Kim Simonsen í Havnar Bio at ummæla actionfilmar gevur líka nógva meining sum at senda ein prædikumann at ummæla ein pornofilm. Sjálvur havi eg ikki sæð MI 3 ENN, men gleði meg tann dagin eg fari í Havnar [...] Árni Vang, Tórshavn At ein acitonfilmur er lættissoppa, tómt, uttan innihald o.s.v er ikki neyðugt hjá Hr. Simonsen at skriva eina langa svadu um, áðrenn hann fer at »ummæla«, í hesum føri, MI 3. Vit vita [...] vita øll, og eru einig við Hr. Simonsen at actionfilmar ikki ríka okkum dagin ella nakað. Men tú fer sum ummælari til MI 3 og skal ummæla filmin í samband við aðrar actionfilmar av hasum slagi og ikki
kanningarúrslit, sum noyðir hann frá? -Hetta er ein sera viðkomandi og áhugaverdur spurningur. Vit sóu í seinastu samgongu, hvussu ein avgerð at koyra ein landsstýrismann frá hevði við sær krøv um, at onkur [...] floksins sigur við Sosialin, at niðurstøðan av innanhýsis fundinum í Sambandsflokkinum varð heilt greið: ein kanning eigur at verða sett í verk. Og semja er um, at tað hevur stóran týdning, at kanningin ikki [...] enda við slíkum krøvum, nevniliga at vit krevja Bjarna Djurholm koyrdan frá sum tøkk fyri seinast, tá ein sambandslandsstýrismaður varð koyrdur frá. Tí hava vit eisini avgjørt á fundinum í gjár, at landss
spæla væl av. Og hvat annað skuldu teir??? Teir eru fótbóltselskarar eins og vit onnur - og teir skulu ofta taka eina avgerð innan fyri ein brøkdeil av sekundi. At blóðið blívur heitt viðhvørt, er onki at [...] Vit kunnu vænta, at vit standa við ongum dómarum ein penan dag sum teir verða viðfarnir. Tað líkist bara púrasta ongum tað verið seg lesarabrøv heimasíður fjepparar ítróttarleiðarar (venjarar) og aðrir [...] allir dómarar í Føroyum. Veit tú hvat man kallar slíkar; »Vánaligar taparar og ræðuskítar«. Tað er ein Uriaspostur at verða dómari skilji ikki sjálvur, at nakar tímir at seta seg sjálvan í slíka støðu.
Michael Schumacher, ið fekk annað pláss. Fyri nøkrum árum síðan, var tað ein vís kvinna, ið lýsti formil 1 á hendan hátt: Formil 1 er ein ítróttur har 20 mans í dýrum bilum koyra runt og runt, og at enda vinnur [...] at lýsa formil 1 soleiðis: Formil 1 er ein ítróttur har 22 mans í dýrum bilum koyra runt og runt, og at enda vinnur Fernando Alonso. Fernando Alonso í Renault er ein ótrúliga fullkomin pakki, ið vinnur alt [...] Nú annað ár á rað seta tey øll onnur upp á pláss. Kimi Räikkönen lá stóran part av koyringini sum ein buffari millum Alonso og Schumacher, og forðaði í veruleikanum fyri, at hetta nakrantíð veruliga gjørdist
Rói Egholm Ein av okkara stóru tónleikarum, Teitur Lassen, hevur á síni nýggju fløgu skrivað sangin Luis Luis, har hann á ein sera hugnaligan hátt heitir á gamla jazz-faðirin, Louis Armstrong, at hann [...] saman ein tilevnaðan kristindóm, sum so skuldi brúkast sum amboð at vinna sær egið vald í samfelagnum. Hesir persónar virkaðu ofta sum prædikumenn í samkomum og teir lýstu oftast Várharra sum ein Guð, sum [...] landoddarnar. Tí fari eg nú – eins og Teitur heitir á Luis – at heita á William Heinesen um at koma aftur, at gera sítt til at halda føroyska samfelagnum á virðiligari kós, eins og hann gjørdi øll síni skrivandi
