byggiverkætlanum uppeftir. - Bústaðir hava sum mál at byggja fyri í mesta lagi 15.000 krónur fyri fermeturin, men tað almenna gevur 30.000 fyri kvadratmeturin uttan at blunka, sigur Andras Róin. Sum dømi [...] milliónir fyri 19.500 fermetrar. Tað gevur ein fermeturprís á 23.333 krónur. Á Tekniska Skúla í Klaksvík byggir Landsverk 1542 fermetrar fyri fermetrarprís á 23.246 krónur. Landsverk stendur fyri at byggja [...] um, sonevnda H-bygningin, ið har 10.000 fermetrar skulu byggjast fyri 348 milliónir krónur. Tað gevur alt annað líka 34.800 krónur fyri hvønn fermetur. Men soleiðis sær roknistykkið kortini ikki út, sambært
ikki at tað verður nakar trupulleiki hesaferð, sigur hann. Hann er kendur fyri at duga væl at tala, og tað kemur meiri enn so fyri at hann sigur okkurt skemtiligt, so fólk fara at flenna. Um hann fer at [...] øðrum londum. Og alt hetta er hann eisini heiðraður fyri. Tá Normisjon hevði ársfund sín í summar fekk Anfinn handaða Kongens fortjenstmedalje í gulli fyri trúfasta arbeiðið sítt innan kristiliga økið. Hetta [...] mugu síggja um føroyingar skilja mín norska humor. Men tað sum kortini týðir mest er, at fólk kenna seg aftur og hoyra boðskapin, soleiðis at tað kann blíva teimum til frelsu ella endurnýggjan, sigur hann
Vinnutemaið, sum er í Sosialinum í dag, snýr seg í høvuðsheitum um sjóvinnu, og í hesum sambandi hevur blaðið sett stjóranum á Skansi Offshore, Jens Meinhardi Rasmussen, nakrar spurningar. Hvussu sær virksemið [...] verða boðin út til altjóða offshore olju- og gassvinnuna, og tað eru í prinsippinum ongar avmarkingar fyri, hvar skipini kunnu virka. - Hóast tað í prinsippinum ongar avmarkingar eru, so eru vit tíverri ikki [...] reiðaríið er í einari góðari støðu, tá marknaðurin verður betri. - Tað skal ikki liggja til okkum at stúra fyri degnum í morgin og missa mótið. Vit síggja tað, sum eina stóra æru at hava eitt føroykst reiðarí undir
Jean Dimon á Tvøroyri, sum fekk fulla pláttu í gekka-spælinum í kvøld, men hann hevði fjarritara fyri seg, tá avgerandi slagið skuldi standa. Høvuðsvinningurin var á 170.000 krónur, og Jean Dimon gjørdi [...] fulnar í kvøld. 12.500 krónur gjørdist vinningurin hjá Jean Dimon í kvøld, og tá helt fjarritarin fyri, at hetta eru eisini góðir pengar at vinna.
hvørjum ári. - Í ár vóru vit í syðra parti av Schweiz og vitjaðu Snorra og Lionel, sum høvdu skipað fyri árliga tiltakinum hjá Føroyingum og Føroyavinum búsitandi í Schweiz. Vit hugnaðu okkum í einastandandi [...] spik, sum Malan og Kristian Hansen høvdu tikið við úr Føroyum, stóð á borðinum. Føroyingarnir gleða seg longu til 5. september 2020, tá teir fara at hittast í Kanton Aargau.
ferð, Jógvan Arge sigur seg minnast at hava roynt seg sum politikara, er í samband við løgtingsvalið í 1958, tá hann í realskúlanum sum 11 ára gamal varð settur at agitera fyri Tjóðveldisflokkinum. Á talvuni [...] Ritzau í Keypmannahavn, og heimaafturkomin í 1970 gerst hann alt fyri eitt politiskur journalistur á Útvarpi Føroya. Í 1978 stillar hann fyri fyrstu ferð upp til løgtingsval. -Sum politiskur journalistur [...] týðandi leiklut, tá hann valdi at royna seg í politikki. Atkvøðuslúkurin Eftir fyrstu royndina í 1978 gingu heili 22 ár, áðrenn Jógvan aftur valdi at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin. Í 2000 stillar hann
Vestmanna Bygdarráð hevur sett landsstýrinum knívin á barkan fyri at fáa teir at fata, at tað er álvara í, tá Bygdarráðið sigur, at tað ikki er teirra uppgáva burturav, at røkja og reka ferjuleguna inni [...] loysa henda trupulleikan. Eg havi tosað við Vinnumálastýrið í morgun, men tað er enn einki sum talar fyri, at vit fara at gera júst tað, tí enn hevur eingin konkret loysn av trupulleikanum verið upp á tal [...] soleiðis, at tað ber heilt einfalt ikki til at taka bilar um Sundið. Kortini vístu vestmenningar seg frá síni samarittisku síðu, tá sjúkrabilurin skuldi um Sundið. Tá slapp ferjan at leggja at inni á
nokk har, at vit skulu hava eitt nýtt orð fyri upplivingar sum at hoyra røddir, at føla seg forfylgda og síggja ting, tí orðið psykosa er misbrúkt og forðar fyri tí, sum veruliga er upp á spæl hjá hesum [...] "paranoid skizofreni", men fær so við og við minni tørv á professionellari hjálp, tess meira hon kemur fyri seg. Bókin er eitt úrslit av persónligum upplivingum hjá Onnu Maluni, sum sjálv hevur stríðst við sálarliga [...] blivin brotin niður. Eg havi onkursvegna eina ímyndan av, at politiið átti at verið har fyri meg, tá eg var fyri hesum keðiligu hendingunum. Tí kemur súmbolska politiið altíð aftur beinanvegin, tá eg komi
hevur hon hoyrt Gerhard mutlað fyri seg sjálvan: - Skeldaður við hús og skeldaður á skrivstovuni. Stakkalin - ikki hevur hann altíð havt tað so lætt, helt hon brosandi fyri. ##med2## Irdi Mittelstein hevur [...] millum tey, sum søktu, fekk hon starvið, og hetta hevur hon verið glað fyri líka síðan. - Lívið á kommunuskrivstovuni hevur fyri meg verið sum eitt ektaskap - eitt arbeiðsektaskap. Gerhard og eg eru farin [...] Mittelstein, umsitingarleiðari í Skopunar kommunu, sína heilsan til Gerhard Lognberg á heiðursløtuni fyri borgarstjóranum, sum hevur stýrt kommununi heilt síðan hin 1. januar í 1993. Seinnapartin í gjár var
at tað hevur so sera stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, at hann – har, sum hann býr – hevur høvi til at taka lut í mentanarligum tiltøkum, tað veri seg í kirkjum, samkomum, kvøldskúla, sangi [...] nýhugsan, og á henda hátt kann vinnulívið verða við til at stuðla listafólkunum. Hann helt fyri, at skráin fyri mentanarvikuna er fjøltáttað og hevur nakað at bjóða øllum aldursbólkum. - Her er ein góður [...] At enda segði landsstýrismaðurin seg vóna, at mentanarvikan og vinnustevnan fara at verða vinnulívinum og mentanini til frama, bæði hvør sær og saman - og bæði fyri Runavíkar kommunu og Føroyar sum heild