- Vit seta ikki fólk, fyri at tey skulu trívast

- Trivnaður kann ikki skapast. Vit seta fólk til at gera eitt arbeiði, og
sum ein avleiðing av at teimum dámar arbeiði, trívast tey, ikki øvugt, sigur Djóni Dalsgarð á starvsfólkadeildini hjá Føroya Tele


Djóni Dalsgarð heldur tað vera týdningarmikið, at fólk trívast, men hevur eina meining um, hvat ger, at fólk fara at trívast.
- Trivnaður er ein avleiðing av, at fólk fáa brúkt teirra førleikar, at teirra hugskot verða tikin í álvara, og at tey arbeiða saman. Tá tey útrætta nakað og eru effektiv, kemur trivnaðurin av sær sjálvum. Trivnaðurin er ein avleiðing av arbeiðinum, sigur Djóni Dalsgarð.
- Eg haldi ikki, at tað ber til at skapa trivnað isolerað sæð. Trivnaður, effektivitetur og úrslit. Hasi trý tingini eru ein eind í tí dagliga arbeiðslívinum. Tað skal helst hanga saman, sigur Djóni Dalsgarð.
Hann hevur í arbeiði sínum spurt nógv fólk, hvat kemur fyrst: trivnaður, effektivitetur ella úrslit. Bert ein persónur hevur sagt nakað annað, enn at trivnaðurin er fortreytin.
- Eg meini, at trivnaðurin er ikki fortreytin. Vit seta ikki fólk, fyri at tey skulu trívast. Vit seta fólk til at gera eitt arbeiði, sigur Djóni og greiðir frá:
- Vit vænta, at tá tey koma at arbeiða hjá Føroya Tele, hava tey eina uppgávu, sum tey skulu røkja saman við starvsfeløgunum. At trívast saman við starvsfeløgunum, er ein avleiðing av, at tey arbeiða saman um uppgávurnar.
Djóni heldur, at fyri eina fyritøku snýr tað seg um, at gera nakrar fortreytir, so starvsfólkini fáa røkt tað, sum tey eru sett til, so væl sum til ber. Tað heldur hann skapar trivnað.
- Við fortreytir meini eg, at man leggur arbeiðið til rættis, so man kann røkja tað. Har hoyrir sjálvandi til, at tað er eitt vinarligt arbeiðsumhvørvi, og at fólk sjálvi eru við til at avgera, hvussu arbeiðið skal gerast.
- Um vit eru ein deild, og vit hava nakrar arbeiðsuppgávur, kunnu vit leggja arbeiðið til rættis og avtala, at í morgin gera vit tað. Vit kunnu ikki avtala, at í morgin fara vit at trívast. Vit kunnu vóna, at við at gera uppgávuna, ger tað eisini at vit fara at trívast, sigur Djóni Dalsgarð.