Vestmenningar komu væl frá dystunum í vikuskiftinum.
Tí hóast mansliðið hjá VÍF ikki spældi, lagaðu hini úrslitini seg soleiðis, at meistaraliðið styrkti um sína støðu í oddinum. Teir hava saman við Kyndli nú spælt ein dyst færri enn hini liðini, og eru framvegis á odda í deildini.
Úrslitið, sum hevði hetta við sær, kom á Skála, har StÍF fyri aðru ferð í ár vann á H71. Hoyvíkingar gjørdu eitt minni bragd í Vestmanna seinasta vikuskiftið, men júst sum teir sjálvir vístu á, gjørdist dysturin á Skála móti StÍF minst líka trupul, og teir máttu eisini lúta.
Strandingar eru komnir væl við seinastu umførini, og við sigrinum á H71 togaðu teir seg upp á triðja pláss í kappingini, eitt stig aftanfyri H71 og VÍF.
At fleiri lið eru við í oddinum og liggja beint í hølunum á VÍF, plagar ikki at ávirka teir. Í fjør var gongdin nakað tann sama at byrja við, og vestmenningar øktu bara støðugt um munin, meðan liðini, sum lógu aftanfyri, allatíðina tóku stig frá hvørjum øðrum, og tí dragnaðu afturúr. Í so máta er kappingini í ár nú farin at líkjast henni frá í fjør.
Tað kann gerast tætt
Men eitt er ikki líkt kappingini í fjør, og tað er at VÍF hevur tapt ein dyst. Seinasta vikuskiftið setti H71 hol á, og mikukvøldið fer Kyndil at royna at fylgja hesum upp, tá tey bæði sigursvandu liðini hittast í høllini á Hálsi í Havn.
Úrslitið av sætta umfarið kann gerast, at oddurin í mansdeildini verður mannaður við fýra liðum, sum fara at liggja stavn um stavn.
Hetta kann gerast veruleiki um Kyndil vinnur dystin í annaðkvøld. Hendir tað, kemur Kyndil uppá 8 stig, sum er tað sama sum H71 og VÍF, og StÍF hevur so framvegis síni sjey stig.
Hetta hevði sjálvandi skapt møguleikar fyri eini tættari og spennandi kapping, men tað liggur líka sum í luftini, at VÍF nú fer eitt fet fram um hini liðini...
Í botninum fer dysturin eftir øllum at døma at standa millum Neistan og KÍF, og eftir næsta innanhýsisdystin millum liðini í vikuskiftinum hevur Neistin togað seg fram um kollfirðingar.
Neistin hevur ein javnleik móti StÍF afturat sigrinum á KÍF, og er tí eitt stig frammanfyri kollfirðingar, sum bara hava vunnið móti Neistanum.
Javnt og spennandi hjá kvinnunum
Kvinnukappingin er sera spennandi í løtuni. Í oddinum eru trý lið um boðið, og í skeiva endanum eru eisini trý lið jøvn.
Tvey av oddaliðunum spældu sunnudagin, og tey vunnu bæði sínar dystir móti botnliðunum.
Í Klaksvík var dysturin rímuliga javnur, men Kyndil hevði allatíðina munin, og vann eisini við trimum málum. Og í Vági var fyrri hálvleikur av dystinum millum VB og Neistan javnur, men í seinna hálvleiki dróg meistaraliðið frá VB.
Seinasti dysturin í sætta umfarið verður í annaðkvøld, tá StÍF, sum er triðja oddaliðið, og GÍ, sum er triðja botnliðið, spæla næsta innanhýsis- og grannadystin í ár. Fyrra dystin vann StÍF, og verður tað aftur úrslitið hesaferð, er júst líka javnt í oddi og botni, sum tað var undan hesum umfarinum.