hinumegin, táið hann kemur aftur um kvøldið. Tey, sum so hava sett sær bilin á Drelnesi, mugu so finna sær fart yvirum fjørðin eftir bilinum. Veruleikin er, at havnin á Drelnesi er so vánalig, at vetrarhálvárið [...] Vágsfjørði er dýrdarlogn á øllum ættum. Nú eru flest øll samd um, at tað verður kanska bara tann eina útgerðarhavnin í Føroyum. Er tað so ikki at fegnast um, at hon verður í Suðuroynni? Jú, tað er tað. Men eg [...] býráðsformaðurin á Tvøroyri, Páll Vang, fram, hvussu góð vetrarhavn, Trongisvágsfjørður var. Eg má viðganga, at tað pínur meg eitt sindur, at hann førir seg fram við beinleiðis ósannindum, sigur Eyðfinn
orðakifti um blokkin heldur enn um nakran annan politiskan spurning. Men vit halda, at okkara orðaskifti eigur at vera her og ikki uttanlanda. Skal hetta orðaskifti fara fram uttanlanda, so eiga øll sjónarmið [...] í hesum vístu vit á, at avgerðin um blokk ella ikki blokk eigur at liggja í Føroyum og onga aðrastaðir. Vit eru als ikki ósamd um, at blokkurin kann vera skaðiligur, um hann ikki verður nýttur rætt, men [...] okkum viðkomandi, so eru tey vælkomin til Føroya at leggja síni sjónarmið fram og at hoyra øll føroysk sjónarmið. Vit hava jú eftirfylgjandi sæð fleiri núanserað sjónarmið um blokkin - sjónarmið, sum bæði
áðrenn málið um fullveldi verður lagt fram fyri danir. ? Tað er avgjørt áhugavert at vita, hvat tingið fer at siga um málið. Góðtekur tingið uppskotið, so er í lagi, men samtykkir tingið ikki, so noyðist [...] uttan um tingið og Føroya fólk, eins og eg havi fingið vissu fyri at ein kanning skal gerast um fíggjarviðurskiftini fimm ár fram. Úrslitið av kanningini skal harnæst leggjast fram í tinginum. Um úrslitið [...] at royna at bøta um tað, sum samgongan kemur við, sigur Jens av Rana. Hann hevur seinastu tíðina havt fundir við Landsstýrið og serliga Høgna Hoydal, landsstýtrismann, um uppskotið um fullveldi. Sambært
fýrakantað, bæði so og so, og danir kunnu eisini gott vera eitt sindur fýrakantaðir, so á tann hátt er tað eisini hóskandi. Debut í Glyptotekinum Men hvussu ber man seg at við at debutera á einum so nógv virdum [...] gongur so skjótt, fær hon í ein ávísan mun tikið meiningina frá lutinum og eftir er formurin. Annika Jensina á Lofti hevur áður sýnt fram á t.d. Ólavsøkuframsýningum, men talan hevur verið um vanliga [...] morgunin, tá eg lá í songini og ballaði meg. Eg hugsaði um øll djórini, sum eisini lógu og ballaðu seg í sínum holum. Alt var so runt og hugnaligt, so hugdi eg upp á mítt fýrakantaða loft, úr míni fýrakantaðu
Brend tók útgangspunkt í frásøgnini um Jónas, sum fyrst flýddi undan Gudi, men sum so at enda legði fram boðskap sín í Ninive. Úrslitið gjørdist at allur býurin vendi um til Guds. Tað skuldi seinni vísa seg [...] seg, at børnini júst sungu ein sang um Jónas - og tað uttan at nakað var avtalað frammanundan! Víðari setti trúboðarin fram spurningin um tað sama kundi henda aftur. Orðið verður nógv boðað í hesum afrikanska [...] henda seinnapartin. Við slík høvi hevur ein so ofta havt ein trúboðara við, har hann hevur greitt frá arbeiði sínum í øðrum landi. Í ár var einki undantak í so máta, tá afrikanska landið Mali var í miðdeplinum
landa sjálvur, inntil hann hevði boðað frá og bíða neyðugu seks tímarnar, um so skuldi vera. Kunngerðin sigur einki um, at fráboðanin um landing skal gevast av feltinum, av ferðini heim, av redini ella við [...] fyrrverandi Fram, hevur fingið 5.000 krónur í bót fyri at hava gloymt at boða frá til Vørn at skipið fór til Klaksvík at landa á Kósini. Málið var fyri í Føroya rætti í síðstu viku og dómur fall í dag. Fram, sum [...] at kanna veiðuna, vørur, kilo, meskar og so framvegis. Við ikki at boða frá, tekur skipið týdningarmesta amboðið hjá Fiskiveiðueftirlitinum frá tí, og tí er tað so týdningarmikið, at fráboðanarskyldan verður
Róðrarfelagið Knørrur í Havn, sum setti uppskotið fram, og tað var einmælt samtykt, so nú verður væntandi skjøtil settur á hetta arbeiði, sum skal føra fram ímóti, at bestu kvinnur og menn okkara verða úttikin [...] slíkum báti. Men Knørrur sigur í sambandi við uppskoti, at hóast eingin ivi um, at føroyskir rógvarar hava kravda kvalitetin, so mugu vit hava eitt landsliðsarbeiði í teimum bátum, sum verða brúktir í altjóða [...] Í mong ár hevur verið tosað um at fáa gongd á føroyskt landsliðsarbeiði í kappróðri, men nú er hetta mál blivið munandi meira ítøkiligt. Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum samtykti leygardagin at áleggja
Klæmint Matras, heldur fram í felagnum næsta kappingarár. Klæmint og B36 hava júst gjørt nýggja avtalu fyri næsta ár, og i B36 fegnast tey um, at drúgvi verjuspælarin heldur fram.- Klæmint er avgjørt ein [...] Og tí eru vit fegin um, at hann hevur valt at leingja sáttmálan. Spurningurin var, um hann eitt skifti varð noyddur at flyta til Danmarkar, men tann spurningurin er nú loystur, so hann spælir eisini í
kunnu. Um einasti kjansurin at spæla á einum festivali er á pallinum uttan fyri vesið, so skulu bólkar taka kjansin. Og hóast tað bara møta fimm fólk upp fyrstu ferðina, so skal tað nokk frættast, um bólkurin [...] og so koma fleiri fólk næstu ferð. Fyrr ella seinni so koma plátufeløgini eisini at lurta. Jens Ove Friis heldur, at hevur ein tónleikabólkur nakað serstakt at bjóða, so skal hann nokk koma fram fyrr [...] sum vilja fram við sínum tónleiki. Her eru føroyskir bólkar eisini íroknaðir, tí nógvir teirra leita fyrst til Danmarkar, tá ið teir vilja fram uttanlands. - Tað eru nógv færri nøvn, sum koma fram nú, enn
jú ikki so nógv, sum práta føroyskt í heiminum, so vit mugu vera tilvitaði um tað málsliga, staðfestir hann at enda. SITAT Árni Dahl, formaður í Málstevnunevndini, um føroyskt á alnótini: ...um tú skrivar [...] Fíggjarlógin skal leggjast fram í oktober, fyrireikingararbeiðið fer fram í løtuni. Tá verða ymiskum økini raðfest. - Tað er avgjørt gott, at hetta kemur fram og tað verður kjakast um tað. Vit eru kanska ov [...] sjónvarpi, sum er á donskum, so hevur tað týdning. Hetta er avgjørt nakað, sum vit áttu at raðfest hægri. Tað er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini ein spurningur um hugburð. T.d. eru íslendingar