unnilsverkætlanini. At góðskutryggja og fylgja mannagongdum fyri tílíkum verkætlanum, sum eisini okkara grannalond gera, fer at taka longri tíð, men sum skrivað í innganginum, so er tað av minni týdningin [...] hesa stóru verkætlan ikki liggja hjá myndugleikanum á økinum. Vanliga mannagongdin í grannalondum okkara hevði verið, at almenni myndugleikin fyrireikaði hesa stóru verkætlan sambært forskriftum fyri tílíkum [...] lántøkan, men heldur at lánið skal rindast aftur. Og hóast allar bestu tíðir nógv ár á rað, hava bæði land og kommunur hall á teirra roknskapum. Harvið er einki uppspart til, til dømis at brúka uppá hesa verkætlan
sínum endamáli! Okkara politiska stríð snýr seg ikki um »ov nógvar óneyðugar útreiðslur í Afgahnistan« v. m. Ikki um teirra stríð fyri eini eftir okkara skipan hóskandi almannalóggávu. Okkara politiska stríð [...] til! Tað er her, okkara vøgga stóð og framvegis stendur hjá komandi ættarliðnum! Vit liva í eini undarligari og onkisigandi tíð við núverandi niðursetandi og neiligu ávirkan frá okkara framsøgufólkum. Bæði [...] stríð snýr seg um at yvirliva við tí fólki og teimum virðum, ið hetta land ræður yvir! Tí tykir mær so harmuligt, at okkara útbúnað fólk innan politikk og fjølmiðlar nýtir sína orku við sínum neiliga fr
hugsi um 100 ára gomlu søguna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og kanska serliga tíðina síðani 1939, tá lands/ríkiskassin tók við leiðsluni, er tað ófatuligt, at sjúkrahúsverkið framvegis liggur omaná - ikki [...] í ætlanir, sum landið hvørki hava orku til fíggjarliga og enn minni fakliga. - Latið okkum kenna okkara avmarkingar. Tað hevur enntá fleiri ferðir verið brúkt, at landssjúkrahúsið fæst ikki at virka fyri
fáa sett orð á okkara samleika og í eini grundleggjandi skipan lýsa rættindi og skyldur okkara sum fólk. Langt áleiðis eru vit øll - samríkisfólk eins væl og sjálvstýrisfólk – samd um okkara samleika. Eftir [...] avbjóðingunum og møguleikunum í altjóðagerðini, samstundis sum vit stimbra og fjálga um okkara egna samleika og okkara egnu tjóðareyðkenni í heimssamfelagnum.« Sum eg lesi hetta, so er eingin andsøgn hjá [...] Sjálvræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara samleika. Tí setir Framsókn frælsi fremst. Føroyar eru land og alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki. Ein stjórnarskipan, sum
kanningin sum landstýrismaður og fjølmiðlar eisini hava víst til er ikki útgivin alment meira enn, at kanningarhátturin og myndir eru lagdar út á heimasíðuna hjá Búnaðarstovuni. Okkara kritikkur av [...] objektiva gransking, og heldur ikki ein niðurstøða sum er umboðandi fyri allar Føroyar, og er eftir okkara tykki ikki gransking, sum kann liggja sum grundarlag fyri broyting av veiðulógini. Manglandi trúðvirði
hava vunni hevd sum arbeiðsmarknaðarmentan. Okkara uttanríkishandil Um vit hyggja eftir okkara uttanríkishandli sæst, at ES lond standa fyri meginpartinum av okkara samhandli, tó so at Kina og Japan eru komim [...] liggja so langt burturi frá okkum. Okkara heimamarknaður er sera lítil, og hava vit tí nógv at vinna við at gera fríhandilsavtalur, og tað eigur eisini at verða okkara profilur og vørumerki, eisini til [...] Bank og ikki minst Peter Straarup, sum eisini ofta var frammi í sambandi við føroyska bankamálið. Okkara egni Sigurð Poulsen í Landsbankanum vísir á, at eingi vandi er fyri Føroyum, eins og at hann ikki
øllum tí besta virkisføri og og hugskotsevnum vit eiga til at fáa tað besta burtur úr okkara náttúruríkidømi og okkara fólkaríkidømi. Politikkurin frá løtupolitikki til langtíðarætlan Tað er ein vanlig ákæra [...] um ein sjálvbjargnan búskap. Serliga tveir høvuðstættir eru tiknir fram: 1. Hvussu er gjaldsjavni okkara? 2. Hvussu stóran part av almenna virkseminum fíggjar danski stuðulin í dag? Sum tað sæst niðanfyri [...] dag. Aðrir tættir mugu sjálvsagt viðgerast gjølla. Tildømis hvat blokkstuðulin kastar av sær til lands- og kommunukassar, um hann fer í umfar í samfelagnum. Hartil skulu vit meta um kostnaðin av at umsita
Ísland, tí staturin var ikki uppií. Vit kundu ikki gera avtalu við okkara egnu grannar. Var tað trygt? Føroyar kundu sum sjálvstøðugt land verið í felagsskapi við 193 øðrum londum í ST, men eru bara í sonevndum [...] fyri Føroyar er tjóðskaparleiðin, har vit taka fulla ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Tá ráða vit øllum, vita tað mesta og gjalda fyri okkara egnu vælferð. Tá er gøtan eisini greið til limaskap í ST, og [...] Í kjakinum um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land siga sambandsfólk mangan, at verandi ríkisrættarliga støða skapar tryggleika. Men eg haldi, tey fara skeiv, tí sambært heimastýrislógini hava Føroyar
framhaldandi menning av føroysku tjóðini er nærum treytaleyst tengd at teimum útbúgvingarmøguleikum, sum okkara ungdómur hevur uttanlands. Og so skal at enda enn einaferð verða mint á, at tað eru mannalagnur, [...] førum. Kunnu landsins myndugleikar liva við, at teir ígjøgnum sína umsiting gera Føroyar til eitt land, sum bara skal vera fyri tey útvaldu. Kunnu Føroyar liva við tí umdøminum, sum hetta kann geva. Og
Eru vit føroyingar og norðurlendingar veruliga so afturhaldandi av lyndi, at okkara tøgn altíð kann rættvísgerast mentanarliga? Og er tað ov nógv av tí góða at siga ”góðan dag”, »farvæl« og [...] næmingum mínum íblástur sum ein forkunnugur gestur, sum enntá framleiddi ost og búði úti á landinum í Suðurfraklandi, har ið sólin skínur oman og niðan. Men fert tú inn í ein skúlaflokk