talan er um ein pinkalítlan elbil, sum er serliga gjørdur til útbering, bæði av posti og øðrum. Talan er um ein norskan elbil, sum kostar góðar 100.000 krónur og Posta hevur nú fingið ein heim at royna [...] við í metingunum, at talan er um ein umhvørvisvinarligan bil, sum brúkar el og ikki bensin, sigur Tórhallur Thomsen. Bilurin koyrir 60 kilomatrar á einari løðing og ein vanlig postruta er einar 40 kilometrar
í Fuglafirði. Rok á søgusavninum er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram á søgusavninum í Mentavík. Fugloyar Páll, ið grundlegði savnið, var ein sannur ævintýrari og savnaði á ferðum sínum [...] sínum alskyns lutir. Alt frá gimsteinum til klædnapløgg til standmyndir og mangt, mangt annað. Eisini ein heilt, heilt serliga dýrabaran skatt, sum Páll fjaldi væl og virðiliga onkustaðni á savninum. Harumframt [...] kann vekja deyð til lívs! Og tað er júst tað, sum hendir. Standmyndirnar verða livandi, og so byrjar ein spennandi og stuttlig skattajakt. Vit hitta Cesar Augustus og Ceciliu, Kleopatru, Sigmund Brestisson
Danmarkar í, og ein túrur verður gjørdur út í Korndal, har søgnin sigur, at ein skotsk prinsessa einaferð búði. Ætlanin er ikki, at fólk skulu ganga svong úti í Nólsoy hendan dagin, tí ein pylsuvognur er [...] Ungdómshúsið í Nólsoy, ið skipar fyri degnum, ið hevur nógvar aktivitetir at bjóða upp á. - Vit hava ein sonevndan luftbólt, ið fólk kunnu ganga inni í. Eisini fara vit at fiska og fanga krabbar, vit fara [...] fáa á Látrinum. - Og so hava vit fingið víðagitna Terja Rasmussen at spæla við bálið, so vit vænta ein sera hugnaligan dag, siga tey á Látrinum. Alt tiltakið kostar 50 krónur, og tá er alt við uttan maturin
støðu kann ein ikki bíða eftir einum røktarheimi, sum ikki er byrjað upp á enn. Tað má verða innan heilt stutta tíð, at nakað hendir, so fólk vita, at støðan sum tey eru í nú, skjótt fær ein enda. Alt annað [...] loysn funnin til øll tey, sum hava hjálp fyri neyðini beint nú? Tað hoyra vit einki um. Herfyri var ein kvinna í sjónvarpinum og greiddi frá, at omma hennara, sum hevði búð á Landsjúkrahúsinum í fleiri mánaðir [...] føldi, at omman fekk eina ósømilga viðferð. Tað er ikki einasta dømi, tíverri. Tá tað snýr seg um ein akkutan bíðilista, sigur tað seg sjálvt, at nakað akutt má gerast. Tá fólk eru so illa fyri, at tey
løgir, ið tú heilt víst fært bjóðað á ólavsøku. Heitt taffel akvavitt, ein sonevndur reyður Aalborg, er tann mest vanligi. Ein variantur av hesum er at sleppa nakað av sitrónvatn í. Ikki tí, at tað verður [...] Heitt og bíligt ginn er er somuleiðis tiltikið. Ein nýggjari drykkur er Baileys, hvørt løgur í høvuðsheitum er gjørdur á whiskey og róma, og fær hann ein ógvuliga undarligan og klumputtan konsistens av [...] annað whisky í minni dýra endanum, eru eisini klassikarar. Við øðrum orðum er tað danskasta akvavitti eins føroyskt og Lívsins Vatn á ólavsøku. Skál og góða ólavsøku!
Tað er ein veruleiki, sum Fótbóltssambandið hevur sligið fast, nú Bartal Eliasen er leikbannaður í tveir dystir fyri sínar útsagnir um dómaraavrikið hjá Rúna Gaardbo í dystinum millum NSÍ og ÍF. At krevja [...] fótbóltsspælarum. Men í nógvar mátar skapar úrskurðurin fleiri spurningar, sum í besta føri geva FSF ein forkláringstrupulleika. Longu í mai mánaði í fjør varð staðfest, at spælarar, venjarar og onnur, sum [...] sýna ósømiligan atburð skulu vanliga hava leikbann. Skulu er ikki tað sama sum kunnu, og tí hevur FSF ein forkláringstrupulleika, tá hetta ikki hevur verið praktiserað í fjør. Sum tað framgongur í blaðnum
eftir ein harmonikusamanstoyt í Streymnesi Førarin á einum trailara helt ikki neyðugu frástøðuna frá bilinum frammanfyri, tí hendi ein harmonikusamanstoytur á landsvegnum við Streymnes í morgun. Ein bilur [...] norðureftir, minkaði brádliga heilt nógv um ferðina, tá hann kom til fyrru frákoyringina til Streymnes. Ein annar persónbilur, sum koyrdu aftanfyri, gjørdi tað sama. Men førarin á trailaranum gáaði ikki, at [...] stóran skaða ? serliga tann, sum var ímillum trailaran og fremra bilin. - Førarin á fremra bilinum fekk ein kraga um hálsin, so sum altið verður gjørt, um nakar ivi er um skaða í hálsi ella nakka. Men hann gekk
eftir umbygging kunnu koyra við biodiesel. Ein oljutunna kostar einar 140-150 dollarar, og fleiri serfrøðingar meta, at prísirnir fara at hækka enn meira. Ein serfrøðingur, sum blaðið ikki nevnir við navni [...] oljuprísurin er lágur í dag, og hann væntar, at ein tunna um nøkur ár saktans kann fara upp á 600 dollarar. Um allan heim eru prísurin á bunkring vorðnir ein trupulleiki, og í Onglandi siga fiskimenn stutt [...] stutt og greitt: ?No fuel ? no fish?. Í Japan verður roknað við, at ein partur av fiskiflotanum kemur at liggja, tá farið er um hálvan juli, og har verður heitt á ráðharrar um at gera eitt hvørt, so fiskiflotin
læra at lesa. Ein samanbering av 70 altjóða kanningum um innlæring staðfestir, at næmingar verða bara superlesarar, um lærarin í móðurmálinum dugir at skapa samband við næmingarnar og er ein sjónligur leiðari [...] lesivegleiðari og dugir at greiða frá um bókstavar, stavilsir og ljóð. Hetta vísa altjóða kanningar - Ein persónur, sum ikki dugir at skapa sosialt samband við næmingar, eigur ikki at fáa eitt læraraprógv [...] leiðari í klassanum. Niðurstøðan í kanningin er, at fakligu evnini hjá læraranum ikki hava eins stóran týdning, sum at viðkomandi hevur eitt gott forhold við næmingarnar og maktar at skapa frið í skúlastovuni
1934-5, og í dag er hon ein tann størsti mentanardýrgripurin, ið íslendingar eiga. Kanska ein tann størsta skaldsøgan, ið nakrantíð er komin út í Norðurlondum. Høvuðspersónurin er ein bóndi uppi á Norður- [...] Norður-Eysturlandinum, Bjartur í Ljósagerði, ein ágrýtin, treiskur og støðufastur maður, ið ikki bakkar ein tumma fyri nøkrum, hvørki fyri yvirvaldinum ella teimum hægru maktunum, í stríðnum fyri sjálvræði og