Vinnutemaið, sum er í Sosialinum í dag, snýr seg í høvuðsheitum um sjóvinnu, og í hesum sambandi hevur blaðið sett stjóranum á Skansi Offshore, Jens Meinhardi Rasmussen, nakrar spurningar.
Hvussu sær virksemið út í dag, hvørji eru skipini, og hvussu nógv sjófólk hava hýru umborð á tykkara skipum?
- Vit hava fimm skip í dag. Í 2009 varð Eldborg leverað, sum tað fyrsta frálandaskipið í reiðarínum. Síðan kom Saeborg í 2011, Sjoborg og Torsborg í 2012 og Kongsborg í 2013.
Jens Meinhard Rasmussen vísir á, at skipini verða boðin út til altjóða offshore olju- og gassvinnuna, og tað eru í prinsippinum ongar avmarkingar fyri, hvar skipini kunnu virka.
- Hóast tað í prinsippinum ongar avmarkingar eru, so eru vit tíverri ikki líka væl stillaði sum okkara kappingarneytar, tá tað ræður um marknaðaratgongd. Tað eru snøgt sagt ov nógv viðkomandi lond, sum vit ikki hava skattasáttmála við.
Stjórin sigur, at vanliga eru 24 fólk knýtt at hvørjum skipi, men onkuntíð eru fleiri, alt eftir hvørjar uppgávurnar eru.
- Vit eru í miðal 135 fólk í starvi hjá Skansi Offshore, harav níggju eru á skrivstovuni og hini øll eru sjófólk, sum sigla við okkara skipum.
Stjórin sigur, at í djúpu kreppuni, sum oljuvinnan hevur verið í, hevur reiðaríið havt fokus á at tryggja arbeiðspláss og at halda skipini í góðum standi, soleiðis at reiðaríið er í einari góðari støðu, tá marknaðurin verður betri.
- Tað skal ikki liggja til okkum at stúra fyri degnum í morgin og missa mótið. Vit síggja tað, sum eina stóra æru at hava eitt føroykst reiðarí undir føroyskum flaggi við føroyskari manning.
Jens Meinhard Rasmussen sigur í samrøðuni, sum kann lesast í Sosialinum í dag, at Skansi Offshore hevur sera dugnalig og loyal starvsfólk, bæði á sjógvi og landi, og hetta eru fólk, sum vilja vera við til at lyfta føroyska sjóvinnu.
- Hetta er í sær sjálvum ógvuliga motiverandi, eisini í døprum tíðum, sigur stjórin.