bjartari o.s.fr., fyri at fáa tey at lurta. Hann heldur so fram við at avdúka og trevsa upp alt tað, sum ikki tolir dagsins ljós. Jú, Jóhanna varð við barn við Markusi, beiggja Andreas, ein dagin tá Andreas ikki [...] krígsførsla hansara, at seta niður á Jóhonnu, og trútta í hana, at hóast náttúran kring tey blómaði á hvørjum ári, so vóru tey bæði lívssør. Tey fingu einki barn. At enda noyðist hon at lúgva seg uppá vegin [...] bangin fyri tí, sum fór at koma³, sigur hon. Tók lívið av soninum Um fimm ára gamla sonin, sum doyði, sigur hon, at hann ?var alt tað, sum Markus ikki var³. Einasta felags teir báðir høvdu, var, at teir
Framsøgumaður fyri fólkaflokkin var Jørgen Niclassen. Hann helt fyri, at henda avgerðin fór helst at vera ein hin størsta, sum løgtingið nakrantíð hevur tikið og fer at taka. -Her koma vit at gera av, hvussu [...] tá verður førur fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt [...] lógini at lata alt upp til landsstýrið at avgera. -Útfrá hesum kann landsstýrið lata allan landgrunnin fyri nul krónur. Eg haldi tað er rætt, at løgtingið skal kunna góðkenna, hvørji øki ætlanin er at bjóða
italskum ítróttardagblaði er møguleiki fyri, at føroyski álopsspælarin Todi Jónsson fer at spæla við italska 1. deildarfelagnum Bari. Corriere Dello Sport vil vera við, at italska felagið hevur fingið eyga [...] til Toda Jónsson. Tað er eingin loyna, at italsku bløðini ofta spenna tíðindbogan høgt, men tað slepst heldur ikki undan, at navnið hjá Toda Jónssyni nú er farið at runga í italsku fjølmiðlunum eisini. Um [...] hansara spæl fyri FCK, kunnu vit bara gita um. Vit royndu í gjár at fáa fatur á høvuðspersóninum sjálvum, Toda Jónssyni, men hann var á veg til Lanzarote, har hann og liðfelagarnir í FCK fara at halda frí
verið soleiðis, at nøkur feløg hava verið før fyri at bjóða spælarum fyrimunir av ymsum slagi, um teir valdu at spæla fyri teirra felag. Og nú eru fleiri mánaðir síðani, at vit skrivaðu, at telvingin um FM [...] ikki áhugað í, at vit blandaðu okkum uppí viðurskiftini ímilum tey og spælararnar. Eg plaga at sitera mín góða vin, Haldgrím Gregersen, formann í GÍ, fyri at siga, at tað sum gongur fyri seg innanfyri [...] skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar. ? Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskiftini skipað
Føroya fyri at venja Havnar Svimjifelag, men at eg nú eisini skal venja landsliðið, ger tað bara eina tonn meiri spennandi. Eg ætli mær at taka bæði størvini í fullum álvara, og eg ætli mær als ikki at gloyma [...] onga løtu í, at teir kunnu klára tað. Teir hava ein góðan hugburð til venjing, og sjálvt um vit fara at hækka krøvini, eru teir førir fyri at vera við. ? Tað er eisini sera týdningarmikið at finna føroysku [...] Stormark og eg kennast, og hann helt, at eg var førur fyri at taka uppgávuna í Havnar Svimjifelag á meg. David Kravl og Havnar Svimjifelag komu ásamt um samstarv fyri kappingarárið 1997/98, og 1. september
landsliðsmannin fyri at fáa hann at spæla við teimum næstu mánaðirnar. Talan er um eina leiguavtalu, har Jan Dam skal binda seg til ísraelska felagið fram til 1. mai í komandi ári. Orsøkin til, at ísraelsmenn [...] hava vent sær til Jan Dam er, at vanligi sweparin hjá teimum hevur fingið skaða, og teir vilja tí hava HB?aran at loysa av á sweeparaplássinum til skaddi spælarin kemur fyri seg aftur. Ísraelsmenn hava fingið [...] barndómsfelagnum HB, og ætlar sær eisini at halda fram har komandi kappingarár. Men kemur avtala í lag við ísraelska felagið, verður tað ikki fyrrenn 1. mai, at HB fær gleði av Jan Dam. Men tá verður tað
dysturin var eini 20 sekund gamal, at báðir royndu at fara í álop. Peder Anderson roynir seg við einum kasti, ið verður nevnt Harai Goshi, og tá Búgvi skuldi flyta fótin fyri at koma út úr kastinum, visti hann [...] Ippon, t.v.s. fult stigatal fyri kastið, og harvið vann hann dystin. Eftir skipanini, ið hendan kappingin varð fyrireikað eftir, kravdist at Peder Anderson kom í finaluna fyri at teir, ið høvdu tapt ímóti [...] fáa møguleikan at royna seg aftur. Men so langt kom hann ikki, Peder Anderson tapti 1/4 finaluna og endaði á 3. plássi samanlagt. Soleiðis kann tað ganga ? Tað var ikki pengarnar vert at senda meg til hesa
skapt møguleikar fyri eini tættari og spennandi kapping, men tað liggur líka sum í luftini, at VÍF nú fer eitt fet fram um hini liðini... Í botninum fer dysturin eftir øllum at døma at standa millum Neistan [...] kappingini, eitt stig aftanfyri H71 og VÍF. At fleiri lið eru við í oddinum og liggja beint í hølunum á VÍF, plagar ikki at ávirka teir. Í fjør var gongdin nakað tann sama at byrja við, og vestmenningar øktu bara [...] hol á, og mikukvøldið fer Kyndil at royna at fylgja hesum upp, tá tey bæði sigursvandu liðini hittast í høllini á Hálsi í Havn. Úrslitið av sætta umfarið kann gerast, at oddurin í mansdeildini verður mannaður
munin og vann eisini við trimum málum. Stjørnan klárar at spæla upp ímóti øllum liðunum, men liðið manglar tað seinasta sum skal til, fyri at vinna á teimum bestu liðunum í deildini. Verjuspælið hjá Stjørnuni [...] ferðir um munin, so hann var trý mál, men Kyndlaliðið kláraði at halda seg frammanfyri. Og tá Jacklin Durhuus gjørdi tað til 22-17 seks minuttir fyri leiklok fall avgerðin. Seinastu minuttirnar minkaði Stjørnan [...] men tá tað ikki gevur nakað stig, kann tað ikki brúkast til nógv annað, enn at geva vónir um stig í dystunum, sum eru fyri framman.
afturat. Hesa løtuna tóktust H71?arnir at vera slignir groggy, og tað tók eina løtu áðrenn teir komu fyri seg aftur. Men teir komu fyri seg og teir byrjaðu spakuliga at eta burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum [...] 1. deild menn: StÍF-H71 29-27 (15-13) Fyri aðru ferð í ár noyddist oddaliðið H71 at lúta fyri strandingum. Seinasta vikuskiftið var H71 í Vestmanna og setti VÍF uppá pláss, men hoyvíkingar vóru nóg illa [...] tað mesta av seinna hálvleiki, eydnaðist tað H71 at javna, tá Halgir D. Olsen gjørdi tað til 25-25 fimm minuttir fyri leiklok. Men meðan H71?arnir kláraðu at halda høvdið kalt seinasta partin av dystinum