november altíð verður ein fastur siður, sigur Anvør Nielsen í einum tíðindaskrivi. - Vit vita, at tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara [...] gudstænastu at minnast tey børn, sum eru farin Undirtøkan var so góð, at avgjørt varð at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast deyða barn sítt – sama nær og í hvørjum sambandi [...] fer Marjun Lómaklett, prestur,at prædika og Heri Jacobsen fer at spæla. Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta. Men tað verður eisini møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra eitt
Trivnaðurin er ein avleiðing av arbeiðinum, sigur Djóni Dalsgarð. - Eg haldi ikki, at tað ber til at skapa trivnað isolerað sæð. Trivnaður, effektivitetur og úrslit. Hasi trý tingini eru ein eind í tí dagliga [...] ið, at fólk trívast, men hevur eina meining um, hvat ger, at fólk fara at trívast. - Trivnaður er ein avleiðing av, at fólk fáa brúkt teirra førleikar, at teirra hugskot verða tikin í álvara, og at tey [...] hevur í arbeiði sínum spurt nógv fólk, hvat kemur fyrst: trivnaður, effektivitetur ella úrslit. Bert ein persónur hevur sagt nakað annað, enn at trivnaðurin er fortreytin. - Eg meini, at trivnaðurin er ikki
uppføra seg sum vanlig fólk. Tveittu við mati Tað sum upprunaliga skuldi vera ein festlig og stuttlig veitsla, endaði sum ein reguler apuveitsla. Nakrir næmingar, sum ikki dugdu sær hógv, hoppaðu uppi á [...] fyri at fáa hesa veitslu so góða sum gjørligt. Samkomuhøllin var pyntað, tónleikur skuldi framførast, ein filmur var gjørdur til kvøldið og skuldi eisini vísast. Men hetta fór við so nógvum í vaski, tí nakrir [...] men hetta rein ikki við. Heldur hildu teir fram við garterilsinum á miðhædd skúlans, har teir tóku ein pulvursløkkjara og tømdu hann út um alla hæddina. Næmingaráðið tók ábyrgd Tá hetta hendi handlaði
Mortensen av tilvild fór í mølina ein túr við abbanum og øðrum børnum, gekk hann seg fram á urið. Og tað var sum at vinna í happadráttinum. Ein av vinningunum er ein ferð til urlandið yvir øllum, Sveis [...] Táið einn smádrongur í Fámjin fann eitt ur í mølini, var tað sum eitt ævintýr Fyri nøkrum vikum síðani fann ein fámjinsdrongur eitt ur í mølini í Fámjin. Men tað var ikki nakað vanligt ur. Tað varð væl [...] tolt eina ferð til Norðpólin og aftur. Tey urini fekk hann góðar 70.000 krónur fyri, hvørt. Tað er ein eftirkomari hjá kenda pólfararanum,Roald Amundsen, sum er farin at gera ur og sum gjørdi hesa ferðina
slagararnar á føroyskum og enskum, enntá ein á svenskum. Hetta var alt við til at gera hesa løtuna so sera hugnaligt. At tað so mitt í konsertini var høvið at fáa ein heitan kaffimunn við góðum heimabakaðum [...] eisini ein føroyingur, sum hevur búð handan hav í eini 20 ár. Eftir konsertina var hann øgiliga spentur eftir at fáa orðið á Kristel. Og tað eydnaðist honum eisini backstage. Hey, Kristel. Tú ert ein fantastiskur [...] Tað var ein hugnaligur dámur yvir konsertini frá fyrsta lagi og til tað seinasta. Íalt framførdu tey bæði Lisberg omanfyri 25 løg, og tað var ikki frítt, at áhoyrararnir vóru bergtiknir av heitu og hugnaligu