seinni javnaði B36 til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið. - Eg veit ikki longur nær ein málmaður eigur fríspark, sigur ein ørkymlaður Tórður Thomsen um tað, sum hann upplivir í effodeildini hetta kappingarárið [...] - Ein Skála-spælari ger okkurt ímóti mær, tá eg skal leypa upp eftir bóltinum, so eg átti avgjørt fríspark. Jú bólturin fór innum strikuna, men eg haldi avgjørt eg eigi fríspark áðrenn, men dómarin velur [...] 2-2 javnleikin á Skála heldur Tórður Thomsen, at hann ivast í um B36 hevði uppiborið so frægt sum ein javnleik. Aftanfyri 1-2 fóru teir í B36 eisini at gúppa, og hann viðgongur, at teir seldu spælistílin
fóru at vera á konsertferð, meðan upptøkurnar til filmin blivu gjørdar, mátti ein avloysari finnast. Kravið var, at tað var ein av nøkunlunda sama format, so Johnny Depp, sum spælir høvuðsleiklutin sum Jack [...] ikki fyri. - Vit tosaðu leingi við Johnny Depp um, hvør kundi traðka til í hansara stað. Vit gjørdu ein sera, sera stuttan lista og ovast á honum stóð Paul McCartney. "Eg sendi honum eitt SMS," segði Johnny [...] greiðir Joachim Rønning, annar av framleiðarunum av filminum frá fyri norska blaðnum VG. Tað gekk bara ein lítil løta, so segði Paul McCartney ja til at spæla pápabeiggi Jack Sparrow í filminum. Hetta er langt
fisk í hevur nú ein nýggjan framleiðsluhátt. Framleiðsluhátturin er ikki brúktur í Føroyum fyrr, og kallast "termoforming". Við termoforming er møguligt at forma og kopiera plastikk á ein nýggjan hátt. [...] fleiri tíggjutals- ella hundraðtalstúsund hvørjaferð, so fáa vit nú framleitt í smærri mongdum og til ein bíligari penga. Vit kunnu gera kopi av hørðum plasti og hervið loysa tekningsar uppgávur, sigur Árni [...] at læra okkum at brúka hana, sigur Árni Skaale. Nakað hevur verið frammi um, at Look North ynskir ein størri bygning, enn hann teir hava úti í Klaksvík. -Vit hava søkt um byggiloyvi, tí vit hava nokk at
Mikudagin var ein maður í Nólsoy og royndi eydnuna eftir gomlum náta. Hann hevði leitað sær ein túr niðan í Forna, sum er slættin oman fyri Bergrætt. Veðrið var gott hesa løtu. Tað var turt og eitt passaliga [...] smakkar væl alt árið. - Náti er góður alt árið, men hann er bestur tíðliga um várið, sigur ein viðm er kjari. Ein annar sigur, at fuglurin er bestur frá miðjan januar til endan av mars. Gamal náti er , sum
fer av bakkastokki í kvøld. Av teimum seytjan virðislønunum er tað serliga ein handan, ið hon gleðir seg til. - Tað er altíð ein kenslulig løta, tá ársins heiður verður latin. Hann verður ikki latin fyri [...] lív upp á tónleikin, sigur Barbara Holm. Ein munur á ársins tiltaki frá í fjør er, at ongar virðislønir verða latnar í folk/country/blues bólkinum. Men tað er ein góð grund til tað, vísir Barbara Holm á
við tøknina um teirra uppmerksemi. Umleið ein helmingur av teimum 6000 spurdu børnunum hildu eisini, at foreldur teirra brúktu alt ov nógva tíð á telefonini, og ein helmingur av foreldrunum tóku undir við [...] Umleið ein triðingur av børnum kenna seg lítilsverd, tá foreldur teirra hyggja at fartelefonini og brúka telefonina til ymiskt, meðan familjan etur saman, tá tey tosa saman, hyggja í sjónvarp ella spæla [...] spæla úti, vísir ein hollendsk kanning. Kanningin fevnir um meir enn 6000 børn frá 8 til 13 ár úr átta ymiskum londum. Kanningin vísti á, at 32 prosent av børnunum kendu seg lítilsverd, tá mamma og pápin
áður, løtuna fyri, at eg skuldi á ein pall til tað - at flyta fram eina røðu. Trupulleikin var, hóast man sjálvur hevur verið barn einaferð, at seta Merkið inn í ein samanhang soleiðis, at børn í ymsum [...] langa politiska yrki. Flaggdagin vórðu eisini boð eftir borgarstjóranum í Runavík at halda eina røðu, eins og ivaleyst mangir borgarstjórar í landinum gjørdu hendan fagnaðardag. Men Torbjørn Jacobsen fekk [...] tað, sum eg ætlaði at siga soleiðis, at tey kundu skilja tað. Hvat er so til ráða at taka? Kanska ein autobiografisk fiktión, har okkurt er satt og annað íspunnið. Í hvussu er tóktist tað, sum at tað festi
útskrivaður aftur av sjúkrahúsinum beinanvegin. Ein annar maður fekk eitt træsprek um ryggin og skaddist nakað...” 14. September skrivar eisini, at ein maður stóð á bryggjuni við eini tvey ára gamlari [...] í ár vóru liðin 45 ár, síðan útróðrarbáturin Kálaberg sprongdist av gassi við bryggju í Nólsoy, og ein tvey ára gomul smágenta doyði. Blaðið 14. september, sum kom út týsdagin 21. mars í 1972 - tríggjar [...] Kálaberg skuldi flyta fólk úr Nólsoy, og væl av fólki var savnað á bryggjuni. Blaðið skrivar, at ein maður var staddur í lugarinum á Kálabergi løtuna, tá spreingingin hendi, og hann varð slongdur upp
antin til keyps, ella til leigu. Tí halda tey í býráðnum, at Tórshavnar kommuna eigur at hava ein ein bústaðarpolitikk, sum tekur støðu til leiklutin hjá kommununi. Men í hesum sambandi skal eisini [...] Nú skal Tórshavnar Kommuna hava ein serstakan bústaðarpolitikk við tí endamáli at fáa greiði á, hvønn leiklut kommunab skal hava á bústaðarøkinum. Men endamálið er eisini at tryggja fólki nøktandi bús [...] kommunan kann gera sítt til at tryggja, at fólk hava nøktandi bústaðarmøguleikar. Í fyrstu syftu skal ein arbeiðsbólkur setast, sum skal lýsa, hvar í kommununi, bústaðir kunnu byggjast og hvør tørvurin verður
Runavíkar kommuna skal nú hava ein integratiónspolitikk. Tað var samtykt á seinast býráðsfundi í kommununi. Kári E. Jacobsen hevur heitt á kommunnuna um at seta ein integratiónspolitikk í verk fyri kommununa [...] í verk. - Vit eru í tí støðu, at vit hava nógvar borgarar av útlendskum uppruna í kommununi og sum ein liður í at fremja teirra integrering, hava vit valt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini [...] verður sagt við tey og at tey fáa samskift við fólkið á staðnum. - Umframt tað meir praktiska, so skal ein integratiónspolitikkur eisini orðast, sum býráðið seinni skal taka støðu til, sigur Tórbjørn Jacobsen