var avrikið síðsta tíman á góðari leið, og tað verður við støði í tí avrikinum, at Piotr Krakowski og hansara menn í kvøld koma í Gundadal. Fyrr í ár eydnaðist tað 07Vestur at megna málleysan javnleik í Gundadali ímóti HB.

B36-07Vestur: Petur Reinert í kvøld kl. 17.30

 

-----