hending høvdu fyristøðufólkini á hotellinum skipað soleiðis fyri, at hesin toftadrongurin kundi sleppa at sýna fram nakrar av málningum sínum fyri gestunum. Inni í matarhøllini hingu ikki færri enn 24 málningar [...] Hann flutti til Havnar at búgva í 1973 og hevur gingið í skúla á Sernámsdeplinum, til hann sum 21 ára gamal fór í starv á Verkstaðnum Vón. Á vári 1997 flutti hann til Runavíkar at búgva og fekk starv á [...] ganga ofta úr einari mynd í aðra og tengjast á henda hátt at hvørji aðrari og skapa soleiðis eina stóra heildarmynd. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Magni luttekur á listaframsýningum. Hann hevur áður sýnt
- Linjuverjin hevði rætt. Christian Panucci luttók framvegis í spælinum, hóast hann lá uttan fyri vøllin. Tí var Van Nistelrooy ikki rangstaddur. Orðini eigur formaðurin í dómarafelagnum í Premier League [...] síðulinjuna. Hann var tískil mettur sum aftasti maður, og so var lætt hjá Real Madrid-framherjanum at senda framvið Gianluigi Buffon í málinum.
Fyri fýra árum síðani játtaði pakistanski kjarnorkuserfrøðingurin Abdul Qadeer Khan, at hann hevði latið myndugleikunum í Norðurkorea, Iran og Libya kjarnorkutøkni. Hann legði afturat, at hann hevði e [...] segði Khan við AP. Í 2004 kom fram, at Norðurkorea hevði fingið pakistanska útgerð til at ríka uran við. Ríkað uran kann brúkast sum brennievni í kjarnorkuverkum og til at gera kjarnorkubumbur við. -Stjór [...] uttan at Musharaf gav tilsøgn um tað, segði Abdul Qadeer Khan. Tá tíðindamaðurin hjá AP spurdi kjarnorkuserfrøðingin, hví hann so tók alla ábyrgdina á seg í 2004, svaraði Khan, at hann hevði fingið at vita
Niðurstøðan er, at viðhvørt er tað helst neyðugt at gera okkurt, sum argar onkran fyri at fáa broytt nakað sum helst. Vit tola at vera ósamd um sumt í eina tíð. Vit duga at virða hvønn annan fyri tað, tíbetur [...] Árnadóttir viðgekk kortini, at hon onkursvegna er farin at skilja abba sín betri við árunum. Í røðu síni helt hon fyri, at tað kennist særandi, hvørja ferð vit verða mint á, at okkara Merki mest bara er [...] alt gott og hevði einki ímóti at deila dagin við Merkið. Eg minnist at ganga gjøgnum flaggskrýddan bý við hornorkestri og skrúðgongu og hugsa, at omma mín var heppin, at so nógv stás var gjørt burtur úr
røkist fyri, at tað verður nøkur semja í bræði. Tí er tað mest sannlíkt, at londini áseta sær sínar egnu kvotur fyri 2016. - Krøvini er so mikið stór hjá hvørjum landi sær, at tað verður trupult at finna [...] heim aftur uttan at vísa á nøkur úrslit, tí samráðingarnar bóru ikki á mál. Herluf Sigvaldsson, føroyski samráðingarleiðarin, hevur heldur ikki serligar stórar vónir til, at tað ber til at finna eina semju [...] nærri hvørjum øðrum enn onnur. Sostatt er tað fjórða árið á rað, at Føroyar seta sína egnu kvotu fyri norðhavssild, og annað árið á rað, at Føroyar seta egnu svartkjaftakvotu. - Gamla semjan um norðhavssild
listaverkætlan, sum byrjaði fyri 11 árum síðani, og sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið, LISA og Mentamálaráðið standa á odda fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist av [...] kendu seg ílatnar at undirvísa í summum listagreinum, sum ikki eru so vanligar í føroysku skúlunum. Tí royndu vit at gera tað soleiðis, at nøkur listafólk komu út á skúlarnar at arbeiða í longri tíð við [...] og at síggja fasettir og sambandið millum ting, sum mann kanska vanligvís ikki sær. At fáa list í undirvísingina í fólkaskúlanum er fantastiskt, og tað kann jú eisini vera, onkur fer at hugsa, at list
ímóti heimildarlógini, tí vit vóru bangin fyri, at hon fór at vera brúkt ímóti okkum á henda hátt. - Samgongan segði, at heimildarlógin skuldi virka fyri, at vit kundu fáa limaskap í Norðurlandaráðnum [...] ætlar at halda fram at stríðast fyri fullum føroyskum limaskapi. - Til orðaskiftið um føroyskan limaskap á ársfundinum í Norðurlandaráðnum, ið verður um mánaðarskiftið oktober november fara vit at royna [...] Høgni Hoydal setti saman við Kára P. Højgaard gongd á málið um at Føroyar skuldu hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum. - At byrja við stuðlaðu serfrøðingar okkum. Men Frederik Harhoff
Heygum dylur ikki fyri, at hann stúrir fyri gongdini í flokkinum, tí tað er ikki pláss fyri sjónarmiðum, ið ikki samsvara við ráðandi hugsanini í Norðoyggjum. - Tað er bara harmiligt, at flokkurin skal vera [...] ikki ætlað mær at stilla upp. Tað hevur slett ikki verið upp á tal. So avgerðin er fullkomiliga irrelevant. Tað er eitt tekin um armóð, at man kemur við slíkari fráboðan. Hvat er tað gott fyri og hvørjum skal [...] tæna, tá eg aldrin hava ætlað at stillað upp? Tað sigur Bjørn á Heygum, tá hann verður spurdur um eina viðmerking um avgerðina hjá landsnevndini hjá Sjálvstýrinum, um ikki at lata hann stilla upp til komandi
fínt við at eitt av hansara børnum var stødd í slíkari líðing?, sigur Gracia. Tað var tá, nú hon var komin so langt, at hon hinvegin merkti at hon var hildin føst í Guds hond og at Guds umsorgan fyri henni [...] gleðiliga var, at nú eg byrjaði at grenja mótvegis Gudi, tá byrjaði Hann í roynd og veru at arbeiða í mær. - Hetta kendist trygt og gott at uppliva: Hann hevði altso ikki gloymt meg! Gávur at brúka Gracia [...] - Hóast eg ynskti at tæna Gudi, hevði eg ikki væntað at tað skuldi kosta so nógv: At eg og maðurin skuldu verða tikin sum gíslar í 376 dagar, og at hann seinni varð skotin til deyðis. Hesa seinastu tíðina
meinar, at ætlanin um sendistovuna er ein avbjóðing fyri norðurlendska samstarvið, men hann leggur serliga dent á, at hetta er problematiskt í mun til støðufestið í Miðeystri. - Tað er hol í høvdið at vera [...] At arbeiða upp á at lata føroyska sendistovu upp í Jerusalem er at spæla við eld. Tað meina donsku flokkarnir SF og Eindarlistin, sum í samrøðu við Altinget vísa sína misnøgd um ætlanina hjá Jenis av Rana [...] kallar ætlanina tí fyri eitt "politiskt stunt". - Tey, sum kenna Jenis av Rana, vita, at hetta allarhelst bara er ein soloprovokatión. Hetta verður ongantíð til nakað, og tað undrar meg, at restin av føroysku