Fyri fýra árum síðani játtaði pakistanski kjarnorkuserfrøðingurin Abdul Qadeer Khan, at hann hevði latið myndugleikunum í Norðurkorea, Iran og Libya kjarnorkutøkni. Hann legði afturat, at hann hevði einsamallur ábyrgdina av gøluni.
Í vetur fekk Pakistan nýggja stjórn, og samstundis misti Pervez Musharaf, forseti, ein part av sínum valdi. Tað hevur havt við sær, at nú er Abdul Qadeer Khan til reiðar at siga eitt sindur meiri um tað, sum hendi, tá tey trý londini fingu kjarnorkutøkni úr Pakistan. Um vikuskiftið segði hann við amerikonsku tíðindastovuna AP, at Pervez Musharaf, forseti, var vitandi um og góðkendi, at Norðurkorea fekk kjarnorkutøkni úr Pakistan í 2000.
-Eitt norðurkoreanskt flogfar kom eftir tilfarinum, og stjórnarherurin var væl og virðiliga kunnaður um flogfarið og farmin, sum tað fór avstaðaftur við, segði Khan við AP. Í 2004 kom fram, at Norðurkorea hevði fingið pakistanska útgerð til at ríka uran við. Ríkað uran kann brúkast sum brennievni í kjarnorkuverkum og til at gera kjarnorkubumbur við.
-Stjórnarherurin visti alt, og hetta kann ikki vera hent, uttan at Musharaf gav tilsøgn um tað, segði Abdul Qadeer Khan. Tá tíðindamaðurin hjá AP spurdi kjarnorkuserfrøðingin, hví hann so tók alla ábyrgdina á seg í 2004, svaraði Khan, at hann hevði fingið at vita, at tað var best fyri landsins trygd. Harafturat hevði hann fingið lyfti um at sleppa undan revsing, um hann tók ábyrgdina á seg, segði hann.
-Men tað lyfti bleiv ikki hildið, segði Abdul Qadeer Khan, sum hevur sitið í húsavarðhaldi í Islamabad, síðani hann fyri fýra árum síðani avdúkaði kjarnorkusøluna.
Sjálvur hevur Pervez Musharaf ikki gjørt viðmerkingar til ta álvarssomu skuldsetingina, men í einari røðu um vikuskiftið segði hann, at hann hevur ongar ætlanir um at gera eftir kravinum frá andstøðuni um at fara frá.