Michael Olsen heldur ikki tað ger nakað, um ein matstova er afturat hansara í Klaksvík. Hann heldur, at tá tað ber til at hava so nógvar matstovur í Havn, sum har eru, so skuldi eisini borið til at havt [...] at tað er sunt við kapping. Kappingin ger, at ein allatíðina má finna uppá okkurt nýtt, og heldur hann, at júst hetta er mennandi fyri eina matstovu. Tá ein allatíðina finnur uppá okkurt nýtt og broytir [...] a við jøvnum millumbilum, verður ein matstova ikki keðilig, og tað er júst hetta, vit royna, sigur Michael Olsen. Loyniligar uppskriftir Tá Shang Hai lat upp, var ein kinverskur kokkur í Klaksvík og legði
at betra tað, sum vit eru harrar yvir, sigur Hannis Joensen, formaðurin í RSF. Teir, sum ferðast kring landið og hava ábyrgd av kappróðrinum, vita sjálvsagt, at tað er ymiskt, sum tað liggur fyri at fyrireika [...] sleppa teir undan hesa ferð, tí teir hava tveir fastar startir ? ein á 1500 og ein á 1000 metra málinum. ? Síðusøkkini og alt annað, sum er tengt at startinum verður lagt út frammanundan, men tað ber ikki [...] Suðuroyinginum, sum er frá 1937. Tvørábáturin, sum teir ongantíð vóru heilt nøgdir við, er farin av landinum. Breiddin í kappingini hevði verið uppaftur størri, um Kjølur og Skálabáturin, sum báðir hava staðið
at siga frammanundan, hvussu leikur fer. Sigast má, at undan dystinum í morgin liggur trýstið á føroyameistarunum úr HB, sum enn ikki hava fingið spælið at koyra eftir ætlan. Liðskiparin Rúni Nolsøe heldur [...] hava koppað til okkara fyrimun, eins og teir gjørdu í fjør. Men tað er heilt givið, at tað hevur stóran týdning fyri okkum at vinna í morgin, sigur Rúni. Allan Mørkøre fekk ein skaða í lærkrikan, tá HB spældi [...] ? Hinvegin vóru hetta dystir, sum skuldu vinnast, um vit ætla okkum at gerast føroyameistarar, og tað hava vit so megnað, sigur John Petersen. Hann sigur, at tað liggur meira trýst á HB enn á B36 í morgin
"Rabelais and His World", at deyðin er ikki ein noktan av lívinum sum so - vit tosa ikki um einstaklingin - men tvørturímóti ein partur av lívinum sum heild - ein partur, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan, treytin [...] Stórifjørður og Kyrruvík kundu verið Skálafjørðurin og ein av bygdunum har. Nóatún er so ein íspunnin bygd norðast á Eysturoynni, horvandi í ein landnyrðing, sum er tann ætt, ið gevur mesta brimið. Nøvn og støð [...] sýna lesaranum eina ræðandi náttúru, sum tykist kveikt við lívi og hvørs ætlan er at týna tey mannabørnini, sum hava vágað at sett búgv í Deyðamannadali - ella Nóatún, sum skúlalærarin nevnir tað nýggja býlið
meiningar sum taka undir við broytingarætlanum landsstýrisins, og síðan tær meiningar, sum ikki taka undir við tankanum um størri ábyrgd av okkara landi ? og tað er sjálvandi ein rættur, sum tey hava. [...] viðurskifti, skornum eftir einum leisti, sum tænir føroyska samfelagnum og ikki er ein forðing fyri menning í hesum samfelagnum. Men tey, sum væntaðu eitt kjak, har t.d. føroyingar fingu fleiri meiningar og [...] partur av tí vælferðarsamfelagi, sum Javnaðarflokkurin hálovar. Hvussu ber tað til, at vit ikki kunnu skapa okkara vælferðarsamfelag út frá okkara egnu viðurskiftum sum ein náttúrligur partur av skipanini
