Tórik sólaði sær meðan tráðan fiskaði

- Ímeðan eg liggi har frammi í gron og njóti sólina, ringir telefonin, sigur Tórik Ábraham Rouah, sum fekk ein stóran hemara sunnudagin

 

Gjáramorgunin visti løgreglan at siga, at onkur á Viðareiði hevði ringt og sagt, at viðkomandi sá ein bát eystan fyri, sum sá út til at vera mannleysur.

Men, tá kannað varð eftir, hvør samanhangurin var, vísti tað seg, at báturin hvørki var mannleysur, og her vóru heldur eingir trupulleikar innanborða.

Tvørturímóti.

Talan var um, at ein maður í góðveðrinum var farin ein túr at fiska hemara við tráðu. Meðan sjálvvirkandi tráðan arbeiddi, hevði maðurin lagt seg at sóla sær í bátinum eina løtu. 

Maðurin var Tórik Ábraham Rouah, og hann greiðir sjálvur soleiðis frá á sínum Facebook-vanga í gjár. 

- Ein spennandi dagur í gjár á nógvan hátt. Í góðveðrinum var eg og fiskaði.

Og hann leggur aftrat: 

- Ímeðan eg liggi har frammi í gron og njóti sólina, ringir telefonin. 

Tórik greiðir nú frá, at í telefonini er ein maður, hann kennur, sum spyr, um alt er í lagi.

- Sjálvandi er alt í lagi, og eg havi tað gott. Men, hví spyrt tú, vildi maðurin í bátinum hava at vita.

Jú, søgan er, at onkur á Viðareiði hevur sæð ein mannleysan bát reka norður eftir, og at MRCC-støðin, Brimil og bátar úr Hvannasundi eru farnir at leita.

- So sigi eg við mannin, sum er í telefonini. For h.... tað eri eg, og eg eri umborð í bátinum.

 

##med2##

Tórik greiðir víðari frá, at hann beinanvegin ringdi til MRCC og Brimil at greiða frá, at hann var í bátinum, og at alt var í lagi.

- Men, tað er sera gott, at fólk fylgja við og siga frá, um tey halda, at okkurt er, heldur hann fyri.

At enda leggur Tórik Ábraham Rouah aftrat, at hann henda dagin fekk ein hemara á sløk 300 pund, og tað tók honum tveir tímar at møða hemaran.

Viðheftu myndir eru frá minniliga hemaratúrinum, tá fólk hildu seg síggja mannleysan bát eystur úr Viðoynni sunnudagin.