Trolbátarnir koma inn at landa mánadagin. Vit rokna eisini við, at onkur trolbátur aftrat fer út um vikuskiftið, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip kemur inn at landa mánadagin [...] koma inn at landa, sum næsta vika gongur. - Fiskiskapurin hjá partrolarunum er frægari nú, og skipini fáa eisini nakað av toski og longu sum hjáveiði, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Í gjár vóru [...] tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap, og teir eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki væntandi, at teir koma inn at landa í næstu viku. Fríggjadagin vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Tveir vóru á Skeivabanka
løgreglan at siga, at onkur á Viðareiði hevði ringt og sagt, at viðkomandi sá ein bát eystan fyri, sum sá út til at vera mannleysur. Men, tá kannað varð eftir, hvør samanhangurin var, vísti tað seg, at báturin [...] víðari frá, at hann beinanvegin ringdi til MRCC og Brimil at greiða frá, at hann var í bátinum, og at alt var í lagi. - Men, tað er sera gott, at fólk fylgja við og siga frá, um tey halda, at okkurt er, [...] frá, at í telefonini er ein maður, hann kennur, sum spyr, um alt er í lagi. - Sjálvandi er alt í lagi, og eg havi tað gott. Men, hví spyrt tú, vildi maðurin í bátinum hava at vita. Jú, søgan er, at onkur
Putin, nakrar møður, sum hava mist sínar synir í krígnum í Ukraina. Her var eisini onkur mamma og kona, sum bæði hevur tveir synir og mannin í krígnum. - Eg vil, at tit skulu vita, at eg persónliga og landsins [...] nú doyggja í Ukraina. Tað vóru tilsamans 17 kvinnur og møður, sum í dag hittu russiska forsetan. Tíðindastovan NTB veit at siga, at ein av møðrunum eisini fýltist á herbúnarnar hjá hermonnunum. Hon hevur [...] segði, at einki kann bøta um ella afturløna missin av einum soni ella einum barni. Vladimir Putin hitti møðurnar, samstundis sum fólk framvegis eru í døpurhuga um innkallingina av nýggjum hermonum, sum nú
eri á G!, men eg haldi at ongantíð tað hava verið so nógv fólk hóskvøld sum í ár.” Fríðgerð gleðir seg mest til at hoyra Mø, men heldur at Danny & The Veetos eisini altíð er skueg at lurta eftir. - "Sølubásurin [...] allar tær konsertirnar fari eg so at lurta eftir." Um søluna letur hon væl at og sigur, at festivalgestirnir leggja seg serliga eftir at keypa húgvur og turrikløð, men onkur festivaltroyggja verður sjálvandi [...] sjálvandi eisini seld. Annars er at siga um G! festivalin higartil, at veðrið hevur verið gott, eitt sindur av sirm er inn í millum, men ikki soleiðis at tað bilar.
tekningar og annað, sum fólk velja at prýða sín kropp við. Onkur hevur fingið sær eitt band teknað um yvirarmin, fleiri hava tekningar av drekum, onkur av skipum, og so eru tað fleiri, sum bert hava tatoverað [...] tal av føroyingum velja at prýða, onkur vil kanska siga misprýða, likam sítt við tekningum av onkrum djóri ella til dømis ein kinesiskum tekni fyri eitt ella annað. Tey flestu, sum hava fingið gjørt slíkt [...] er greitt, at slík piercing setur strong krøv til útgerð, reinføri, og alt tað, sum har til hoyrir, og tað er einki stað í Føroyum, sum ger øll sløg av piercing enn. Tó eru tað fleiri, sum til dømis gera
Vit eru nógv, sum halda, at okkara mál er gott og vakurt, og at tað kann brúkast til at siga alt, sum bilgist í okkum. Men so eru onnur, sum halda, at okkara mál eg so keðiligt, at ymiskt útlendskt pynt [...] Uppaftur onnur halda, at føroyskt má fáa íslendskar vitaminir fyri at kunnu standa seg sum partur av tí røttu nordisku rasuni. Fyrr brúktu øll sagnorðið ‘spæla’ uttan at hugsa um, at danskarar og týskarar [...] blivið forboðið at spæla? Skulu børnini ikki sleppa at spæla krógvablunda? Tað kann tykjast summum so leikandi lætt at oyðileggja málið, men at tala at er ikki gamansleikur. Tann syrgiligasta leiklutin í hesum
frá Búnaðarstovuni eisini í Suðuroynni og hugdu at fjósinum. Bjørn Patursson kann ikki siga, um nakað var at seta fingurin á, men hann kann siga so mikið, at hevði verið heilt galið, hevði Búnaðarstovan kunnað [...] av fólki við Smyrli til Suðuroyar. Onkur hevði meldað ein festara fyri djórapínslu, og tí fóru fólk frá Búnaðarstovuni og løgreglan, sum hevði djóralækna við sær, at kanna viðurskiftini. Bjørn Patursson [...] dag gera nakrar viðmerkingar til málið, men hann váttar, at tey hava hugt at fjósinum. Nú verður málið nærri viðgjørt. Mál í tveimum Eitt mál sum hetta er í tveimum, tí festarin var meldaður til løgregluna
annað, sum eisini var øðrvísi var, at hornorkestrið framførdi bert tað eina lagið einsamalt. Tað hava tey ikki gjørt áður. Og onkur helt fyri, at saknur var í onkrum av teimum siðvandu jólaløgunum, sum tey [...] byrjaði at spæla og syngja. Tað er onki at taka seg aftur í, at ljóðið og klangurin í Christianskirkjuni er nakað heilt serligt. Men tað vóru eisini uttan iva tær góðu røddirnar í kórunum báðum, sum gjørdu [...] Gentur, sum ganga í fólkaskúlanum. Og teirra framførsla sá út til at koma óvart á fleiri av áhoyrarunum. Við klokkureinum røddum sungu tær seg uttan iva inn í hjørtuni á hvørjum einstakum áhoyrara, sum var
hjá felagnum í Klaksvík hevur eingin heimild at siga eitt eiansta orð. Reiðarin á Gadusi segði tó við Norðlýsið herfyri, at skipið hevur fulla last, og at meginparturin av veiðini er toskaflak. - Prísurin [...] har Føroyar onga fiskiveiðiavtalu hava við Noreg og ES. At Føroyar onga avtalu hava við ES, gongur eitt nú út yvir rækjukvotuna, sum Føroyar plaga at hava í Grønlandi. [...] Gadus við 760 tonsum. Enniberg, sum er hin triði flakatrolarin, er eisini á veg heim. Teir verða væntandi inni hósdagin í hesi vikuni. Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at Enniberg hendan túrin hevur heili
duga ikki at síggja, hví tær vørur, sum prístalið byggir á, nú knappliga skulu nýtast sum grundarlag fyri reguleringini hjá teimum. - So, her eru vit rúkandi ósamdir, siga bussførararnir, sum Sosialurin [...] upp á pláss, soleiðis sum arbeiðstakararnir høvdu væntað, tá ið teir bjóðaðu upp á ruturnar? - Tað kann henda, at onkur arbeiðstakari, sum hevur ein lakari sáttmála, ikki klárar at koyra alt skeiðið, og [...] okkara at taka málið upp. Arbeiðstakararnir siga seg ikki hava hugsað um tiltøk, har koyringin møguliga verður niðurløgd fyri at mótmæla reguleringini, men teir halda hinvegin, at tað "bleytasta" er at lata