Táið býráðsformaðurin á Tvøroyri førir Drelnes fram sum eina frálíka vetrarhavn, má eg tala at.
Tí vit vita øll, at tað passar ikki.
Eyðfinn Mørk, býráðslimur, og formaður í havnanevndini í Vágs býráð, sigur, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at býráðsformaðurin á Tvøroyri beinleiðis førir seg fram við ósannindum í royndunum at fáa oljuhavnina til Tvøroyrar.
Hósdagin bar Sosialurin tey tíðindi, at ætlanin var at stovna eitt føroyskt-danskt felag, sum skuldi byggja oljuhavn á Drelnesi.
Í tí sambandi førdi býráðsformaðurin á Tvøroyri, Páll Vang, fram, hvussu góð vetrarhavn, Trongisvágsfjørður var.
Eg má viðganga, at tað pínur meg eitt sindur, at hann førir seg fram við beinleiðis ósannindum, sigur Eyðfinn Mørk, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð.
Hann sigur, at øll, sum eru kunnug við havnina á Drelnesi, vita, at hon er óbrúkilig um veturin.
Smyril skal eitast at sigla til og av havnini á Drelnesi. Men vit vita øll, hvussu ofta, hann ikki sleppur at á Drelnesi, tí at tað er so nógvir súður í sjónum. Vit vita eisini, hvussu oftani, hann hevur slitið endarnar, við stórum vanda báði fyri manning og ferðafólk. Og vit vita, hvussu ofta, hann hevur verið noyddur at rýma av Drelnesi.
Eyðfinn Mørk sigur, at øll, sum eru von at sigla við Smyrli, vita, hvussu stórur hurlivasin mangan er, táið Smyril ikki sleppur at á Drelnesi - og fiskivinnuhavnin er full av skipum, sum so mugu loysa og flyta, fyri at Smyril kann sleppa at.
Øll, sum eru von st sigla við Smyrli vita hurlivasan, sum stendst av, at Smyril fer av Drelnesi um morgunin, men noyðast at leggja at hinumegin, táið hann kemur aftur um kvøldið. Tey, sum so hava sett sær bilin á Drelnesi, mugu so finna sær fart yvirum fjørðin eftir bilinum.
Veruleikin er, at havnin á Drelnesi er so vánalig, at vetrarhálvárið veitst tú ongantíð, nær Smyril fær lagt at har, ella nær hann noyðist yvirum, undir flakavirkið at liggja.
Eyðfinn Mørk heldur ,at hann noyðist at gera vart við tað, táið beinleiðis villleiðingar verða førdar fram til frama fyri Trongisvágsfjørði.
Vit minnast øll Cockrow og Scottish Princess, sum bæði eru farin á land á Trongisvágsfjørði....
So er grund til at vera á varðhaldi
Formaðurin í havnanevndini í Vági sigur, at tað er øll grund til at verða á varðhaldi, táið Páll Vang fer at gremja seg um flakavirkið í Vági.
Tað gjørdi hann í samrøðu við Sosialin hósdagin um syndarligu støðuna hjá útjaðaranum í Føroyum støðuna. Tá mælti hann Fiskavirking til at halda uppat við miðsavningini og lata virkið í Vági upp ístaðin fyri tað í havn
Tað er spildur nýtt. Hann hevur ikki tikið flakavirkið í Vági - eitt tað besta í Evropa - upp á tunguna fyrr. So hetta má verða eitt ella annað agn, hann ætlar at fáa vágbingar at bíta á.
Hvør skal siga: Lat bara vágingar fáa flakavirkið, so fáa vit oljuna. Tað má vera okkurt tílíkt, sum býr undir, heldur býráðslimurin í Vági. Hann heldur, at strategiskt liggur Vágsfjørður væl betri fyri til oljuhavn, enn Trongisvágsfjørður ger.
Vit eru nærmasti fjørður við boriplássini. Vit hava øgiliga stórt lendi framvið havnini. Vit hava góða smiðju og skipasmiðju. Og á Vágsfjørði er dýrdarlogn á øllum ættum.
Nú eru flest øll samd um, at tað verður kanska bara tann eina útgerðarhavnin í Føroyum. Er tað so ikki at fegnast um, at hon verður í Suðuroynni?
Jú, tað er tað. Men eg skilji ikki, hví syðra helvt í Suðuroynni skal avtoftast, og hví alt skal leggjast á Tvøroyri.
Sýslumaðurin og løgreglan er flutt úr Vági, til Tvøroyrar. Toll & skattstovan er flutt og gjaldsstovan er á Tvøroyri. Skipafelagið er flutt. Strandferslan, sjúkrahúsið, ellisheimið og apotekið er á Tvøroyri. Almannastovan er á Tvøroyri. Og kunningarstovan er á Tvøroyri.
Alt virksemið er lagt á Tvøroyri. Og nú tykist sum um oljan eisini skal verða á Tvøroyri.
Í Vági er onki eftir, og tað er nokk so trupult hjá sunnanfólki at góðtaka gongdina, heldur Eyðfinn Mørk.
Vágbingar hava eisini arbeitt við oljuvinnuni. Teir eru uppií Suður-vestur samtakinum og nú bíðar Eyðfin Mørk spentur eftir úrslitinum av tí samstarvinum, sigur hann.
Tað er onki at gera uttan a hava góðar vónir.