umstøður, og enn sum áður mótmælir hann, at húsið kann køva okkum, men hann heldur, at hetta heldur skal metast sum ein avbjóðing. Samstarvið við Íslendingar metir hann vera áhugavert og Ólavur, sum bæði hevur [...] metir Ólavur Hátún. Myndugleikarnir fáa eyguni upp - Fyri okkum er tað ein stór uppliving, at síggja eina lítla tjóð sum Ísland, sum hevur altjóða støði á hesum økinum. Vit eiga at vita, at tað, ið íslendingar [...] gera framvegis íløgur, sigur Ólavur Hátún. - Skal ein samanbera við heimlig viðurskifti, so eru vit glað fyri, at vit hava Musikkskúlan. Men hann liggur í andaleypi. Tá eg byrjaði í 1985 vóru 25 lærarar
endin, at onkur verður við sviðusoð. Í Føroyum hava vit sum kunnugt eina tyrlu umframt sjóverjutyrluna. Tað er tyrlan hjá Atlantsflog, og so er ein spurningur um felagið er ført at taka við flúgvingini um [...] hava havt fundir við, men eftir tí, sum skilst, so fer tað ikki at ganga so drúgv tíð, áðrenn svarini koma. Magni Arge sigur, at tað er neyðugt við eini størri tyrlu, sum er betri útgjørd. Krøvini til eina [...] rnar fyrst, sigur Magni Arge. Og møguleikarnir eru fleiri. Ein er, at landsstýrið keypir og eigur tyrluna og letur Atlantsflog reka hana. Ein annar møguleiki er, at Atlantsflog keypir, eigur og rekur hana
vuni er ein somikið stór broyting, at fortreytirnar fyri felagnum og harvið eisini leiðsluni eru so nógv broyttar, at rættast vildi verið við so opnum mannagongdum sum møguligt. Tað liggur ein stór ábyrgd [...] Privatisering er nógv frammi sum hugtak ? kanska serliga í løtuni. At ein almennur stovnur verður gjørdur til partafelag er ikki privatisering, hóast hettar tykist at vera fatan millum summi. Føroya Tele [...] fyri at fólk skulu gloyma, at tað er landið sum eigur og rekur strandfaraskipini. At tað var landið, ið stovnaði og rak uttanlandssiglingina við Smyrli, sum Norrøna í dag rekur, er nakað, ið heldur ikki
øki er Edward Fuglø, ið hevur havt ábyrgdina av búnum og øðrum effektum, ein sannur meistari. Einki er av tilvild, ein ætlan liggur aftan fyri alt. Leikstjórin er varin við at missjónera, men kortini ger [...] nógv hava av Føroyum, ikki minst vit, ið búgva her. Leikaraavrikini eru sum heild góð og sterk. Jóhan Dalsgaard vísir í leiklutinum sum Rúni, at hann dugir annað og meiri enn at tað vit kenna hann fyri. Og [...] kortini ikki ein vit fara at minnast leingi. Ikki so sjáldan var ringt at hoyra, hvat genturnar søgdu, tí ljóðgóðskan var so vánaligt. Tað gjørdi, at tað var trupult at fanga allar leysu endarnar, sum síðusøgurnar
jarðfrøðiliga hevur góð hugskot, so er oljuprísurin tað, sum ger av, hvat tú kanst gera. Men ein oljuprísur uppá 17 dollar fyri tunnuna er ein rímuligur prísur fyri at leita eftir olju her leggur italiumaðurin [...] er fyri í nettup einum nýggjum øki sum Føroyar. Tit kunnu solda mistøkini, sum aðrir hava gjørt, frá - og bara taka tað besta frá teimum. Hetta haldi eg er ein sera góð útgangsstøða at hava hjá eini nýggjari [...] Føroyar og Bretland. Eitt av teimum heilt stóru altjóða oljufeløgunum, sum leingi hevur fylgt væl við gongdini í Føroyum, men sum kortini ikki hevur gjørt so nógvan háva burtur úr sær, er tað italska Agip